7. oktober 2014Nr. 98
Kunngerð um skyldu at hava hund í bandi, sum broytt við kunngerð nr. 95 frá 13. juni 2017
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar verður ásett:
§ 1. Hundar skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.tíl., sum eru opin fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
§ 2. Brot á § 1 verður revsað við bót.
§ 3. Henda kunngerð er galdandi fyri Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu og Klaksvíkar kommunu.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 18. juni 2014 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu.
Vinnumálaráðið, 7. oktober 2014
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 13. juni 2017.