Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. juli 2011Nr. 98
Kunngerð um kærunevnd at viðgera avgerðir yrkisnevndarinnar
Við heimild í § 23, stk. 5 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, verður ásett:
§ 1. Kærunevndin viðger og tekur støðu til kærur um avgerðir tiknar av yrkisnevndini.
§ 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin, sum er fastur limur í nevndini. Formaðurin skal verða løgfrøðingur og verða tilnevndur fyri eitt 4 ár skeið. Á sama hátt tilnevnir landsstýrismaðurin ein varalim fyri formannin.
Stk. 2. Í seinasta lagi 4 vikur eftir, at kæra er móttikin, tilnevnir formaðurin eitt arbeiðsgevaraumboð og eitt løntakaraumboð í nevndina eftir tilmæli frá avvarðandi yrkisfeløgum.
§ 3. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, kærarin fær skrivliga fráboðan um avgerð yrkisnevndarinnar.
§ 4. Formaðurin boðar nevndarlimunum til fundar. Nevndin er viðtøkufør, tá ið allir limirnir eru møttir. Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
§ 5. Kærunevndin skal miða eftir at taka avgerð innan 4 vikur, eftir at allir tørvandi upplýsingar í málinum eru nevndini í hendi.
Stk. 2. Kærarin skal hava skrivlig boð um avgerðina innan 8 dagar eftir, at hon er tikin.
Stk. 3. Avgerð tikin av kærunevndini er endalig innan fyrisitingina.
§ 6. Landskassin rindar útreiðslurnar av virkseminum hjá kærunevndini.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 87 frá 15. mai 2001 um kærunevnd í sambandi við góðkenning av virkjum sum lærupláss, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 24. august 2001 úr gildi.
Mentamálaráðið, 12. juli 2011
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)