Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mai 2015Nr. 79
Løgtingslóg um skúladepil í Marknagili
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Nýtsluøki lógarinnar
§ 1. Henda løgtingslóg fevnir um Marknagilsdepilin, sum er úrslit av einari samanlegging av útbúgvingarvirkseminum á Tekniska Skúla í Tórshavn og partinum av Føroya Handilsskúla, sum er í Tórshavn, og Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum.
Rektarin
§ 2. Landsstýrismaðurin setir í starv og loysir úr starvi rektaran í Marknagilsdeplinum. Formaðurin í depilsráðnum og annað umboð í depilsráðnum sambært § 5 eru við í setanartilgongdini. Rektarin er ovasti leiðari sambært avvarðandi útbúgvingarlóggávu.
Rakstrarstuðul
§ 3. Rakstrarstuðul til lærlingaundirvísing verður rindaður við 80% frá landskassanum og 20% frá kommununum.
Stk. 2. Kommununnar partur av útreiðslunum til lærlingalæruna verður í fyrsta umfari at leggja út úr landskassanum og síðan býta millum kommunurnar eftir heimstaðnum, ið lærlingarnir høvdu, tá teir byrjaðu skúlan.
Depilsráðið
§ 4. Landsstýrismaðurin setir eitt depilsráð fyri Marknagilsdepilin, ið hevur til endamáls at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir. Depilsráðið skal veita rektaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi fyri skúladepilin innan fyri karmarnar av stk. 2.
Stk. 2. Depilsráðið skal við síni ráðgeving og tilmæli tryggja tað yrkisfakliga virksemið í Marknagilsdeplinum, og depilsráðið skal virka fyri, at Marknagilsdepilin í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grundútbúgvingar, eftirútbúgvingar og víðariútbúgvingar, sum eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.
Stk. 3. Depilsráðnum verður heimilað at ráða yvir tí inntøkufíggjaða virkseminum í Marknagilsdeplinum. Depilsráðið skal í tøttum samstarvi við rektaran tryggja, at hetta fer fram sambært galdandi reglum.
§ 5. Í depilsráðnum eru sjey limir umframt eitt næmingaumboð, umboðandi tað yrkisliga virksemi, sbr. stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir sjey limir og sjey varalimir fyri 4 ár í senn eftir tilmæli sambært stk. 2.
Stk. 2. Depilsráðslimir og varalimir verða tilnevndir eftir tilmæli frá teimum í nr. 1 og nr. 3 nevndu pørtum, og teir skulu harumframt verða úr upptøkuøki A sambært § 25, stk. 2 og 3 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar:
1) Viðkomandi yrkisfeløg á arbeiðsmarknaðinum innan tað yrkisútbúgvingarliga økið gera tilmæli um tilsamans fýra limir og fýra varalimir við javnstórari umboðan av arbeiðsgevarum og løntakarum,
2) Lærararáðið á skúladeplinum í Marknagili ger tilmæli um tveir limir og tveir varalimir umboðandi ávikavist yrkisútbúgvingarnar og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og
3) kommunufelagið ger tilmæli um ein lim og ein varalim.
Stk. 3. Næmingaráð í Marknagilsdeplinum tilnevna tilsamans eitt næmingaumboð og eitt varaumboð, umboðandi tað yrkisliga virksemið. Næmingaumboðið verður valt á hvørjum ári og kann luttaka á fundum og hevur talurætt, men ikki rætt at greiða atkvøðu.
Stk. 4. Depilsráðið velur formann og næstformann millum limirnar, sum landsstýrismaðurin hevur tilnevnt. Valið verður avgjørt gjøgnum atkvøðugreiðslu við vanligum meiriluta.
Stk. 5. Teir í stk. 2 tilnevndu persónar skulu tilsamans hava dyggar royndir í leiðslu, fyriskipan og menning umframt gott innlit í føroysk útbúgvingarviðurskifti og samfelagsviðurskifti sum heild.
§ 6. Rektarin tekur lut á fundum í depilsráðnum og leggur fundarskrá í samráð við formannin. Rektarin hevur talurætt, men ikki rætt at greiða atkvøðu.
Stk. 2. Depilsráðið ger starvsskipan fyri virksemi sítt, sum landsstýrismaðurin skal góðkenna.
Gildiskoma
§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 22. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 154/2014