Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. november 2026Nr. 99
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti
(Orkuískoyti kann veitast tvær ferðir í 2026)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 160 frá 24. desember 2015 um familjuískoyti, sum broytt við løgtingslóg nr. 167 frá 20. desember 2017, løgtingslóg nr. 187 frá 21. desember 2018, løgtingslóg nr. 65 frá 9. mai 2019, løgtingslóg nr. 18 frá 10. mars 2020, § 10 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, løgtingslóg nr. 136 frá 25. oktober 2022, løgtingslóg nr. 42 frá 29. mars 2023, løgtingslóg nr. 162 frá 20. desember 2023 og § 17 í løgtingslóg nr. 53 frá 1. juni 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 e, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Orkuískoyti sambært § 1 a er 10.000 kr. í 2024 og 5.000 kr. í 2025 og kann útgjaldast eina ferð um árið. Í 2026 kann orkuískoyti veitast í tveimum sjálvstøðugum umsóknarumførum við 5.000 kr. í hvørjum umfarinum. Orkuískoyti kann bert veitast eina ferð til hvørt húski í hvørjum umsóknarumfari.”
2. Í § 2 e verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Rætturin til orkuískoyti í seinna umsóknarumfarinum í 2026 verður mettur eftir viðurskiftunum hjá húskinum, tá Almannaverkið tekur ímóti umsóknini í hesum umfarinum. Tað er ikki ein treyt, at húskið hevur fingið orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum.”
3. § 8 a, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Freistin at lata Almannaverkinum umsókn um orkuískoyti fyri 2024 og 2025 er 30. juni í viðkomandi ári. Í 2026 er umsóknarfreistin fyri fyrra umsóknarumfarið 30. juni og fyri seinna umsóknarumfarið 25. november. Í seinna umsóknarumfarinum skal nýggj umsókn latast Almannaverkinum, eisini um húskið hevur fingið orkuískoyti í fyrra umsóknarumfarinum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 10. november 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 43/2026