Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2013Nr. 7
Kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, sum seinast broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2020
(Upptøkukunngerðin)
1) Við heimild í § 2, stk. 5, § 16, stk. 2, § 24, § 25, stk. 4 og 6 og § 26, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 15. mai 2014, verður ásett:
Kapittul 1
At leiðbeina umsøkjarar og foreldur
§ 1. Mentamálaráðið skipar fyri, at umsøkjarar og foreldur verða kunnað um undirvísingarmøguleikar í gymnasialu miðnámsskúlaskipanini, um treytir fyri upptøku til 1. flokk á teim ymisku breytunum og um møguleikan at verða tikin upp eftir meting.
Stk. 2. Leiðbeiningin skal greiða frá breytum, felagslærugreinum, breytarlærugreinum, kravdum vallærugreinum, fríum vallærugreinum, stuðulsmøguleikum, gjaldi fyri ávíst undirvísingartilfar, gjaldi fyri stakgreinaundirvísing og gjaldi fyri fjarlestur.
Stk. 3. Leiðbeiningin skal sendast øllum framhaldsdeildum og kann somuleiðis sendast øðrum viðkomandi stovnum í seinasta lagi 15. januar tað árið, undivísingin byrjar.
Kapittul 2
Upptøkuøkir
§ 2. Til gymnasialu skipanina eru Føroyar skipaðar í tvey upptøkuøki: Øki A og øki B. Upptøkuøki B fevnir um Norðuroyggjar, Eysturoy og tann partin av Sunda kommunu, sum liggur á Streymoynni. Upptøkuøki A er restin av Føroyum.
Stk. 2. Umsøkjari verður tikin upp á ta breyt, í tí økinum, har umsøkjarin er heimahoyrandi. Ein umsøkjari er heimahoyrandi í teirri kommunu, har hann er skrásettur sambært fólkayvirlitinum.
Stk. 3. Í teimum førum, breytin bert finst í øðrum upptøkuøkinum, A- ella B-økinum, verða Føroyar roknaðar sum eitt upptøkuøki.
§ 3. Mentamálráðið ásetur umsóknarfreistina.
Stk. 2. Upptøka í breytarskipanina og til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing kann vanliga bert fara fram, áðrenn undirvísingin er byrjað. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann tó í serligum føri taka næmingar inn eftir at undirvísingin er byrjað.
Kapittul 3
Upptøkutreytir til 3 ára breytir og lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing
§ 4. 2) 3) Upptøka í 1. flokk á eini 3 ára breyt er treytað av, at umsøkjarin
1) hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans sambært ásetingunum í lógini um fólkaskúla ella hevur samsvarandi útbúgving,
2) hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði,
3) hevur lokið tær munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út, og
4) lýkur hesi breytakrøv:
a) Á búskaparbreytini: Velur umsøkjari ávíst framhaldsmál, skal hann hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í nevnda framhaldsmáli.
b) Á hugbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í týskum.
c) Á náttúrubreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði.
d) Á tilfeingisbreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði.
e) Á tøknibreytini: Umsøkjarin skal hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í minsta lagi 2 ár í alis- og evnafrøði.
5) umsøkjarin skal hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 2. Umsøkjari, sum hevur lokið 10. flokk fólkaskúlans, kann verða tikin inn í 1. flokk, eftir somu treytum sum umsøkjari úr 9. flokki, og próvtøkur fólkaskúlans í 10. flokki kunnu tá koma í staðin fyri próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki.
Stk. 3. 4) Næmingar, sum í týskum lúka treytirnar fyri upptøku í valbólk, har týskt er framhaldsmál, kunnu ikki takast upp í valbólk, har týskt er byrjanarmál.
Upptøka í serflokk 1)
§ 4 a. 1) Umframt vanligu upptøkutreytirnar skulu umsøkjarar til serflokkar til upptøkusamrøðu í avvarðandi útbúgvingarstovni.
Stk. 2. Ein upptøkubólkur umboðandi útbúgvingarstovnin, Sernám og Almannaverkið hevur samrøður við umsøkjarar til serflokkar.
Stk. 3. Upptøkubólkurin ger tilmæli til leiðara útbúgvingarstovnins, ið tekur avgerð um upptøku.
Stk. 4. Tilmælið frá upptøkubólkinum tekur støði í fakligu og sosialu heildarstøðu næmingsins í mun til serflokkatilboðið.
Stk. 5. Tilmælið tekur eisini støði í raðfestum plássi, hølisplássi og flokssamanseting.
Upptøka eftir meting
§ 5. 1) Umsøkjarar, sum ikki lúka treytirnar í § 4, t.d. tí tey koma úr útlendskari skipan, ið ikki samsvarar við ta føroysku, kunnu tó verða tiknir upp við støði í meting leiðara útbúgvingarstovnsins. Meting leiðarans skal byggja á møgulig ársmet og royndarmet, sum umsøkjarin hevur við sær, á møgulig førleikaummæli og á samrøðu ella á møguliga fakliga upptøkuroynd í einari ella fleiri lærugreinum.
Upptøka til stakgreinalestur
§ 6. Umsøkjari kann verða tikin upp til stakgreinalestur í einstøkum lærugreinum, um umsøkjarin lýkur fakligu fortreytirnar í teimum einstøku lærugreinunum, sum søkt verður inn á, og umsøkjarin lýkur almennu upptøkutreytirnar, t.e. fullført 9. flokk ella javnbjóðis útbúgving.
Stk. 2. Fyri at vera tikin upp sum stakgreinalesandi, skal umsøkjarin vera fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember í tí skúlaári, undirvísingin byrjar.
Kapittul 4
Upptøkutreytir til 2 ára fyrireikingarbreyt og lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing
§ 7. 2) 3) Upptøka á 2 ára fyrireikingarbreyt er treytað av, at umsøkjarin
1) hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans sambært ásetingunum í lógini um fólkaskúla ella hevur samsvarandi útbúgving, og
2) hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði, og
3) hevur lokið tær munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út, og
4) er fyltur 18 ár í seinasta lagi 31. desember tað árið, hann byrjar undirvísingina.
Stk. 2. 1) Umsøkjarin skal hava lokið royndirnar í stk. 1, nr. 1-3 við nóg góðum úrsliti og vera førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt.
Stk. 3. 1) Umsøkjari, sum hevur lokið 10. flokk fólkaskúlans, kann takast inn í 1. flokk, eftir somu treytum sum umsøkjari úr 9. flokki, og próvtøkur fólkaskúlans í 10. flokki kunnu tá koma í staðin fyri próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki.
Stk. 4. 1) Umsøkjarar til 2 ára fyrireikingarbreytina, sum ikki lúka krøvini um upptøku sambært stk. 2, verða kallaðir inn til upptøkusamrøðu á tí stovni, teir hava sett sum fyrsta breytaynski. Samrøðan er grundarlag undir avgerð útbúgvingarleiðarans um upptøku.
Upptøka eftir meting
§ 8. Leiðari útbúgvingarstovnsins kann gera av, at umsøkjari við øðrum førleika, ið samsvarar við krøvini í § 7, kann verða tikin upp. Upptøka fer tá fram eftir ítøkiligari meting av fakliga førleika umsøkjarans, sbrt. § 5.
Upptøka til stakgreinalestur
§ 9. Umsøkjari kann verða tikin upp til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing í einstøkum lærugreinum á eini 2 ára breyt sambært reglunum í § 6.
Kapittul 5
Upptøkumannagongd til 2 ára og 3 ára breytirnar
Umsóknarblaðið
§ 10. Tá ið søkt verður um upptøku á breytarskipanina, verður umsóknarblað nýtt, sum Mentamálaráðið ger. Umsøkjarar, sum ganga í 9. ella 10. flokki, kunnu lata fráfaringarskúlanum umsóknarblaðið, sum sendir tað víðari til útbúgvingarstovnin. Tó kunnu allir umsøkjarar senda umsóknina við teimum neyðugu upplýsingunum beinleiðis til rætta útbúgvingarstovnin.
Stk. 2. Umsóknin verður undirskrivað av umsøkjaranum. Er umsøkjarin undir 18 ár og ógiftur, verður umsóknin harafturat undirskrivað av foreldramyndugleikanum.
Stk. 3. 5) Umsóknin kann eisini latast inn talgilt. Umsøkjari váttar á talgilda umsóknarblaðið sbrt. stk. 1, at upplýsingarnir eru rættir. Er umsøkjarin undir 18 ár og ógiftur, verður umsóknin váttað av foreldramyndugleikanum.
§ 11. Umsóknarblaðið verður fylt út við upplýsingum frá fráfaringarskúlanum og frá umsøkjaranum sjálvum.
Stk. 2. Umsøkjarin ella foreldramyndugleikin skal á umsóknarblaðið
1) skriva persónsupplýsingar,
2) upplýsa fortreytirnar fyri upptøku, 9. flokk, 10. flokk ella annað,
3) velja eitt ella fleiri útbúgvingarynski, breyt og útbúgvingarstað,
4) sjálvur, ella umvegis fráfaringarskúlan, útvega seinastu støðu- og royndarmet ella próvtøl umsøkjarans frá 9. ella 10. flokki fólkaskúlans, sum svara til krøvini í § 4, stk. 1 ella krøvini í § 7, stk. 1,
5) gera vart við serlig viðurskifti, sum skúlin eigur at vera kunnaður um, og sum møguliga kunnu bøtast um við sernámsfrøðiligum stuðli,
6) gera vart við møguligt ynski um at búgva á búdeild, og
7) velja tær lærugreinar, sum skulu vera valdar áðrenn upptøku, sbrt. stk. 3.
Stk. 3. Valini, sum skulu verða gjørd áðrenn upptøku, eru hesi:
1) Á búskaparbreytini
a) eitt mál á B-stigi, ein listalærugrein á C-stigi ella ein onnur lærugrein á C-stigi.
2) Á fyrireikingarbreytini
a) eitt mál á B-stigi, byrjanar- ella framhaldsmál, ella danskt á A-stigi,
b) ein náttúrulærugrein á C-stigi og
c) ein listalærugrein á C-stigi.
3) Á hugbreytini
a) eitt mál á A-stigi (byrjanar- ella framhaldsmál),
b) eitt mál á B-stigi (byrjanar- ella framhaldsmál) ella danskt á A-stigi, og
c) ein listalærugrein á C-stigi.
4) Á náttúrubreytini
a) ein listalærugrein á C-stigi.
5) Á tilfeingisbreytini
a) einki val.
6) Á tøknibreytini
a) einki val.
Viðgerð av umsóknum
§ 12. Leiðarin á tí útbúgvingarstovni, ið umsøkjarin hevur valt sum fyrsta breytaynski, ger av, hvørt umsøkjari verður tikin upp, verður vístur til fakliga upptøkuroynd ella ikki verður tikin upp.
Stk. 2. Verður umsøkjari vístur til fakliga upptøkuroynd ella ikki tikin upp, skal umsóknin beinanvegin sendast víðari til stovnin, sum umsøkjarin hevur valt sum annað breytaynski. Leiðarin á tí útbúgvingarstovni, ið umsøkjarin hevur sum annað breytaynski, ger síðan av, hvørt umsøkjarin verður tikin upp, verður vístur til fakliga upptøkuroynd ella ikki verður tikin upp. Soleiðis verður hildið fram til endalig avgerð er tikin. Bert seinasti stovnur skal boða frá samlaðu viðgerðargongdini og endaligu avgerðini.
§ 13. Allar avgerðir um upptøku ella ikki upptøku verða fráboðaðar umsøkjarunum skrivliga ella, um umsøkjarin er undir 18 ár og ógiftur, eisini foreldra- ella verjumyndugleikanum.
Stk. 2. Er upptøkan gjørd við vármetum sum grundarlagi, skal umsøkjarin, áðrenn hann byrjar útbúgvingina, skjalprógva, at hann hevur staðið próvtøkurnar, sum svara til vármetini.
Stk. 3. Umsøkjari, sum hevur fingið boð um, at hann er upptikin, skal byrja útbúgvingina sama ár. Tekur umsøkjarin ikki av, má hann søkja av nýggjum, um hann seinni ætlar sær í holt við útbúgvingina.
Upptøkumannagongd til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing á 2 ára og 3 ára breyt
§ 14. Umsøkjari, sum ynskir upptøku til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing á eini 3 ára breyt, skal venda sær til tann útbúgvingarstovn, har umsøkjarin ynskir at fylgja undirvísingini. Umsøkjarar verða tiknir upp í tann mun, pláss er.
Stk. 2. Mentamálaráðið ásetur umsóknarfreistina, tó ikki seinni enn 20. juni. Umsøkjarar, sum skriva seg inn, eftir at umsóknarfreistin er úti, og sum annars lúka upptøkutreytirnar, verða bert tiknir upp í tann mun, pláss er.
§ 15. 6) Umsøkjari, ið søkir um upptøku til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing á 2 ára breytini, verður innkallaður til upptøkusamtalu, og verður samtalan grundarlagið undir meting leiðara útbúgvingarstovnsins, hvørt umsøkjarin kann verða tikin upp. Umsøkjarar verða tiknir upp í tann mun, pláss er.
Stk. 2. Hevur umsøkjari fyrr verið tikin upp til eina gymnasiala útbúgving, ger leiðari útbúgvingarstovnsins av, hvørt umsøkjarin kann verða tikin upp beinleiðis, ella hann skal verða kallaður inn til nýggja upptøkusamtalu.
Stk. 3. 6) Landsstýrismaðurin ásetur umsóknarfreistina, tó ikki seinni enn 20. juni. Umsøkjarar, sum skriva seg inn, eftir at umsóknarfreistin er úti, og sum annars lúka upptøkutreytirnar, verða bert tiknir upp í tann mun, pláss er.
Upptøkumannagongd til framhald á 2. ári á einari gymnasialari breyt.
(FHS, SIT o.a.)
§ 16. Umsøkjari, sum ætlar at søkja inn á 2. árið á einari gymnasialari breyt sbrt. § 26 í lógini, skal nýta somu mannagongd, sum umsøkjarar til 1. árið.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins skal ítøkiliga meta um útbúgvingina, sum umsøkjarin nýtir sum upptøkugrundarlag, í mun til stig og innihald á breytini 1. ári.
Stk. 3. Metir leiðari útbúgvingarstovnsins, at umsøkjarin hevur fortreytir svarandi til C-stigsførleika í lærugreinunum 1. árið, og annars er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt, verður umsóknin gingin á møti. Á búskaparbreytini er talan um hesar lærugreinar: føroyskt, enskt, samfelagsfrøði, støddfrøði, ítróttur og heilsa, virkisbúskapur, sølubúskapur og altjóðabúskapur. Á tøknibreytini er talan um hesar lærugreinar: føroyskt, enskt, samfelagsfrøði, støddfrøði, ítróttur og heilsa, evnafrøði, lívfrøði, alisfrøði, samskiftistøkni og tøknifrøði.
Stk. 4. Í felagslærugreinini ítróttur og heilsa kann umsøkjarin tó vinna sær C-stigsførleikan sbrt. stk. 2 við eykalestri á 2. ella 3. ári í breytaskipanini.
Upptøkumannagongd í sambandi við breytaskifti
§ 17. Umsøkjari, sum ætlar at skifta breyt fyri 1. oktober, sbrt. § 8 í lógini, skal nýta hesa mannagongd:
1) Saman við umsóknini um breytaskifti skal umsøkjarin lata stovninum, sum hevur ta breytina, umsøkjarin ætlar at skifta til, upprunaumsóknina við øllum fylgiskjølum. Somuleiðis skal umsøkjarin skrivliga boða stovninum, við upprunabreytini, frá, at umsókn um breytaskifti er send.
2) Leiðari útbúgvingarstovnsins avgreiðir umsóknina sbrt. upptøkureglunum fyri ta breytina, sum umsøkjarin hevur ynskt at skifta til.
3) Umsøkjarin skal skrivliga kunnast um úrslitið av viðgerðini og leiðari útbúgvingarstovnsins á gomlu breytini skal hava avrit.
Býti av umsøkjarum
§ 18. Landsstýrismaðurin kann til endamálið seta býtisnevnd, sum kann flyta umsøkjarar millum upptøkuøkini. Nevndin verður mannað við einum umboði fyri tann stovnin, sum møguliga skal lata umsøkjara frá sær og einum umboði fyri stovnin, sum møguliga skal taka í móti umsøkjara og einum umboði frá Mentamálaráðnum.
§ 19. Er umsøkjaratalið til eina breyt størri enn upptøkurúmdin loyvir, kann býtisnevndin fremja býti av skikkaðum umsøkjarum millum økini. Býtið av umsøkjarum skal m.a. gerast við atliti at fjarstøðu og flutningsmøguleikum.
Kapittul 6
Ásetan av rúmd
§ 20. Mentamálaráðið ásetur við støði í fíggjarkørmum og bygningsrúmd flokkatalið á tí einstaka skúlanum.
Kapittul 7
Kæruásetingar
§ 21. Avgerðir leiðara útbúgvingarstovnsins, sbrt. hesi kunngerð, kunnu, samsvarandi § 40, stk. 3 í lógini, verða kærdar til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Er kærarin undir 18 ár og ógiftur, kann foreldramyndugleikin somuleiðis kæra vegna kæraran.
Stk. 3. Kæra verður skrivliga send leiðara útbúgvingarstovnsins, ið sendir kæruna víðari til landsstýrismannin saman við sínum ummæli av málinum. Áðrenn málið verður sent landsstýrismanninum, skal leiðari útbúgvingarstovnsins geva kæraranum høvi til, innan 7 dagar, at gera viðmerkingar til hansara ummæli. Møguligar viðmerkingar hjá kæraranum skulu eisini sendast landsstýrismanninum.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tekur avgerð um staðfesting av avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins, ella tekur avgerð um, at kæran verður gingin á møti.
Kapittul 8
Gildiskoma
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 22. januar 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 14 frá 5. mars 2019.
2) Broytt við kunngerð nr. 120 frá 19. juli 2019, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsøkjarar, sum søkja um upptøku at byrja útbúgvingina í august 2023 og seinni.”
3) Broytt við kunngerð nr. 14 frá 2. mars 2020.
4) Broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014.
5) Broytt við kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015.
6) Broytt við kunngerð nr. 60 frá 11. mai 2016.