2. oktober 1992Nr. 139
Kunngerð um skyldu hjá læknum og tannlæknum at siga Arbeiðseftirlitinum frá vinnusjúkum
Við heimild í § 33, stk. 3 í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Læknar og tannlæknar, sum í yrki sínum staðfesta ella fáa illgruna um, at fólk hava fingið heilsubrek av arbeiði, skulu boða Arbeiðseftirlitinum frá hesum.
§ 2. Skyldan at boða frá dettur burtur, um læknin ella tannlæknin hava tryggjað sær, at starvsfelagi hevur sagt frá tí sama.
§ 3. Fráboðanin verður send Arbeiðseftirlitinum beinanvegin, tá læknin ella tannlæknin staðfestir ella fær illgruna um, at heilsubrek kann verða elvt av arbeiði.
§ 4. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir § 40 í lógini.
§ 5. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.