Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. juni 2023Nr. 83
Løgtingslóg um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 169 frá 10. november 2025
§ 1. 1) 2) 3) Landsstýrisfólkinum verður heimilað at skipa fyri, at partar av skúlabygningunum á Frælsinum verða høvuðsumvældir og umbygdir. Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi vera 39 mió. kr. íroknað prosjektering, ráðgeving og innbúgv, umframt útreiðslur til at gera eina heildarætlan fyri skúlabygningarnar á Frælsinum.
Stk. 2. 2) 3) Landsstýrisfólkinum verður eisini heimilað at prosjektera heildarætlanina fyri skúlabygningarnar á Frælsinum fyri í mesta lagi 7,3 mió. kr.
Stk. 3. 3) Landsstýrisfólkinum verður eisini heimilað at halda útreiðslur til víðari at prosjektera næsta byggistig í skúlabygningunum á Frælsinum fram til útboð. Útreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 14,5 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027.
Í Tinganesi, 22. juni 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2022