Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. juni 2023Nr. 78
Løgtingslóg um bókasøvn
(Bókasavnslógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Bókasøvn, ið virka sambært hesi løgtingslóg, skulu veita fría og ókeypis atgongd til upplýsing, lærdóm og mentan. Bókasøvnini skulu stimbra fólkaræðisliga rættin at taka lut í samfelagnum og at mennast, hugsa, tosa og skriva frítt eins og tey skulu tryggja mentanararvin, ið bókasøvnini varða av.
Stk. 2. Til endamálið hava bókasøvnini til taks bøkur og annað tilfar, ið stimbrar lesihug og er viðkomandi, dygdargott og fjølbroytt. Hugsjónarlig, politisk og átrúnaðarlig sjónarmið ella handilslig áhugamál mugu ikki ávirka útboðið av tilfarinum.
§ 2. Løgtingslógin fevnir um alment fíggjað bókasavnsvirksemi, sum land ella kommunur varða av, og fevnir um virksemi á:
1) Fólkabókasøvnum, sbr. §§ 5-10.
2) Skúlabókasøvnum, sbr. §§ 11-14.
3) Bókasøvnum á hægri útbúgvingarstovnum, sbr. §§ 15 og 16.
4) Landsbókasavninum, sbr. §§ 17-40.
5) Øðrum heilt ella lutvíst alment fíggjaðum bókasøvnum.
Kapittul 2
Bókasavnskervi, bókasavnssamstarv og bókasavnsráð
§ 3. Bókasøvn, ið virka sambært løgtingslógini, mynda bókasavnskervi landsins og skulu taka lut í samstarvi millum bókasøvn, ið Landsbókasavnið skipar fyri.
Stk. 2. Bókasøvnini skulu vera partur av bókasavnsskipan, ið Landsbókasavnið hevur góðkent.
Stk. 3. Bókasøvnini skulu vera partur av felags lánisamstarvi millum bókasøvn, bæði innanlands og uttanlands.
§ 4. Landsstýrismaðurin skipar eitt bókasavnsráð at ráðgeva politisku skipanini í bókasavnspolitiskum og bókasavnsfakligum málum og at gera tilmæli um menning og samskipan av bókasøvnunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvussu bókasavnsráðið verður skipað.
Kapittul 3
Fólkabókasøvn
§ 5. Fólkabókasøvn skulu fremja upplýsing, lærdóm, talgilda búgving og luttøku í mentanarlívinum og samfelagnum sum heild. Hetta verður gjørt við at veita atgongd til og miðla dygdargóðar og fjølbroyttar bókmentir, greinar, almenna kunning, film, tónleik, myndlist og annað tilfar á viðkomandi miðlum.
Stk. 2. Landsbókasavnið vegleiðir um bókasavnsfakliga virksemið hjá fólkabókasøvnunum sambært §§ 5-10.
Virksemi
§ 6. Fólkabókasøvn læna út bøkur og annað tilfar í eitt avmarkað tíðarskeið.
Stk. 2. Fólkabókasøvnini skulu serliga leggja seg eftir at:
1) fremja lesing og áhuga fyri bókmentum,
2) raðfesta tilfar, ið kann fremja málmenning og stimbra lesihugin hjá børnum og ungum,
3) veita bókasavnstænastur til fólk við serligum tørvi, og
4) hava til taks bókmentir á fleiri málum.
Stk. 3. Fólkabókasøvnini samstarva við dagstovnar og ellisheim, umframt aðrar viðkomandi stovnar um at veita bókasavnstænastu.
Stk. 4. Øll skulu hava fría og ókeypis atgongd til øll fólkabókasøvn í landinum.
Skipan av fólkabókasøvnum
§ 7. Fólkabókasøvn eru kommunalir stovnar, og allar kommunur hava skyldu til at veita fólkabókasavnstænastu, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Fólkabókasøvn skulu hava starvsfólk við hægri bókasavnsfakligari útbúgving ella bókavarðaútbúgving í starvi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 3. Kommunur, ið ikki hava egið fólkabókasavn, ella hava eitt fólkabókasavn, har einki starvsfólk hevur hægri bókasavnsfakliga útbúgving ella bókavarðaútbúgving, skulu gera avtalu við aðra kommunu um at veita fólkabókasavnstænastu. Fólkabókasavnið, ið avtala verður gjørd við, skal hava starvsfólk við hægri bókasavnsfakligari útbúgving ella bókavarðaútbúgving í starvi.
Stk. 4. Kommunustýrið velur eina bókasavnsnevnd, sum hevur ábyrgdina av bókasavnsrakstrinum. Virkisøkið er avvarðandi kommuna ella, um avtala er millum fleiri kommunur um felags bókasavnsrakstur, hesar kommunur.
Høli
§ 8. Fólkabókasøvn skulu hava hóskandi høli.
Stk. 2. Eru fólkabókasavnið og skúlabókasavnið í felags høli, skal umboð fyri skúlan vera í bókasavnsnevndini sambært § 7, stk. 4.
Stk. 3. Landsbókasavnið veitir ráðgeving um hølisviðurskifti hjá fólkabókasøvnum.
Bókasavnssamstarv
§ 9. Fólkabókasøvn skulu taka lut í bókasavnssamstarvinum fyri fólkabókasøvn, sum Landsbókasavnið skipar fyri.
Stuðul
§ 10. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata stuðul til menning av fólkabókasavnstænastum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur neyvari treytir fyri stuðlinum.
Kapittul 4
Skúlabókasøvn
§ 11. Skúlabókasøvn skulu vera í øllum skúlum.
Stk. 2. Skúlabókasøvn skulu bjóða fram bøkur og annað tilfar og menna førleikar hjá næmingum, ið stuðla undir lívlangari læring, og sum brynja næmingarnar til at handfara upplýsingar á øllum miðlum.
Stk. 3. Skúlabókasøvn kunnu verða skipað saman við einum fólkabókasavni ella einum skúlabókasavni í einum øðrum skúla.
Stk. 4. Landsbókasavnið vegleiðir um bókasavnsfakliga virksemið hjá skúlabókasøvnunum sambært §§ 11-14.
Fólkaskúlin
§ 12. Skúlabókasøvnini í fólkaskúlanum eru skipað sambært løgtingslóg um fólkaskúlan.
Miðnámsskúlar og yrkisskúlar og onnur útbúgvingartilboð
§ 13. Skúlabókasøvn skulu vera í øllum miðnámsskúlum og yrkisskúlum og øðrum skúlum, sum bjóða út útbúgvingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skúlabókasøvn, sum eru skipað sambært stk. 1.
Frískúlar, eftirskúlar, serskúlar, fólkaháskúlar og húsarhaldsskúlar
§ 14. Skúlabókasøvn skulu vera í frískúlum, eftirskúlum, serskúlum, fólkaháskúlum og húsarhaldsskúlum, sum bjóða undirvísingartilboð við almennum stuðli.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skúlabókasøvn, sum eru skipað sambært stk. 1.
Kapittul 5
Bókasøvn á hægri útbúgvingarstovnum
Fróðskaparsetur Føroya
§ 15. Bókasavnið á Fróðskaparsetri Føroya skal:
1) tryggja granskarum, undirvísarum og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og øðrum atgongd til tænastur og tilfar, sum er neyðugt í sambandi við gransking og undirvísing, og
2) veita atgongd til og miðla ta gransking, ið fer fram á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 2. Avtala verður gjørd millum Fróðskaparsetur Føroya og Landsbókasavnið um rakstur og fígging av bókasavninum á Fróðskaparsetri Føroya.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir avtaluna um rakstur og fígging av bókasavninum.
Aðrir hægri útbúgvingarstovnar
§ 16. Bókasøvn skulu vera á øllum hægri útbúgvingarstovnum.
Stk. 2. Hægri útbúgvingarstovnar skulu gera avtalu við Landsbókasavnið um rakstur og fígging av bókasavninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir avtalur um rakstur og fígging av bókasøvnum á útbúgvingarstovnum.
Kapittul 6
Landsbókasavnið
Tjóðbókasavn
§ 17. Landsbókasavnið er tjóðbókasavn Føroya. Sum tjóðbókasavn:
1) savnar, skrásetur, varðveitir og miðlar Landsbókasavnið verk og tilfar, ið verður givið út á føroyskum, ið vendir sær til fólk í Føroyum ella er eftir føroyskar rithøvundar,
2) savnar, skrásetur, varðveitir og miðlar Landsbókasavnið handrit o.a. eftir føroyskar høvundar og handrit, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, tónleikasøgu, filmssøgu, mentan og siðsøgu,
3) skipar Landsbókasavnið fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni, og
4) er Landsbókasavnið føroysk ISBN, ISMN og ISSN-skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum, tónleiki, filmi og tíðarritum.
Stk. 2. Verk og tilfar sambært stk. 1 fevnir bæði um prentað og talgild verk og tilfar.
Stk. 3. Við støði í tí tilfari, sum er til skjals á stovninum, fremur og skipar Landsbókasavnið fyri gransking.
Stk. 4. Landsbókasavnið skipar fyri menning av bókasøvnunum.
Universitetsbókasavn
§ 18. Landsbókasavnið er universitetsbókasavn. Sum universitetsbókasavn mennir og veitir Landsbókasavnið universitetsbókasavnstænastur, ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum. Landsbókasavnið:
1) skipar fyri undirvísing og skeiðsvirksemi fyri granskarum, lærarum, lesandi og øðrum, og
2) stuðlar undir lestur og gransking, m.a. við at veita góðar hølisumstøður, lesistovu, lesiklivar og atgongd til tekniska útgerð, sum tørvur er á.
Vísindabókasavn
§ 19. Landsbókasavnið er vísindabókasavn. Sum vísindabókasavn mennir og veitir Landsbókasavnið vísindabókasavnstænastur, ið stuðla undir gransking á privatum og almennum granskingarstovnum.
Høvuðsbókasavn
§ 20. Landsbókasavnið er høvuðsbókasavn fyri fólkabókasøvnini. Sum høvuðsbókasavn:
1) samskipar Landsbókasavnið keypið av bókum og øðrum tilfari,
2) fyrireikar, bindir inn og greiðir Landsbókasavnið hetta tilfar til fólkabókasøvnini,
3) fremur Landsbókasavnið upplýsandi tiltøk um bókasavnstilfar, og
4) skipar Landsbókasavnið fyri tænastumenning og førleikamenning á fólkabókasøvnunum.
Stk. 2. Eftir tilmæli frá Landsbókasavninum kann landsstýrismaðurin samráðast við eina kommunu um, at eitt fólkabókasavn átekur sær partar av høvuðsbókasavnstænastuni sambært stk. 1, nr. 1-4. Fólkabókasøvn, sum røkja høvuðsbókasavnsuppgávu, skulu vera á nøktandi støði í mun til tilfar, starvsfólk, høli og tøkni, so at uppgávurnar kunnu verða røktar á fullgóðan hátt.
§ 21. Tann, ið røkir høvuðsbókasavnstænastu, kann taka gjald fyri at veita fólkabókasøvnunum høvuðsbókasavnstænastu.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum heimila Landsbókasavninum at reka ávíst inntøkufíggjað virksemi, eitt nú at taka gjald fyri ymiskar tænastur, sum Landsbókasavnið veitir almennum stovnum, privatum stovnum, granskarum og øðrum.
Kapittul 7
Bókasavnsgjaldið
§ 22. Landsbókasavnið skipar fyri árliga býtinum av bókasavnsgjaldinum, sum verður at býta til føroyskar rithøvundar, týðarar og myndlistafólk hvørs prentaðu og talgildu bøkur og annað tilfar er til taks á bókasøvnum ella umvegis heimasíður teirra.
Stk. 2. Eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald, so leingi hann er á lívi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta, at bókasavnsgjald, sum er minni enn kr. 500 til hvønn móttakara, ikki verður útgoldið.
Stk. 4. Bókasavnsgjald, sum ikki er útgoldið sambært stk. 3, verður lagt afturat bókasavnsgjaldinum sambært stk. 1.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um býtið av bókasavnsgjaldinum og treytir fyri at móttaka bókasavnsgjald.
Kapittul 8
Ljóðbókatænasta
Útvegan til blind, sjónveik og onnur, ið ikki eru før fyri at lesa prentaðan tekst
§ 23. Landsbókasavnið skal útvega ljóðbøkur og annað tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið vanligan tekst.
Stk. 2. Tilfar fevnt av stk. 1 verður lænt út eftir somu ásetingum, sum nevndar eru í § 6, stk. 4.
Stk. 3. Landsbókasavnið kann til endamálið sambært stk. 1 framleiða ljóðbøkur o.a. tilfar, um avtala er fingin í lag við rættindahavara. Hetta er tó treytað av, at nevnda tilfar ikki er framleitt ella er í umbúna at verða framleitt av øðrum.
Útgáva til almenningin
§ 24. Ljóðbøkur og annað tilfar, sum Landsbókasavnið hevur útvegað ella framleitt sambært § 23, kann, við útgávu til almenningin fyri eyga, verða selt rættindahavarum.
Stk. 2. Søluprísurin er útreiðslurnar, ið Landsbókasavnið hevur av at framleiða ljóðbókina ella annað tilfar. Keyparar avdraga kostnaðin árliga við at rinda Landsbókasavninum 50% av inntøkunum, til framleiðslukostnaðurin er rindaður, tó í mesta lagi í 10 ár, treytað av, at útgávan er tøk fyri almenningin alt tíðarskeiðið.
Stk. 3. Landsbókasavnið kann, í tann mun ljóðbøkur og annað tilfar, ið er framleitt eftir ásetingini í § 23, geva ljóðbókina og annað tilfar út til almenningin. Hetta er tó treytað av, at avtala er fingin í lag við rættindahavara, um at ljóðbókin ella annað tilfar ikki er givið út ella ikki er í umbúna at verða givið út til almenningin av øðrum forlagi.
Kapittul 9
Avhendingarskylda
§ 25. Avhendingarskyldan skal tryggja, at vitanin um føroyska mentan, søgu og føroyskt samfelagslív verður varðveitt til gagns fyri gransking og almenningin yvirhøvur.
Stk. 2. Avhendingarskyldan er støðið undir tjóðbókaskránni og skal tryggja, at henda verður so fullfíggjað sum gjørligt.
§ 26. Avhendingarskyldan fevnir um øll verk, ið verða útgivin í Føroyum og útgivin uttanlands við útbreiðslu í Føroyum fyri eyga, bæði fysisk verk og talgild verk.
Stk. 2. Eitt verk er útgivið, tá ið upphavsmaður hevur givið samtykki til, at eintøk av verkinum verða boðin til sølu ella á annan hátt spjadd alment.
§ 27. Við verk er at skilja ein avmarkað mongd av upplýsingum, sum er at meta sum ein liðug og sjálvstøðug eind. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.
Stk. 2. Landsstyrismaðurin ásetur nærri reglur fyri, hvørji verk eru fevnd av avhendingarskylduni, og hvussu avhendingin fer fram.
§ 28. Vísindaligar útgávur, ið eru tongdar at føroyskum granskingarstovnum, eru eisini fevndar av avhendingarskylduni.
Fysisk verk
§ 29. Av øllum fysiskum verkum skulu avhendast fýra ókeypis eintøk til Landsbókasavnið.
Stk. 2. Landsbókasavnið kann í ávísum førum gera frávik frá avhendingarskylduni, serliga í førum, har tað snýr seg um ávís sløg av verkum, eitt nú tílík, ið gjørd verða í fáum eintøkum.
§ 30. Avhendingarskyldan áliggur í fyrsta lagi tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu, í øðrum lagi útgevaranum og í triðja lagi innflytaranum av útgávuni.
Stk. 2. Eru eintøkini framleidd uttanlands, hevur innflytarin avhendingarskyldu.
Stk. 3. Tann, ið hevur avhendingarskylduna, ber allar útreiðslurnar av henni.
Talgild verk
§ 31. Avrit av talgildum verkum skulu avhendast til Landsbókasavnið.
Stk. 2. Landsbókasavnið ber kostnaðin av at avrita talgild verk í sambandi við avhendingarskylduna.
§ 32. Tilfar, ið verður almannakunngjørt frá økisnøvnum og líknandi, ið eru tillutað Føroyum, skal avhendast av tí, sum hevur skrásett økisnavnið, har tilfarið er almannakunngjørt.
§ 33. Tann, ið hevur avhendingarskyldu, skal geva Landsbókasavninum loyniorð ella aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at fáa atgongd til tilfarið.
Stk. 2. Tann, ið hevur avhendingarskyldu, kann krevja, at Landsbókasavnið ikki letur hesar upplýsingar til óviðkomandi triðjamann.
§ 34. Eru verk bara atgeingilig, um serlig tøknilig útgerð verður nýtt, skal neyðuga nýtsluleiðbeiningin vera hjáløgd, tá avhendað verður. Tá ið talgild verk verða útgivin við serligum útbúnaði, skal tann, ið hevur avhendingarskylduna, avhenda tøkniligt skjalprógv, sum er neyðugt, fyri at verkið skal gerast atgeingiligt.
Stk. 2. Tann, ið avhendar, kann krevja, at tøkniliga tilfarið ikki verður atgeingiligt hjá óviðkomandi triðjamanni.
§ 35. Tann, ið umsitur økisnøvn og líknandi, ið eru tillutað Føroyum, skal geva Landsbókasavninum talgilt avrit av yvirlitinum yvir slík økisnøvn, umframt upplýsingar um, hvør hevur skrásett økisnøvnini.
Felags ásetingar
§ 36. Verkini skulu avhendast í tí sniði, sum tey eru útgivin í.
Stk. 2. Avhendingarskyldan fevnir eisini um nýggjar útgávur av einum verki.
§ 37. Útgevarin skal seta navn sítt ella navn á fyritøku og heimstaði í øll verk, sum verða útgivin í Føroyum.
Stk. 2. Útgevarin hevur skyldu til at veita upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at verkið kann verða skrásett á rættan hátt í tjóðbókaskránni.
§ 38. Um tann, ið hevur avhendingarskyldu, doyr ella fer á húsagang, liggur avhendingarskyldan á búnum.
Varðveiting av skylduavhendum verkum
§ 39. Verk, ið eru skylduavhend, skulu varðveitast á tveimum ymiskum plássum í Føroyum, á Landsbókasavninum og á øðrum staði, ið landsstýrismaðurin góðkennir.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri varðveiting av verkunum og atgeingi til hesi.
Kapittul 10
Vernd av mentanararvi
§ 40. Bøkur, handrit og onnur verk, ið eru privat ella almenn ogn, eldri enn 100 ár, eru at meta sum mentanargripir og mugu ikki flytast úr landinum uttan við serligum loyvi frá landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Landsbókasavninum.
Stk. 2. Landsbókasavnið kann, við góðkenning frá landsstýrismanninum, nokta útflutning av sera merkisverdum verkum, ið eru yngri enn tilskilað í stk. 1.
Kapittul 11
Felags ásetingar
Skilhaldsreglur
§ 41. Bókasøvn, sum eru fevnd av hesi løgtingslóg, kunnu gera reglur um skilhald fyri bókasavnið.
Gjøld
§ 42. Bókasøvn kunnu taka gjald fyri tænastur, so sum ljóstøk og postgjald.
Stk. 2. Bókasøvn kunnu áleggja gjald fyri tilfar, ið ikki verður latið inn aftur til ásettu tíðina.
Kapittul 12
Revsiásetingar og gildiskoma
Revsiásetingar
§ 43. Brot á § 29, stk. 1, § 33, stk. 1, § 34, stk. 1, § 36, stk. 1, § 37 og § 40, stk. 1 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Brot á reglur, sum eru ásettar við heimild í § 27, stk. 2, kunnu revsast við sekt.
Stk. 3. Løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd sambært kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 44. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2024, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn.
Stk. 2. § 24 kemur í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd.
Í Tinganesi, 1. juni 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 55/2022