Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2025Nr. 88
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands
(Nevndin verður víðkað o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2014 um P/F Visit Faroe Islands, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 1-3, verður orðað soleiðis:
“§ 3. Aðalfundurin velur nevndarformannin og sjey nevndarlimir, sum tilsamans hava fakligu førleikarnar til at røkka endamálinum í § 2.
Stk. 2. Umframt nevndarformannin velur aðalfundurin hinar nevndarlimirnar soleiðis:
1) Eitt umboð fyri ferðavinnuna,
2) tvey umboð fyri ferðaflutningsfyritøkur,
3) eitt umboð frá Tórshavnar kommunu,
4) eitt umboð fyri kommunurnar uttan fyri Tórshavnar kommunu,
5) eitt umboð fyri mentan ella ítrótt og
6) eitt umboð fyri landbúnaðarvinnuna.
Stk. 3. Afturat nevndarlimunum, nevndir í stk. 2, velur landsstýrismaðurin eitt umboð fyri stjórnarráðið, sum hevur møtirætt og talurætt, men ikki atkvøðurætt á fundi.”
2. Aftan á § 7 verður sett:
“§ 7 a. Menningardeildin hjá P/F Visit Faroe Islands er kommununum til hjálpar, tá ið ferðavinnan í kommununi skal leggjast til rættis.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. stk. 2.
Stk. 2. Broytingin í nr. 1 hevur virknað fyri fyrsta aðalfund í P/F Visit Faroe Islands eftir gildiskomu.
Í Tinganesi, 7. mai 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 91/2024