Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. oktober 2026Nr. 86
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Persónar, sum hava fingið tillutað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja útgjald av eftirlønarsamansparing áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 9, stk. 1, 1. pkt. verður “stk. 5 og 9” broytt til: “stk. 7 og 11”.
2. Í § 9 verður aftan á stk. 1 sum nýggj stk. sett:
“Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann eftirlønarsamansparari, sum hevur fingið tillutað framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., byrja eftirlønarútgjald, tá ið hann røkkur aldursmarkið fyri at fáa tillutað framskundaða pensjón sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a. TAKS váttar, at útgjald av eftirlønarsamansparingini kann byrja, tá Almannaverkið hevur játtað umsókn.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 4, um býtið av samansparda virðinum útgjaldsdagin, og í § 9, stk. 8, um útgjøld, eru galdandi fyri útgjøld sbrt. stk. 2.”
Stk. 2-12 verða eftir hetta stk. 4-14.
3. Í § 9, stk. 2, sum verður stk. 4, 4. pkt. verður “stk. 4, stk. 5” broytt til: “stk. 6, stk. 7”.
4. Í § 9, stk. 3, sum verður stk. 5, verður “stk. 1 og 2” broytt til: “stk. 1 og 4”.
5. Í § 9, stk. 4, sum verður stk. 6, 1. pkt. verður “stk. 2, nr. 1” broytt til: “stk. 4, nr. 1”.
6. Í § 9, stk. 10, sum verður stk. 12, verður “sbrt. stk. 2” broytt til: “sbrt. stk. 4”.
7. Í § 9, stk. 11, sum verður stk. 13, 1. pkt. og 2. pkt. verður “stk. 10” broytt til: “stk. 12”.
8. § 9, stk. 12, sum verður stk. 14, verður orðað soleiðis:
“Stk. 14. Ásetingarnar í stk. 4, um býtið av samansparda virðinum útgjaldsdagin, og í stk. 8, um útgjøld, eru galdandi fyri útgjøld sbrt. stk. 13. Fær eftirlønarveitari ikki onnur boð frá eftirlønarsamansparara í sambandi við útgjald sbrt. stk. 13, verður ásett, at 15 prosent av samansparda virðinum verður goldið út sum kaptitalútgjald, 45% sum lívrenta og restin sum lutaeftirløn.”
9. Í § 10, stk. 2, § 11, stk. 6 og § 16, stk. 2, 1. pkt., verður “stk. 2” broytt til: “stk. 4”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. oktober 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 10/2026