Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2015Nr. 119
Kunngerð um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum
Við heimild í § 4, § 6, stk. 1, nr. 1-4 og stk. 2, § 8, stk. 4 og § 11 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgvingin av manning á skipum o.ø. verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin fevnir um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipi.
Krøv til trygdarskeiðið
§ 2. Trygdarskeiðið til manning við fiskiskipi skal lúka krøvini í altjóða sáttmálanum um útbúgving, um sjóvinnu og um vaktarhald fyri manning á fiskiskipi STCW-F sáttmálin, regla III/I, Training and Certification of Fishing Vessel Personel.
Mál fyri skeiðið
§ 3. Trygdarskeiðið skal menna næmingin við denti á vitan um trygd.
§ 4. Førleikamálini fevna um ta vitan, tey evni og teir førleikar, sum næmingurin skal røkka á trygdarskeiðnum fyri manning á fiskiskipum.
Stk. 2. Vitanarførleikarnir sbrt. stk. 1. geva næminginum:
1) kunnleika til ta bjargingarútgerð, sum er umborð á einum fiskiskipi,
2) kunnleika til vanlukkur á sjónum og bjarging á sjónum,
3) grundleggjandi vitan um eld og eldsløkking,
4) kunnleika til arbeiðstrygd umborð á einum fiskiskipi,
5) kunnleika til tey lógásettu viðurskifti viðvíkjandi fiskivinnu og
6) grundleggjandi vitan um fyrstuhjálp.
Stk. 3. Evnisførleikarnir sbrt. stk. 1 fevna um:
1) nýtslu av bjargingarútgerð, sum vanliga er at finna umborð,
2) luttaka í sambandi við eftirlit og røkt av persónligari bjargingarútgerð og
3) luttaka í eldsløkking við ymiskum sløkkievnum.
Stk. 4. Umframt teir førleikar, ið nevndir eru í stk. 2 og 3, nemur næmingurin sær førleikar at:
1) luttaka í trygdararbeiði umborð á einum fiskiskipi,
2) veita fyrstuhjálp við vanlukkur og sjúku, sum brádliga kemur fyri og
3) vera tilvitaður um ein ábyrgdarfullan atburð við handfaring av eldfimum evnum og tilfari, og er vitandi um týdningin av tilbúning um fyribyrging av eldi umborð.
Stk. 5. Eftir lokið skeið skal næmingurin lúka krøvini í STCW-F sáttmálanum og í samsvari við krøvini frá Sjóvinnustýrinum um hetta, viðvíkjandi grundleggjandi trygd á sjónum, sbrt. STCW-F sáttmálanum reglu III/I.
Skipan av skeiðinum
§ 5. Trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina.
Stk. 2. Skiftandi undirvísingarhættir skulu stuðla undir menningina av sjálvbjargni og samstarvsevnum.
Stk. 3. Skúlin skal skipa skeiðið á tann hátt, at tað lýkur krøvini í stk. 1og 2, innihaldinum í skjali 1 og krøvunum í STCW-F sáttmálanum.
Stk. 4. Skúlin hevur ábyrgdina av, at skeiðið verður framt sambært hesu kunngerð.
Longd á skeiðinum
§ 6. Trygdarskeiðið er ásett til 3 vikur, sum svarar til 4,5 stig í European credit Transfer System, ECTS-stig.
Upptøka
§ 7. Skúlin hevur ábyrgdina av upptøku á trygdarskeiðnum og at tryggja, at umsøkjarar lúka upptøkukrøvini sambært stk. 2.
Stk. 2. Upptøka til trygdarskeiðið fyri manning á fiskiskipum er treytað av, at umsøkjarin:
1) hevur galdandi heilsuprógv fyri sjófólk og
2) er fyltur 16 ár.
Próvtøka og prógv
§ 8. Døming fer fram sambært galdandi kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
Stk. 2. Skúlin skrivar út skeiðsprógv, tá ið næmingurin hevur fullført skeiðið. Kravið til fullført skeið er full luttøka í undirvísingini.
Undirvísingarførleiki
§ 9. Lærari, sum skal undirvísa í trygdarskeiði fyri manning á fiskiskipum, skal í minsta lagi hava útbúgving sum skipsførari við í minsta lagi tvey ára royndum sum einastýrimaður, yvirstýrimaður ella skipari við handilsskipi ella fiskiskipi.
Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv, skal lærari hava lokið viðkomandi námsfrøðiliga støðisútbúgving svarandi til 30 ECTS-stig.
Kærur
§ 10. Avgerðir, sum skúlin tekur sambært hesi kunngerð, kunnu kærast til landstýrismannin.
Stk. 2. Kærur um avgerðir sambært stk. 1. skulu latast leiðara skúlans til hoyringar. Kærarin skal hava høvi at gera viðmerkingar til hoyringarsvarið frá leiðara skúlans í seinasta lagi 7 dagar frá tí degi, at leiðari skúlans skrivliga hevur fráboðað hoyringina fyri kæraranum.
Stk. 3. Leiðari skúlans sendir kæruna, hoyringarsvarið og møguligar viðmerkingar frá kæraranum til landsstýrismannin.
Stk. 4. Freistin at kæra avgerðir sambært stk. 1 er 2 vikur frá tí degi, avgerð skúlans skrivliga er fráboðað kæraranum.
Stk. 5. Kærur um próvtøkur og próvtøkuviðurskifti annars skulu viðgerast sambært kunngerð um próvtøkuskipan fyri maritimar útbúgvingar.
Gjald
§ 11. Skúlin verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við trygdarskeiðið, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv.
Royndarskipan
§ 12. Sambært § 7, stk. 1 í løgtingslógini kann landsstýrismaðurin eftir frammanundan lagdari ætlan skipa fyri royndarvirksemi og kann tá víkja frá reglum í hesi kunngerð, ásettar við heimild í § 6 í løgtingslógini.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 11. november 2015
Rigmor Dam (sign.)
landsstýriskvinna
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Lýsing av innihaldinum í grundskeiðnum í skipsatstøðaraútbúgvingini
Fakevni: Trygd á Sjónum
Við ástøðligari, eins væl og verkligari undirvísing, hevur skeiðsluttakarin fingið vitan um trygd á sjónum, praktiska nýtslu og røkt av bjargingarútgerð umframt vitan um bygnaðin á sjóbjargingartænastu og bjarging við tyrlu, soleiðis at viðkomandi kann luttaka í arbeiðinum við trygd umborð á einum fiskiskipi.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1. Bjargingaramboð og útgerð – Rætta nýtslu av bjargingarútgerð undir hesum sela til bjarging við tyrlu, at seta út bjargingarbátar og bjargingarflakar, umframt mann yvir borð bátum, bjargingarbúna, bjargingarkransi, dugnaskap at venda einum koppaðum bjargingarflaka, og arbeiði við røkt av bjargingarútgerð.
2. Trygdarrullur – neyðsignalir, uppbygging og nýtsla av mynstringarrullum, undir hesum rættan atburð í sambandi við rullurnar.
3. Neyðsignalútbúnaður – neyðradio, EPIRB og SART, neyðboyur og nýtsla av pyrotekniskum neyðsignalútbúnaði og GMDSS- skipanini.
Fakevni: Arbeiðsumhvørvi og ergonomi
Við undirvísing í arbeiðsumhvørvi og ergonomi skal skeiðsluttakarin fáa sær førleikar viðvíkjandi trygd og at kenna teir vandar, sum kunnu koma fyri, soleiðis at viðkomandi kann gera arbeiðið umborð á einum fiskiskipi á ein tryggan og heilsugóðan hátt, og hava ogna sær ein hugburð til arbeiðsumhvørvi og arbeiðstrygd, soleiðis at viðkomandi er blivin tilvitandi um týdningin av einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi.
Eisini skal skeiðsluttakarin við undirvísing ogna sær kunnleika til, hvørjir fysiskir faktorar hava ávirka á kroppin tá ið arbeiðið verður framt, soleiðis at viðkomandi kann vera við til at fyribyrgja arbeiðsskaðar við at nýta gagnligar arbeiðsstøður og rørslur
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1. viðkomandi reglur og fyribyrgjandi trygdararbeiði – Lógir og reglur, sum hava týdning fyri eins egnu trygd og trygdina hjá øðrum, hættir at fyribyrgja vanlukkum umborð á fiskiskipi, slag og nýtsla av persónligari verndarútgerð.
2. Vandar tá ið fiskireiðskapur verður settur út og tikin inn aftur – veður og streymviðurskifti, hvussu reiðskapurin er háttaður, ljósviðurskifti, samskiftisviðurskifti og greiðsla.
3. Vandar tá ið lastað og lossað verður – fyrivarni tá ið fiskur verður ísaður, frystilastir, certificering av lastiútgerð og lossiútgerð og fyrivarni har vandi kann verða fyri svávulbrint.
4. Vandar tá ið skip verður bundið til bryggju – fyrivarni tá ið útgerðin at binda skipið skal riggast til, nýtsla av rættari útgerð at binda skipið við og røkt av útgerðini, arbeiðsstyrkin og brotstyrkin fyri trossar og veirar, vandaøkir.
5. Arbeiðsumhvørvi umborð á fiskiskipi – at lyfta á rættan hátt, hættir og amboð tá ið arbeitt verður við arbeiðsumhvørvi og at luttaka í meting av arbeiðsplássinum.
6. Ergonomi – hvørja ávirkan ymsar arbeiðsstøður hava á kroppin, gagnligt arbeiðslag tá ið arbeitt verður við at lyfta, bera, skumpa, og hála, viðkomandi hjálpiamboð í ymsum støðum í mun til innrætting av skipi og skipan av arbeiðinum.
Fakevni: Fiskihættir
Skeiðsluttakarin skal við undivísing í fiskihættum fáa ástøðiligar og verkligar førleikar viðvíkjandi arbeiðsgongdum, vandar og vandaøkir, sum eru neyðug fyri at arbeiða umborð á nútímans trolskipum, garnaskipum og nótaskipum umframt vaktarhald umborð á fiskiskipi.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1. Trol - Tá ið lemmar verða settir út og tiknir inn, tá ið trolið verður sett út og tikið inn, hvar veirar, blokkar og skeklar eru staðsettir.
2. Gørn – Tá ið gørn verða sett og tikin inn aftur.
3. Nót – Tá ið nót verður sett út og tikin inn aftur.
4. Trygd og vaktarhald – Vandaøkir har arbeiði fer fram, fyrivarni tá í akkerið verður koyrt út og tikið inn aftur, meginreglurnar fyri fyri vaktarhaldi umborð á fiskiskipi.
Fakevni: Fyriskipanarligu viðurskiftini hjá fiskivinnuni
Skeiðsluttakarin skal ogna sær førleikar um viðurskiftini hjá fiskivinnuni, sambandi við myndugleikar og aðrar stovnar sum eru neyðug fyri fólk í vinnuligum fiskiskapi. Harumframt skal skeiðsluttakarin ogna sær kunnleika til skyldur og rættindi innan tær rammur sum sjólóggávan ásetur.
Central evni:
1. Fiskivinnuútbúgvingar – framtíðar útbúgvingarmøguleikar innan fiskivinnu og viðkomandi vinnu á sjónum, útbúgvingar fyri sjófólk og fiskiskiparaútbúgving.
2. Sosialu umstøðurnar í sjóvinnuni- reglur, skyldur og rættindi viðvíkjandi sosialum og heilsu umstøðum sambært sjólóggávu.
Fakevni: Fyrsta hjálp og heilsuútbúgving
Skeiðsluttakarin skal gerast skikkaður til at kunna geva lívbjargandi fyrst hjálp tá ið vanlukka og brádlig sjúka kemur fyri, á ein slíkan hátt, at sjúk fólk og fólk sum hava fingið skaða verða hildin á lívi til hjálp við størri førleikum kemur til.
Skeiðsluttakarin skal harumframt taka heilsuútbúgving, sum gerð viðkomandi føran fyri at virka sjúkuviðgerði umborð á skipum, sum skulu verða útgjørd við medicinkistu C.
Krav til eftirmeting: hava tikið útbúgving sum sjúkuviðgerði til medicinkistu C, sambært galdandi førleikakrøvum.
Fakevni: Eldsløkking
Skeiðsluttakarin skal ogna sær kunnleika til fyribyrging og at sløkkja eld umborð á fiskiskipi, soleiðis at viðkomandi fær eina tilvitaða og ábyrgdarfulla atburð í sambandi við eldfim evni ella tilfar og er greiður yvir týdningin av fyribyrgjandi tiltøkum umborð. Skeiðsluttakarin skal eisini kunna um nýta eldsløkkjarar sum kunnu flytast, hava kunnleika til útgerð at sløkkja eld við umborð á skipi og skilja brandrullir umborð á fiskiskipi, soleiðis at viðkomandi kann gerast partur av tilbúgvingini umborð.
Krav til eftirmeting: Intern roynd.
Central evni:
1. Fyribyrging av eldi og eldsløkking umborð á skipi – hóskandi eldsløkkjarar sum kunnu flytast til sløkking av ymiskum sløgum av eldum og teirra vandum, ávaringarskipanir og skipanir til eldsløkking umborð á fiskiskipum.
2. Fyrivarni, brunavernd og brandrullir – fyrivarni tá ið eldur verður staðfestur, atburður við rýming frá bruna staðnum, brunavernd í sambandi við arbeiðið við røkt, endamálið við brandrullum og leiðbeiningum til fremjan av brunavenjingum.
3. Evakuering – kunnleika til evakuering í sambandi við eld.
4. Handfaring og røkt av eldsløkkingar útgerð – røkt av sløkkiútgerð, uppbyggjandi og fyribyrgjandi tiltøk sum forðing fyri eldi og rigga brandslangur til og av.