Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. mars 2023Nr. 9003
Rundskriv um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í fólkaskúlum, frískúlum, serskúlum og eftirskúlum
(Til skúlar í landinum)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 43 í fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, verður ásett:
1.2. Undirvísingin í svimjing skal leggjast til rættis við atliti at størsta tryggleika næminganna. Eftirlitið skal skipast í mun til váðan fyri óhappi og skaða.
2. Ábyrgd og læraratal
2.1. Tað áliggur leiðslu skúlans í sambandi við alla svimjiundirvísing at seta starvsfólk við neyðugum førleikum og at hava hert eftirlit við, at allar skipaðar mannagongdir og trygdarreglur í sambandi við svimjingina verða fylgdar.
2.2. Tá skúlin hevur svimjing ella tiltøk saman við næmingum í svimjihøllini, hava allir lærarar ábyrgdina av trygdini hjá næmingunum. Tó skal tað altíð verða í minsta lagi ein lívbjargari við fullgildum prógvi frá góðkendum skeiðsveitara til staðar í svimjihøllini. Hetta kann vera svimjilærarin ella ein av svimjilærarunum. Lívbjarganarprógvið skal sambært galdandi reglum endurnýggjast árliga.
2.3. Um so er, at fleiri lærarar eru um sama flokk av næmingum, skal ein lærari vera høvuðsábyrgdarlærari og skipa arbeiðsbýtið.
2.4. Um bólkurin av næmingum fer upp um 15, skal talið av lærarum vera tvey. Talið av lærarum verður hækkað við einum fyri hvønn byrjaðan bólk á 15 næmingar.
2.4.1. Tá talan er um byrjanarundirvísing, t.e. forskúli til 3. flokk, við færri enn 15 næmingum, skulu tveir lærarar vera til staðar. Um bólkurin er størri enn 15 næmingar, verður talið av lærarum ásett samsvarandi nr. 2.4.
2.4.2. Um so er, at ein ella fleiri næmingar við serligum tørvi eru partur av svimjibólkinum skal skúlaleiðarin meta og taka støðu til, um tað er neyðugt at hava eyka lærarar við.
2.5. Tá undirvísingin fer fram í svimjihallum, sum eisini eru opnar fyri almenninginum, skal høvuðsundirvísingarøkið í hylinum vera merkt við togum ella øðrum, so greiður skilnaður er millum almenningin og næmingar.
3. Førleikar og skeiðskrøv
3.1. Starvsfólk, sum undirvísir í svimjing, skal hava svimjilæraraprógv ella royndir samsvarandi hesum. Viðkomandi skal duga bjarging og upplívgan eisini við nýtslu av teirri upplívganarútgerð, sum er til taks, og skal hava neyðugan kunnleika til alla trygdarútgerð í svimjihøllini, og somuleiðis hava kunnleika til og førleika at nýta ávaringarskipanir og trygdarskipanir í svimjihøllini og nýta tólini til hjartabjarging og lungnabjarging, HLR.
3.2. Undirvísingarstýrið og skeiðsveitari gera avtalu um vavið av skeiðum í komandi skúlaári.
3.3. Skúlaleiðarin í einstaka skúlanum skal í samráð við Undirvísingarstýrið og skeiðsveitaran tilmelda tey starvsfólk, sum skulu taka lívbjargingarskeið, trygdarskeið og menningarskeið.
3.4. Undirvísingarstýrið ger í samráð við skúlarnar og skeiðsveitaran eina skipan, har svimjilærarar fáa høvi at taka kravdu royndirnar og skeiðini.
3.5 Frávik verður gjørt í krøvunum fram til skúlaársbyrjan 2023.
4. Gildiskoma
4.1 Hetta rundskriv kemur í gildi 20. mars 2023. Samstundis verður rundskriv nr. 2. frá 3. mai 1995 um trygdartiltøk í sambandi við svimjiundirvísing í fólkaskúlanum sett úr gildi.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 24. mars 2023
Djóni N. Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)