28. august 2026Nr. 77
Løgtingslóg um serstakar fiskidagar til bólk 5 B fyri fiskiárið 2026
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. 750 fiskidagar verða tillutaðir ikki fult riknum útróðrarbátum, sum hava rætt til B-loyvi sambært kunngerðini um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons. Dagarnir verða tillutaðir sum felags fiskidagar.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2027.
Í Tinganesi, 28. august 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 3/2026