Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. juli 1990Nr. 102
Kunngerð um aldursmark at passa ávísar maskinur á fiskavirkjum v.m.
Við heimild í § 28, stk. 3, í løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974 um arbeiðaravernd sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 5. mai 1987, hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Ikki er loyvt at lata persónar undir 17 ár passa avhøvdarar, flakamaskinur, flekimaskinur, skrædlarar, kutarar og farsmaskinur.
Stk. 2. Viðvíkjandi aldursmarki fyri tól og maskinur ið ikki eru nevndar í stk. 1, verða hesar í hvørjum einstøkum føri mettar av eftirlitsmonnum Arbeiðseftirlitsins.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið skal saman við trygdarskipanini á virkinum merkja nevndu maskinur, soleiðis at eingin ivi skal verða um, hvørjar maskinur talan er um.
§ 2. Vísandi til § 5 í lógini hevur leiðsla virksins skyldu til at geva teimum persónum, ið passa maskinur og vandamikil tól, eina gjølla upplæring og leiðbeining at passa og handfara hesar maskinur og tól.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verða revað eftir § 40 í lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.