Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. mars 1985Nr. 9
Løgtingslóg um vernd av dýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 19. mai 2015
1. kapittul.
Viðferð av dýrum
§ 1. Dýr skulu viðfarast forsvarliga og skulu ikki av vanrøkt, overving ella á annan hátt vera fyri óneyðugari líðing.
§ 2. Hvør, sum heldur dýr, skal syrgja fyri, at dýrið fær nóg mikið og hóskandi fóður og drekka, og at tað í aðrar mátar verður hildið og røkt forsvarliga, herundir at tilhaldsrúm hjá dýrinum er forsvarliga innrættað.
§ 3. Ikki er loyvt:
1. við helsi, tjóðri ella øðrum útbúningi at tarna dýri í rørsluni soleiðis, at hetta elvir dýrinum pínu ella hindrar tí at fáa neyðturvuliga hvíld,
2. at sláa dýr við lutum, ið eru skikkaðir at valda dýrinum ábrek ella svára pínu,
3. at svíða ullina av dýrum í staðin fyri at royta, klippa ella fyri at drepa ótoy,
4. at seta nagla, stáltráð ella líknandi í rennilin á svínum fyri at hindra teimum í at róta í jørðini. Har aftur í móti er loyvt at nýta slættar ringar og agraffir fyri at hindra svínum at róta í jørðini,
5. í samband við at avloysa dýr við burð at nýta krafttól og rossadrátt at taka burðin,
6. 1) at benda horn á seyði við nakkaspenni ella á annan hátt, tó er loyvt at benda við fjaðra stáli ytst á hornunum.
7. at tvangsfóðra dýr við gøðing í hyggju,
8. 2) at nýta livandi dýr til mál við skjótivenjing og -kapping, og
9. 3) 2) at skjóta kóp og onnur størri havdýr við høgli
10 2) (Strikað).
§ 4. Heldur ikki er loyvt:
1. at flyta livandi fisk við at seta stengur, viðjur, krókar ella snøri gjøgnum toknur, kjaft ella líknandi,
2. við viging av livandi fiski at krøkja vektarkrókar í nakran part av fiskinum, og
3. at nýta onnur livandi geisladýr enn fisk til agn.
§ 5. Verpingarbúr kunnu einans nýtast við loyvi frá landsdjóralæknanum. Loyvini verða givin fyri 5 ár í senn.
2. stk. Landsstýrið ásetir nærri reglur ella tekur avgerð um treytirnar fyri loyvinum og um hald og røkt av dýrunum.
3. stk. Landsstýrið kann áseta nærri reglur ella taka avgerð um innrættingina, raksturin og nýtsluna av øðrum framleiðsluháttum av eggum enn tí í 1. og 2. stk. nevnda.
4. stk. Landsdjóralæknin kann taka eitt loyvi til at nýta verpingarbúr aftur, um grovt ella endurtikið brot er gjørt á treytirnar fyri loyvinum ella á reglurnar fyri haldið og røktina av dýrinum.
5. stk. Avgerðir, tiknar eftir 1. og 4. stk., kunnu ikki leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika.
§ 6. Ross, um hvørji váttan frá djóralækna er til skjals um, at tey antin eru útslitin ella vegna aldur, varandi, ólekilig brek ella álvarsligar óvanar eru óhóskandi til brúks, og ross, sum eru avhandað ella afturgoldin av tryggingarfeløgum sum ólekilig og óhóskandi til brúks, skulu ikki handast ella ognast til annað endamál enn til sláturs, uttan so at landfútin gevur viðurkenning um avhandingina, ella at hon fer fram í samband við, at avvarðandi eigindómur ella virki verður avhandað.
§ 7. Dýr kunnu ikki verða vand til framsýning, sirkussýning, filmsupptøku ella líknandi, um hetta elvir dýrinum mein ella álvarsliga pínu.
2. stk. Villini dýr kunnu ikki verða nýtt til framsýning í sirkus, variete og líknandi vinnu. Framsýning av dýrum í ferðandi dýrasøvnum er ikki loyvd.
3. stk. Dýragarður, dýralundir og líknandi kunnu ikki setast á stovn uttan loyvi frá landfútanum. Landsstýrið kann gera nærri reglur um eftirlit við slíkari vinnu og um tilhaldsrúm og búr v.m. hjá dýrunum.
4. stk. Landfútin kann geva undantaksloyvi frá avgerðini í 2. stk., 1. punktum.
2. kapittul
Avlíving og skurðviðgerð v.m.
§ 8. Tann, sum ætlar at avlíva eitt dýr, skal vissa sær, at dýrið verður dripið so skjótt og pínuleyst sum gjørligt. Størri dýr, serliga ross og neyt, sum vegna ábrek, herundir beinbrot, mugu avlívast, kunnu ikki flytast til sláturs, men skulu avlívast á staðnum.
§ 9. 3) 4) Gelding av dýrum kann bert gerast av djóralækna og skal gerast undir nýtslu av doyving.
2. stk. Gelding av grísum og kálvum, sum ikki eru meira enn 1 mánað gamlir, kann verða gjørd av øðrum enn djóralæknum og uttan nýtslu av doyving, tá loyvi er fingið frá landsdjóralæknanum fyri hesum.
3. stk. Avgerðir eftir 2. stk. kunnu ikki leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika.
§ 10. At kuta halan av rossum og neytum og oyruni og halan av hundum kann bert verða gjørt, um tað er heilsuliga áneyðugt. Hetta kann bert gerast av djóralækna og skal gerast undir nýtslu av doyving.
§ 11. At taka horn av dýri kann bert verða gjørt, um tað er heilsuliga ella vinnuliga áneyðugt. Hetta kann bert gerast av djóralækna og skal gerast undir nýtslu av doyving.
2. stk. At taka knavar av kálvum, sum ikki eru meira enn 1 mánað gamlir, kann gerast av øðrum enn djóralækna, tá ið loyvi er fingið frá landsdjóralæknanum fyri hesum.
3. stk. Avgerðir eftir 2. stk. kunnu ikki leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika.
§ 12. Aðrar skurðviðgerðir hjá dýrum enn tær í §§ 9-11 nevndu, sum kunnu elva dýrinum líðing, undantikið smávegis og stuttvarandi pínu, kunnu bert gerast av djóralækna, uttan so, at viðgerðin kann ætlast at vera bráðneyðug.
3. kapittul.
Eftirlit við, at lógin verður hildin v.m.
§ 13. Tann, sum kemur fram á eitt dýr, ið er eyðsýnt sjúkt, skatt ella hjálparleyst, hevur skyldu eftir førimuni at veita dýrinum hjálp.
2. stk. Vegfarandi skulu hava fyrilit og vísa varsemi við dýrum, ið eru á ella við veg. Við ákoyring eru ásetingarnar í 1. stk. galdandi.
§ 14. Um eitt dýr av undirfóðring er so avmergjað ella avmaktað, at støðan hjá tí er óforsvarlig, kann løgreglan við eini dagligari bót áleggja eigaranum ella tí, sum hevur dýrið í hondum, at gera tiltak til, at dýrið verður fóðrað forsvarliga. Haraftrat kann løgreglan, um fóðringarstøðan ella heilsustøðan hjá dýrinum ger tað neyðugt, somuleðis við at áleggja dagligar bøtur, forbjóða brúk av tí fyri eitt tíðarskeið upp til 2 mánaðir, og henda freistin kann framleingjast, tó bert fyri 2 mánaðir í senn. Nevndu álegg, sum bert kunnu setast í verk eftir umbidnari váttan frá djóralækna, skulu vera til skjals skrivliga og fevna um ta í 2. stk. nevndu freist fyri at leggja málið fyri landsdjóralæknan.
2. stk. Tann, sum fær álegg eftir 1. stk., kann krevja spurningin, um grundarlag er fyri álegginum, lagdan fyri landsdjóralæknan áðrenn eina freist uppá 3 dagar frá tí, at áleggið verður givið. Í førum, har váttanin frá djóralæknanum sigur, at grundarlag ikki er fyri áleggi, kann løgreglan leggja málið fyri landsdjóralæknan. Sigur váttanin frá landsdjóralæknanum, at grundarlag er fyri, at áður givin álegg standa við, ella at álegg nú verða givin, fær eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, frásøgn um hetta við tilskilan um, at hann við at venda sær til løgregluna áðrenn 14 dagar eftir, áleggið er givið, kann krevja málið lagt fyri rættin.
3. stk. Kemur krav rættstundis til løgregluna um avgerð í rættinum, skal løgreglan syrgja fyri, at áleggið verður roynt í rættinum antin undir tí móti viðkomandi møguliga reista máli fyri brot á hesa lóg ella undir einum fyri viðkomandi undirrætt serliga reist mál. Verður spurningurin um rættargilduna av givna álegginum lagdur fyri dómstólarnar, hevur hetta ikki við sær, at áleggið verður útsett.
4. stk. Avgerðin hjá rættinum um áleggið verður tikin við úrskurði, sum ikki kann skjótast fyri hægri rætt.
5. stk. Geva váttanirnar frá djóralæknanum ella landsdjóralæknanum grundarlag fyri, at áleggið verður givið, hevur eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, skyldu at bera útreiðslurnar av váttanini. Fyri váttanina frá landsdjóralæknanum er hetta bert galdandi, um eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, hevur kravt, at málið varð lagt fyri landsdjóralæknan, og tá skulu bert beinleiðis útreiðslurnar til flutning v.m. gjaldast aftur.
§ 15. Í føri har undirfóðring av einum dýri, hóast álegg eftir § 14, 1. stk., áhaldandi fer fram ella, har mishandling av einum dýri fyriliggur, kann løgreglan flyta dýrið burtur og antin seta tað aðrastaðni ella, um støðan hjá tí er sovorðin, at tað eftir umbidnari váttan frá landsdjóralæknanum ikki eigur at liva, lata tað avlíva. Útreiðslurnar av hesum ber eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum.
§ 16. Tað er skylda hjá hvørjum djóralækna, sum kemur til eitt skatt ella sjúkt dýr, ið hann metir, ikki kann lekjast, og at tað fer at hava óneyðuga líðing við sær at lata tað liva, beinan vegin at fáa tað dripið, um eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, samtykkir í hesum, og um dýrið er tryggjað, at játtan frá tryggingarfelagnum er fingin. Eru hesar treytir ikki uppfyltar, er tað skylda hjá djóralæknanum beinan vegin at greiða løgregluni frá viðurskiftunum.
2. stk. Tá ið løgreglan fær slíka frágreiðing, skal hon alt fyri eitt biðja um váttan frá landsdjóralæknanum.
3. stk. Fær løgreglan á annan hátt kunnleika til, at eitt skatt ella sjúkt dýr er í slíkari støðu, at fortreytirnar fyri, at tað skal avlívast sambært 1. stk. kunnu ætlast at vera til staðar, skal váttan somuleiðis fáast frá djóralækna. Sigur váttanin frá djóralæknanum, at dýrið eigur at verða avlívað, skal tað avlívast alt fyri eitt, um eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, váttar, at hann er samdur við hetta og, um dýrið er tryggjað, játtan frá tryggingarfelagnum er fingin. Eru hesar treytir ikki loknar, skal løgreglan alt fyri eitt biðja um váttan frá landsdjóralæknanum.
4. stk. Um váttanin frá landsdjóralæknanum eftir 2. og 3. stk. sigur, at dýrið eigur at verða avlívað, skal hetta gerast alt fyri eitt.
5. stk. Í øllum førum, har avlíving skal finna stað, skal eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, hava skrivlig boð um hetta. Verða boðini ikki fylgd alt fyri eitt, skal løgreglan syrgja fyri, at dýrið verður avlívað.
6. stk. Tá ið tað hevur við sær óneyðugar, álvarsamar líðingar fyri eitt dýr, at tann í oman fyri nevndu reglum fyriskrivaða mannagongd verður brúkt, kann avlíving av einum skaddum dýri tó altíð verða gjørd alt fyri eitt, um tað er eyðsýnt, at dýrið ikki fer at koma undan meininum ella sum fylgju av hesum eftir fyriskrivaðu mannagongdini kortini verður avlívað.
7. stk. Eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum, ber útreiðslurnar av avlívingini av dýrinum. Útreiðslurnar fyri at fáa ta í 3. stk. nevndu djóralæknaváttan ber tað almenna, um avgerðin er, at dýrið ikki skal avlívast, er tað ber eigarin ella tann, sum hevur dýrið mótsatt, í hondum, tær. Um váttanin frá landsdjóralæknanum eftir 2. og 3. stk. sigur, at avlíving eigur at fara fram, hevur eigarin ella tann, sum hevur dýrið í hondum – ella tryggingarfelagið, um málið einans er lagt fyri landsdjóralæknan vegna tørvandi samtykki frá hesum – skyldu at endurrinda beinleiðis útreiðslurnar til flutning v.m. Annars ber tað almenna útreiðslurnar til landsdjóralæknan. Allar útreiðslur kunnu vera bornar av løgregluni sum forskot.
4. kapittul.
Almennar reglur og revsireglur v.m.
§ 17. Landsstýrið kann áseta reglur ella taka avgerð um flutning, slátur, avlíving, marking og serliga viðferð annars av dýrum.
§ 18. Vinnuligur handil við dýrum frá handli ella øðrum føstum sølustað kann bert fara fram við loyvi frá løgregluni. Loyvið kann verða tikið aftur, um tann handlandi verður revsaður fyri brot á hesa lóg ella, um dýrini ikki vera hildin og røkt forsvarliga.
2. stk. Reglan í 1. stk. er ikki galdandi fyri handil við rossum, neytum, svínum, seyði, geitum, kaninum, loðdýrum, flogfenaði og fiski.
§ 19. Tann, sum við overving, vanrøkt ella á annan hátt fer óforsvarliga við dýrum, verður revsaður fyri dýrplágarí við bót, hefti ella fongsli í upp til 1 ár. Hava viðurskiftini borið eyðkenni av mishandling, er revsingin fongsul í upp til 1 ár, við uppafturtøku í 2 ár.
2. stk. Tann, sum annars ger brot á reglurnar í hesi lóg ella á reglur ásettar eftir hesi lóg, verður revsaður, uttan so at annað er ásett, við bót ella hefti. Á sama hátt verður tann revsaður, sum skúgvar treytirnar fyri einum loyvi eftir lógini ella eftir reglum eftir lógini til viks ella letur vera við at fylgja boðum, sum eru givin eftir lógini ella eftir reglum eftir lógini.
3. stk. Skúgvar ein djóralækni fráboðanarskyldu sína eftir § 16, 1. stk. til viks, verður hann revsaður við bót.
4. stk. Er eitt brot gjørt av einum partafelagi, lutafelagi ella líknandi, kann bótarskyldan verða áløgd felagnum sum slíkum.
§ 20. Tann, sum er dømdur sekur fyri mishandling av dýrum, eins og tann, sum fyri áður at hava gjørt seg sekan í dýrplágaríi ella í øðrum broti av reglunum í hesi lóg ella í § 196 í borgarligu revsilógini av nýggjum verður sekur í slíkum broti, kann við dóminum fyri allar tíðir ella fyri eitt nærri avmarkað tíðarskeið verða frásagdur rættin til at eiga, brúka, halda ella slakta ella sum heild fáast við dýr persónliga. Forboðið kann avmarkast til at viðvíkja ávísum sløgum av dýrum. Brot á forboðið verður revsað við bót. Løgreglan kann flyta dýrið og selja tað ella avlíva tað, um ikki eigarin áðrenn eina freist, ið løgreglan ásetir, syrgir fyri, at dýrið verður sett aðrastaðni. Útreiðslurnar, ið standast av hesum, verða bornar av tí, ið brotið hevur forboðið.
2. stk. Tann, sum við vitan um eitt slíkt forboð, letur ein persón, hvørs rættur til at fáast við dýr heilt ella partvís er frádømdur eftir 1. stk., í tænastu síni útinna eitt verk, ið er móti forboðnum, verður revsaður við bót.
§ 21. Tað áliggur foreldrum, verja, húsbónda og øðrum, sum hava umsjón við børnum undir 15 ár, at syrgja fyri, at hesi ikki gera seg sek í broti á hesa lóg. Verður slíkt lógarbrot gjørt av barni undir 15 ár, verður tann revsaður, ið umsjónina hevur, um hann er vitandi um brotið, uttan at hann hevur roynt at fyribyrgja tí.
2. stk. Er grovt ósketni frá tí, ið umsjónina hevur, orsøk til, at hann er óvitandi um brotið, sum barnið hevur gjørt, verður hann revsaður við bót ella hefti.
§ 22. Sakarmál um brot á hesa lóg verða viðgjørd sum løgreglumál.
2. stk. Útreiðslurnar eftir hesi lóg verða, uttan so at annað er ásett, bornar av tí almenna sum útreiðslur hjá løgregluni.
§ 23. Lógin kemur í gildi, tá hon verður kunngjørd. § 3, 6. pkt., kemur tó í gildi 1. oktober 1989.
2. stk. Samstundis fer lóg nr. 152 frá 17. mai 1916 “om værn for dyr“ samb. “anordning“ nr. 110 frá 19. mars 1919, og § 196 í borgarligu straffilógini, samb. “lovbekendtgørelse“ nr. 215 frá 24. juni 1939, úr gildi.