14. september 2026Nr. 79
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina
(Hækka upphæddina og leingja gildistíðina)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 28 frá 1. mai 2024 um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður “11 mió. kr.” broytt til: “13,5 mió. kr.”.
2. Í § 2 verður “1. januar 2027” broytt til: “1. januar 2028”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 14. september 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 4/2026