Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 73
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð
(Minka landsbankanevndina, ásetingar um landsins gjaldføri, avtaka stovnsfæið)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Landsbanki Føroya er undir leiðslu av eini nevnd og einum stjóra.
Stk. 2. Nevndin er skipað við 5 limum, sum landsstýrismaðurin velur í eitt 3 ára tíðarskeið og kunnu teir veljast aftur í mesta lagi 4 ferðir. Tá limur ikki hevur sitið í nevndini í eitt 3 ára skeið, kann hann veljast av nýggjum. Landsstýrismaðurin setur nevndarlimirnar eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Landsstýrismaðurin velur formannin.
Stk. 3. Í minsta lagi 3 limir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni. Nevndarlimirnir skulu hava fakligar førleikar innan eitt ella fleiri av hesum førleikaøkjum:
1) Búskaparfrøði.
2) Fígging og kredittmeting.
3) Føroyskt vinnulív.
4) Serligt innlit í føroyska fíggjargeiran ella búskapin í Føroyum.
Stk. 4. Nevndarlimirnir skulu samanlagt fevna um allar førleikarnar nevndir í stk. 3, nr. 1-4.
Stk. 5. Persónar, ið javnan kunnu væntast at verða ógegnigir í málsviðgerðini hjá nevndini eftir reglunum í kapitli 2 í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, kunnu ikki vera limir í nevndini.
Stk. 6. Limirnir í nevndini kunnu ikki starvast í fyrisitingini hjá landsstýrisfólkunum ella Landsbanka Føroya.”
2. Í § 11 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Tá umræður afturrindan ella endurfígging av landskassaláni, kann víkjast frá kravinum í stk. 1 fram til at næsta landskassalánið fellur til gjaldingar. Í slíkum føri skal landsins gjaldføri tó ikki minka niður um 13% av bruttotjóðarúrtøkuni í undanfarna ári.”
Stk. 2-4 verða eftir hetta stk. 3-5.
3. § 17 verður strikað.
4. § 18, stk. 2 og 3 verða strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 98/2020