29. oktober 2026Nr. 94
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin)
(Yvirtøka av málsøkinum rúsandi evni)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum (Ræðislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 38 frá 16. mai 2024, verður § 1, stk. 2, nr. 7 orðað soleiðis:
“7) Heilsumál, læknar, jarðarmøður, sjúkrahús, tó ikki:
a) Farsóttir.
b) Rúsandi evni.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2027.
Í Tinganesi, 29. oktober 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 8/2026