Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juli 2021Nr. 9001
Rundskriv um leiguskipan fyri hjálparráð til myndugleikar og einstaklingar til feriunýtslu
(Til Almannaverkið)
1. Heimild
1.1. Við heimild í § 37, nr. 2 í fráboðan nr. 128 frá 16. september 2019 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar verður ásett:
2. Virkisøki
2.1. Hetta rundskriv fevnir um leiguskipan fyri hjálparráð til myndugleikar undir hesum eisini fyri einstaklingar til feriunýtslu.
3. Leiguskipan til myndugleikar
3.1. Sambært § 2, stk. 2 í kunngerð um hjálparráð sambært § 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur kann Almannaverkið mótvegis gjaldi leiga út ávís hjálpartól til myndugleikar.
4. Ávís hjálpartól
4.1. Hjálparráð, ið kann endurnýtast, kann mótvegis gjaldi leigast út til myndugleika, sum brúkar hjálparráð í virkseminum, sbr. § 2, stk. 2 í kunngerð um hjálparráð sambært § 29 í løgtingslóg um almannatrygd.
4.2. Almannaverkið kann mótvegis leigugjaldi leiga út:
1) hjálpartól, sum verða nýtt í virksemi hjá myndugleikum, og
2) hjálpartól, sum eru at meta sum grundútbúnaður.
4.3. Hjálpartól, ið kunnu leigast út, eru endurnýtslutól, tað eru tól, sum hava verið keypt og brúkt sambært § 29, stk. 6, 2. pkt. í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Leiguvirksemið kann eisini fevna um nýggj tól, sum eru keypt fyri inntøkur, sum stava frá leiguvirkseminum ella fyri játtan, avsett til endamálið.
4.4. Almannaverkið ger ein lista yvir hjálpartól, ið kunnu leigast út.
4.5. Avmarkingar.
4.5.1. Hjálpartól sambært omanfyri standandi fevna bert um hjálpartól, ið Almannaverkið hevur serligan fakligan kunnleika til og tí hjálpartól, ið eru fevnd av virkisøkinum hjá Almannaverkinum.
4.5.2. Til ber ikki at leiga viðgerðartól ella undirvísingarútgerð frá Almannaverkinum. Tílík tól og útgerð liggja uttan fyri virkisøkið hjá Almannaverkinum.
4.5.3. Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru sambært § 29 b, stk. 6, 1. pkt. í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ikki at meta sum hjálparráð.
4.5.4. Leiguskipanin fevnir ikki um smálutir, ið hava eitt kostnaðarstøði, har tað loysir seg betri at keypa enn at leiga.
5. Myndugleikar, ið kunnu leiga
5.1. Myndugleikar, ið kunnu leiga hjálpartól frá Almannaverkinum, eru:
1) ellisheim, røktarheim og eldrasambýli,
2) fólkaskúlar, miðnámsskúlar og aðrir skúlar,
3) Sernám,
4) heilsuverk, herundir sjúkrahús ella annar heilsumyndugleiki, og
5) aðrir myndugleikar.
6. Ásetan av leigugjaldi
6.1. Leigugjaldið verður ásett fyri hvønn dag, tó í minsta lagi fyri 30 dagar.
6.2. Leigugjaldið fyri einstaka tólið verður ásett sum útveganarkostnaður fyri tólið umframt aðrar útreiðslur, sum standast av leiguni, deilt við mettu livitíðini.
6.3. Grundarlag undir útrokning av kostnaðinum fyri hjálpartól er fylgjandi:
1) Útveganarkostnaður.
2) Mettur viðlíkarhaldskostnaður í livitíðini.
3) Mett eykalutanýtsla í livitíðini.
4) Umsitingarkostnaður, íroknað t.d. lønarkostnað og lagurkostnað.
5) Flutningskostnaður, út og heim.
6) Avgreiðslukostnaður, so sum avgreiðsla, klárgering og reingerð, tá ið tól kemur aftur.
6.4. Leigugjald um dagin fyri hjálpartól er sostatt kostnaður sambært nr. 6.3, nr. 1-4 mett livitíð, umframt gjald fyri veruligar flutningsútreiðslur nr. 5 og gjald fyri avgreiðslukostnað nr. 6.
6.5. Almannaverkið ger kostnaðarfrymlar sambært nr. 6.3 fyri hvørt hjálpartól sær á listanum sambært nr. 6.4. Samlaði leiguprísurin fyri hvørt tól sær um dagin skal síggjast á listanum.
6.6. Leigugjald verður rindað frá og við tí degi, tólið verður útleigað. Leigugjaldið steðgar, tá Almannaverkið hevur móttikið tólið, ella frá tí degi, Almannaverkið hevur fingið áheitan um at heinta tólið.
6.7. Almannaverkið fakturerar leigugjaldið mánaðarliga ella hvønn ársfjórðing, og er gjaldsfreistin 21 dagar frá fakturadagfesting.
7. Leiguskipan til einstaklingar til feriunýtslu
7.1. Hóast persónur ikki lýkur treytirnar í § 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, fyri at fáa stuðul, ella um talan er um eyka sett av hjálpartólum, kann Almannaverkið mótvegis gjaldi leiga hjálpartól til persónar til feriunýtslu. Við hjálpartól verður víst til nr. 4.2-4.4.
7.2. Leigugjaldið fyri hvønn dag verður ásett sambært nr. 6.3, nr. 1-4. Umframt leigugjald skal gjaldast avgreiðslukostnaður og møguligar flutningsúttreiðslur í ítøkiliga málinum sambært nr. 6.3, nr. 5 og 6.
7.3. Leigugjald fyri væntaða leigutíð, avgreiðslukostnaður og møguligar flutningsútreiðslur verður at rinda frammanundan.
7.4. Leigugjald verður rindað frá og við tí degi, tólið verður útleigað. Leigugjaldið steðgar, tá Almannaverkið hevur móttikið tólið aftur.
8. Leigusáttmáli og skráseting av tólum
8.1. Leigusáttmáli verður gjørdur millum Almannaverkið og leigara, har m.a. leigukostnaðurin er ásettur. Í leigusáttmálanum skal eisini standa, at leigarin hevur skyldu at fara væl um tað leigaða, og at leigarin hevur dagliga viðlíkahaldið, so sum vanliga reingerð og dagligar innstillingar av tí leigaða um hendur, umframt hvørjar avleiðingarnar mishald av avtaluni hevur við sær.
8.2. Almannaverkið skrásetur øll útleigað tól sum verandi útleigað.
9. Gildiskoma
9.1. Hetta rundskriv kemur í gildi 15. juli 2021.
9.2. Hetta rundskriv kemur í staðin fyri rundskriv nr. 9000 frá 26. mai 2010 um leiguskipan hjá Hjálpartólamiðstøðini.
Almannamálaráðið, 8. juli 2021
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)