Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 76
Løgtingslóg um løggilding av elinnleggingarfyritøkum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál
§ 1. Endamálið við løgtingslógini er at tryggja, at elektriskar innleggingar verða rætt gjørdar og serviseraðar við atliti at trygd.
Kapittul 2
Nýtsluøki
§ 2. Bara elinnleggingarfyritøkur við løggilding sambært § 4, stk. 1 kunnu gera og servisera elektriskar innleggingar til sterkstreym og innleggingar av ikki-sterkstreymsriknum stýringsskipanum og reguleringsskipanum, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum, sbr. tó stk. 3-6.
Stk. 2. Arbeiði, sum eru fevnd av kravinum um løggilding, verða roknað frá og við fastari íbinding í ella úrbinding úr elveitingarútbúnaði og fevna um fastar kaðalskipanir, talvur, málarar, íbindingarstøð og annað fast innleggingartilfar umframt fasta íbinding og úrbinding av elektriskum maskinum og brúkslutum.
Stk. 3. Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera stýringsskipanir og reguleringsskipanir, sum verða nýttar til at stýra sterkstreymsfunktiónum, kunnu hóast stk. 1 leggja inn og servisera ikki-sterkstreymsriknar stýringsskipanir og reguleringsskipanir.
Stk. 4. Fyritøkur, sum vinnuliga framleiða ella servisera elektriskar maskinur og brúkslutir, kunnu hóast stk. 1 gera fastar íbindingar og úrbindingar av elektriskum maskinum og brúkslutum og servisera hesi.
Stk. 5. Talvuframleiðarar kunnu hóast stk. 1 í ávísan mun servisera innleggingartalvur. Tað fevnir um at umvæla, viðlíkahalda, hava eftirlit við, tillaga og kanna elinnleggingartalvur, men ikki um at broyta og skifta út innleggingartalvur.
Stk. 6. Løgtingslógin fevnir ikki um elektriskar innleggingar umborð á skipum og flogførum og í akførum. Tó fevnir løgtingslógin um elektriskar innleggingar umborð á húsbátum og í húsvognum og búvognum.
§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um undantøk frá løggildingarkravinum fyri:
1) framleiðarar, tá ið teir gera fastar elektriskar innleggingar í ídnaðarliga framleiddum og flytførum eindum,
2) framleiðarar, tá ið teir í sambandi við gerð av bygningslutum fyrireika elektriskar innleggingar, og
3) gerð av einføldum arbeiðum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann harumframt áseta reglur um innlegging og servisering av ikki-konventionellum elframleiðandi útbúnaði og um undantøk frá løggildingarkravinum fyri slíkan útbúnað.
Kapittul 3
Løggilding og góðkenning
Løggilding
§ 4. Elnevndin gevur elinnleggingarfyritøkum, sum søkja um tað, løggilding, sbr. § 2, tá ið tær hava skjalprógvað, at:
1) tað í fyritøkuni eru ein ella fleiri fakligir ábyrgdarar, sum eru góðkendir sambært § 7, stk. 1, og knýttir at fyritøkuni sum starvssettir, sum einaeigarar av einstaklingsfyritøku ella sum luttakarar í íognarfelag ella kommandittfelag,
2) fyritøkan hevur eina góðkenda góðskuleiðsluskipan, sbr. § 13,
3) fyritøkan ikki er undir trotabúsviðgerð ella avtøku,
4) gjald er rindað, sbr. § 11, og
5) fyritøkan skal hava fastan rakstrarstað við bústaði og telefon her í landinum.
Stk. 2. Tann, sum eigur fyritøkuna, ella, tá ið fyritøkan verður rikin í felagsformi, tann fyrisitingarligi stjórin, skal geva skrivliga váttan fyri, hvørt fyritøkan ella viðkomandi sjálvur innan fyri tey seinastu trý árini er revsaður fyri brot á hesa løgtingslógina, ta áður galdandi løgtingslógina um løggilding av elinnleggjarum v.m., ta áður galdandi løgtingslógina um sterkstreymsútbúnað, løgtingslóg um elelektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar ella reglur ásettar við heimild í hesum løgtingslógunum.
Stk. 3. Elnevndin førir løggildingarskrá og førir fyritøkur, sum eru løggildar sambært stk. 1, í skránna. Skráin er alment atkomulig á heimasíðuni hjá Elnevndini.
Stk. 4. Treytin í stk. 1, nr. 5 er ikki galdandi fyri fyritøkur, ið eru fevndar av Hoyvíkssáttmálanum, og hava bústað ella eru heimahoyrandi innan umveldisvídd sáttmálans.
Útinning av virkseminum
§ 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um:
1) útinning av løggildum virksemi,
2) tilknýtið hjá tí fakliga ábyrgdaranum til fyritøkuna, og
3) neyðugar reglur fyri at uppfylla skyldur Føroya sambært Hoyvíkssáttmálanum á teimum økjum, sum eru fevnd av kravi um løggilding sambært hesi løgtingslóg og reglum settum sambært løgtingslógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hjávinnuløggildingar, undir hesum:
1) at hjávinnuløggilding er treytað av, at eigarin av fyritøkuni samstundis fær góðkenning sum fakligur ábyrgdari í fyritøkuni eftir nærri reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur, sbr. § 8, stk. 2.
2) at tað ikki eru onnur starvssett í fyritøkuni, og
3) at talan ikki er um størri og fakliga meira krevjandi uppgávur.
Stk. 3. Løggilding, givin eftir reglum sambært stk. 2, hevur gildi í 5 ár, og kann verða longd, treytað av, at góðkenningin sum fakligur ábyrgdari samstundis verður longd, sbr. § 8, stk, 2. Elnevndin kann sýta at leingja løggildingina undir hesum, um skyldurnar eftir stk. 2 ikki eru hildnar.
§ 6. Fyritøkan skal tryggja, at tann fakligi ábyrgdarin, sbr. § 4, stk. 1, nr. 1, hevur tær neyðugu heimildirnar at kunna røkja sínar uppgávur.
Stk. 2. Er tann fakligi ábyrgdarin knýttur at fyritøkuni sum starvssettur, skal hann vera settur við í minsta lagi tríggja mánaða uppsagnarfreist eftir seks mánaða starvssetan.
Góðkenning sum fakligur ábyrgdari
§ 7. Elnevndin gevur góðkenning sum fakligur ábyrgdari, tá ið tað er skjalprógvað, at:
1) umsøkjarin hevur staðið eina góðkenda førleikagevandi roynd, og lýkur tey starvskrøv, sum landsstýrismaðurin hevur ásett, sbr. § 8, nr. 2,
2) umsøkjarin hevur havt í minsta lagi 1 árs tøkniligt starv í sterkstreymstøkniligum virki, um so er, at 5 ár ella meira eru gingin frá tí degi, hesin stóð royndina,
3) umsøkjarin er myndigur og ikki er undir verjumáli sambært §§ 5 og 7 í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven, og
4) tað er rindað gjald, sbr. § 11.
Stk. 2. Umsøkjarin skal geva skrivliga váttan fyri, hvørt viðkomandi innan fyri tey seinastu trý árini er revsaður fyri brot á hesa løgtingslógina, ta áður galdandi løgtingslógina um løggilding av elinnleggjarum v.m., ta áður galdandi løgtingslógina um sterkstreymsútbúnað, løgtingslóg um elelektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar ella reglur ásettar við heimild í hesum løgtingslógunum.
§ 8. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um:
1) uppgávurnar hjá fakligum ábyrgdarum í løggildum fyritøkum,
2) førleikagevandi royndir og starvskrøv, sum geva atgongd at søkja um góðkenning sum fakligur ábyrgdari,
3) útinning av vinnu sum fakligur ábyrgdari við støði í útlendskum vinnuførleikum, m.a. um forboð fyri fyribils ella tilfallandi útinning av vinnu sum fakligur ábyrgdari, sbr. § 4, stk. 1, nr. 1, fyri persónar, sum ikki lúka førkeikakrøvini, og
4) góðkenning sum fakligur ábyrgdari í fyritøkum við hjávinnuløggildingum, sbr. § 5, stk. 2, undir hesum at fakligur ábyrgdari heldur fakliga førleikan við líka eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur, herundir kann vera ásett krav um skeiðsluttøku.
Stk. 2. Góðkenning sum fakligur ábyrgdari eftir reglum sambært stk. 1, nr. 4 er treytað av, at fyritøka samstundis fær hjávinnuløggilding, sum hevur gildi í 5 ár og kann verða longd. Elnevndin kann sýta at leingja, undir hesum í førum, at tað ikki verður skjalprógvað, at skyldurnar sambært stk. 1, nr. 4 eru hildnar.
Noktan
§ 9. Uttan mun til um treytirnar í §§ 4 og 7 fyri at fáa løggilding ella góðkenning sum fakligur ábyrgdari eru loknar, kann Elnevndin nokta at geva góðkenning:
1) um umsøkjarin uttanlands er komin undir revsitiltøk fyri viðurskiftir, sum kunnu javnmetast við tey í § 78, stk. 2 í revsilógini nevndu, ella
2) um umsøkjarin í starvi ella vinnu annars hevur sýnt slíkan atburð, at orsøk er at halda, at fyritøkan ikki fer at verða rikin á fullgóðan hátt.
Stk. 2. Í sambandi við noktan eftir stk. 1, nr. 1, verður § 78, stk. 3 í revsilógini nýtt samsvarandi.
Undantak
§ 10. Elnevndin kann í serligum førum gera undantak frá treytunum í § 4, stk. 1, nr. 1-3 og § 7, stk. 1, nr. 1-3. Elnevndin kann geva undantak frá § 4, stk. 1. nr. 5.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um atgongdina at gera undantak frá kravinum í § 4, stk. 1, nr. 1.
Gjald
§ 11. Elnevndin krevur eitt gjald í sambandi við umsóknir um løggilding, hjávinnuløggildingar og góðkenning sum fakligur ábyrgdari. Løggild fyritøka skal harumframt rinda eitt árligt gjald fyri at varðveita løggildingina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um støddina á gjøldunum eftir stk. 1, og hvussu tey verða kravd inn.
Kapittul 4
Upplýsingarskylda
§ 12. Ein løggild fyritøka, sbr. § 4, skal beinanvegin boða Elnevndini frá, tá ið ein fakligur ábyrgdari verður knýttur at fyritøkuni. Fyritøkan skal somuleiðis beinanvegin boða Elnevndini frá, tá ið tann fakligi ábyrgdarin fer úr starvi ella ikki verður til staðar í meira enn seks fylgjandi vikur.
Stk. 2. Ein løggild fyritøka, sbr. § 4, skal boða Elnevndini frá broytingum í upplýsingunum, sum eru fráboðaðar Elnevndini í sambandi við løggildingina.
Kapittul 5
Góðskuleiðsluskipan
§ 13. Ein fyritøka, sum søkir um løggilding eftir § 4, skal leggja fram skjalprógv fyri, at fyritøkan hevur eina góðkenda góðskuleiðsluskipan. Góðskuleiðsluskipanin skal venda sær móti tí partinum av tí handilsliga grundarlagnum hjá fyritøkuni, sum viðvíkur tí løggildingarfevnda arbeiðinum. Elnevndin ella ein av Elnevndini góðkendur eftiransingarstovnur skal góðkenna og javnan eftirkanna góðskuleiðsluskipanina, sbr. tó stk. 4.
Stk. 2. Fyritøkan ber kostnaðin í sambandi við at góðskuleiðsluskipanin hjá fyritøkuni verður góðkend og eftirkannað.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um:
1) innihaldið í tí í stk. 1 nevndu góðskuleiðsluskipanini,
2) undantak frá kravinum um eftirkanning av góðskuleiðsluskipanini,
3) eykaeftirkanning av góðskuleiðsluskipanini í førum, har fyritøkan hevur verið órøkin í sambandi við útinning av innleggingararbeiði,
4) góðkenning av eftiransingarstovnum til at røkja uppgávur eftir stk. 1 og eftirkanning av góðkendum eftiransingarstovnum, og
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um akkreditering av eftiransingarstovnunum, m.a. at tann einstaki eftiransingarstovnurin ber útreiðslurnar í sambandi við akkreditering og eftirkanning av sínum førleikum og síni góðskuleiðsluskipan. Eitt krav um akkreditering kemur í staðin fyri eftirkanningina hjá Elnevndini av eftiransingarstovnunum.
Kapittul 6
Burturfall og afturtøka
Burturfall
§ 14. Ein løggilding, sum er givin sambært § 4, fellur burtur, tá ið fyritøkan kemur undir trotabúsviðgerð, fer í avtøku ella heldur uppat, ella eingin fakligur ábyrgdari longur er knýttur at fyritøkuni, sbr. § 4, stk. 1, nr. 1, ella tann fakligi ábyrgdarin ikki er til staðar í meira enn seks fylgjandi vikur.
§ 15. Ein góðkenning sum fakligur ábyrgdari fellur burtur, tá ið tann góðkendi ikki longur lýkur treytirnar í § 7, stk. 1, nr. 3.
Afturtøka
§ 16. Elnevndin kann taka løggilding, sum er givin sambært § 4, aftur:
1) tá ið fyritøkan grovliga ella ofta hevur verið órøkin í sambandi við útinning av innleggingararbeiði,
2) tá ið eftiransingarstovnurin ikki kann góðkenna góðskuleiðsluskipanina endaliga ella tað leypandi eftirlitið við góðskuleiðsluskipanini ella eykaeftirkanningin eftir § 13, stk. 3, nr. 3, avdúkar grovligar feilir við innaneftirlitinum, ella
3) tá ið treytirnar fyri løggildingini ikki longur eru loknar.
Stk. 2. Fyritøkan, sum ein avgerð um afturtøku eftir stk. 1 viðvíkur, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri dómstólarnar. Ein áheitan um at leggja málið fyri dómstólarnar skal leggjast fyri Elnevndina í seinasta lagi fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað fyritøkuni.
Stk. 3. Elnevndin stevnir uttan óneyðugan steðg tí í stk. 2 nevndu fyritøkuni samsvarandi mannagongdini í borgarligum rættargangi.
Stk. 4. Ein áheitan um at reisa sakarmál viðvíkjandi afturtøku eftir stk. 1 hevur steðgandi virknað. Rætturin kann tó við úrskurði gera av, at fyritøkan ikki skal útinna virksemi sum løggild, meðan málið verður viðgjørt.
Kapittul 7
Boð
§ 17. Hevur ein fyritøka, sum ger elektrisk arbeiði sambært § 2, stk. 3 og 4 ella sambært reglum, ásettum sambært § 3, stk. 1, nr. 1 og 2, ella stk. 2 grovliga ella ofta framt brot á krøv í reglum sambært áður galdandi løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað, krøv í reglum sambært galdandi løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin), ella onnur trygdarkrøv, kann Elnevndin geva fyritøkuni boð um at lata eina løggilda fyritøku gera slík arbeiði.
Stk. 2. Broytast fyritreytirnar fyri boðunum eftir stk. 1, kann fyritøkan heita á Elnevndina um at meta um, hvørt boðini framvegis skulu standa við.
Stk. 3. Ein fyritøka, sum hevur fingið boð eftir stk. 1, kann krevja, at avgerðin verður løgd fyri dómstólarnar. Ein áheitan um at leggja málið fyri dómstólarnar skal leggjast fyri Elnevndina í seinasta lagi fýra vikur eftir, at avgerðin er fráboðað fyritøkuni.
Stk. 4. Elnevndin stevnir uttan óneyðugan steðg tí í stk. 2 nevndu fyritøkuni samsvarandi mannagongdini fyri borgarlig mál í rættargangslógini fyri Føroyar.
Stk. 5. Ein áheitan um at reisa sakarmál eftir stk. 3 hevur steðgandi virknað. Rætturin kann tó við úrskurði gera av, at sakarmálið ikki skal hava steðgandi virknað.
Kapittul 8
Lýsingar o.a.
§ 18. Hevur ein fyritøka onga góðkenning eftir § 4, ella er løggildingin hjá fyritøkuni burturfallin ella afturtikin, skal fyritøkan ikki við lýsingum ella á annan hátt gera nakað, sum kann geva eina fatan av, at fyritøkan hevur løggilding.
Kapittul 9
Eftirlit
§ 19. Elnevndin hevur eftirlit við, at henda løgtingslógin og reglur, ásettar sambært hesi løgtingslógini, verða hildnar.
Stk. 2. Elnevndin kann krevja at fáa allar upplýsingar, sum henni tørvar til at røkja eftirlitið eftir stk. 1.
Stk. 3. Elnevndin kann somuleiðis krevja at fáa upplýsingar, sum henni tørvar til at meta um, hvørt treytirnar fyri eini løggilding framvegis eru loknar.
§ 20. Er illgruni um váða fyri vandamiklum elektriskum innleggingum, kann Elnevndin við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fáa atgongd at almennum og privatum ognum og plássum. Verður mett, at tað krevst til at fremja munadygt eftirlit við fyritøkum, sum eru fevndar av hesi løgtingslógini, kann Elnevndin somuleiðis við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð fáa atgongd at ognum og plássum, haðan fyritøkurnar verða riknar. Verður mett, at tað krevst til at fremja munadygt eftirlit við fyritøkum, sum er fevndar av hesi løgtingslógini, hevur Elnevndin harumframt við samtykki frá borgara ella fyritøku, sum verða ávirkað, atgongd at øðrum almennum og privatum ognum og plássum.
Stk. 2. Eftirlitsmyndugleikin kann heita á løgregluna um at vera sær til hjálpar, tá ið heimildirnar eftir stk. 1 verða útintar.
§ 21. Í sambandi við fráboðanir, sum eru kravdar sambært løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin) ella reglum, ásettar sambært eltrygdarlógini, skulu netfeløg kanna eftir, um arbeiðið er gjørt av fyritøkum, sum eftir reglunum í hesi løgtingslógini ella reglum, ásettar sambært hesi løgtingslógini, hava heimild at gera tað.
§ 22. Ein netfyritøka skal boða Elnevndini frá, um staðfest verður, at brot er framt á reglur í hesi løgtingslógini ella reglur, ásettar sambært hesi løgtingslógini, at órøkjuskapur er framdur í sambandi við útinning av arbeiðinum, ella at tann løggilda fyritøkan hevur virkað á ein hátt, sum kann hava við sær, at løggildingin verður tikin aftur sambært § 16, stk. 1.
Kapittul 10
Fyrisiting og kunngering
§ 23. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um mannagongdina í sambandi við umsókn um løggilding og góðkenning sum fakligur ábyrgdari sambært hesi løgtingslógini.
§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at fyriskipanir sambært hesi løgtingslógini, sum seta fyritøkum o.ø. krøv, og tekniskar spesifikatiónir, sum víst verður til í slíkum fyriskipanum, ikki verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, hvussu upplýsingar kunnu fáast um innihaldið í fyriskipanunum og teimum teknisku spesifikatiónunum, sbr. stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at tekniskar spesifikatiónir, sum ikki verða tiknar upp í Kunngerðablaðið, sbr. stk. 1, skulu vera galdandi, hóast tær ikki eru á føroyskum.
Kapittul 11
Kæra
§ 25. Avgerðir, sum Elnevndin hevur tikið eftir hesi løgtingslógini ella reglum, ásettar sambært hesi løgtingslógini, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 2. Noktandi svar upp á umsókn um løggilding og góðkenning sum fakligur ábyrgdari, sum er grundað á umstøður, sum eru nevndar í § 9, stk. 1, nr. 2, kann tó leggjast fyri Vinnukærunevndina í seinasta lagi fýra vikur eftir, at boðað er frá svarinum.
Kapittul 12
Revsiásetingar
§ 26. Við sekt verður revsaður tann, sum:
1) uttan at vera heimilaður til tað ger arbeiði, sum krevur løggilding sambært § 2,
2) tilætlað ella av grovum ósketni letur eina fyritøku ella ein persón, sum ikki sambært hesi løgtingslógini hevur heimild til tað, gera arbeiði, sum krevur løggilding eftir § 2,
3) fremur brot á § 6, stk. 1,
4) letur vera við at boða frá sambært § 12, stk. 1, 1. pkt.,
5) fremur brot á boð sambært § 17, stk. 1,
6) fremur brot á § 18, ella
7) setur upplýsingarskylduna sambært § 19, stk. 2 til viks.
Stk. 2. Í reglum, ásettar sambært §§ 3, 5 og 8, kann verða ásett, at brot á reglurnar verða revsað við sekt.
Stk. 3. Tá ið revsing verður ásett, skal dentur serliga leggjast á, um brotið hevur elvt til váða fyri trygdina, og um brotið er framt sum liður í einum skipaðum broti á reglurnar.
§ 27. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Kapittul 13
Gildiskoma og skiftisásetingar
Gildiskoma
§ 28. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2022, og samstundis fer løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. úr gildi.
Skiftisásetingar
§ 29. Persónligar løggildingar, sum eru givnar, áðrenn henda løgtingslógin kemur í gildi, verða verandi í gildi, til tær møguliga verða skiftar um við eina góðkenning sum fakligur ábyrgdari ella falla burtur.
Stk. 2. § 15 í hesi løgtingslógini verður nýtt samsvarandi í sambandi við tær í stk. 1 nevndu løggildingarnar.
§ 30. Fyritøkur, sum 1. januar 2022 gera løggildingarkravd arbeiði sambært løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m., skulu í seinasta lagi 1. juli 2022 hava løggilding samsvarandi nýggju reglunum.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 86/2020