Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 72 22. mai 2023
Løgtingslóg um kapping
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál, virkisøki og varaseting
Endamál
§ 1. Endamál løgtingslógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.
Virkisøki
§ 2. Løgtingslógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi.
Stk. 2. Reglurnar í 2. og 3. kapitli eru ikki galdandi, um ein kappingaravmarking er ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering. Ein kappingaravmarking, sum er ásett av einum kommunustýri, er bert ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering, tá ið kappingaravmarkingin er neyðug, fyri at kommunustýrið kann útinna tær uppgávur, ið tað hevur fingið álagt sambært lóggávu.
Stk. 3. Avgerðir, sum nevndin í einum kommunalum felagsskapi sambært § 51 í løgtingslóg um kommunustýri tekur, verða javnsettar við avgerðir, sum kommunustýri tekur sambært stk. 2.
Stk. 4. Avvarðandi landsstýrismaður ger av, hvørt ein kappingaravmarking er fevnd av stk. 2. Heitir Kappingareftirlitið á avvarðandi landsstýrismann um at taka avgerð, um ein kappingaravmarking er fevnd av stk. 2, skal avvarðandi landsstýrismaður taka avgerð í seinasta lagi 4 vikur eftir, at áheitanin um avgerð er móttikin. Kappingareftirlitið kann leingja freistina.
Stk. 5. Um Kappingarráðið metir, at ein almenn regulering ella stuðulsskipan kann hava skaðilig árin á kappingina ella á annan hátt kann forða eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, kann Kappingarráðið lata avvarðandi landsstýrismanni og landsstýrismanninum í kappingarmálum eina frágreiðing, ið vísir á møgulig skaðilig árin á kappingina, og koma við uppskoti um, hvussu kappingin kann fremjast. Avvarðandi landsstýrismaður skal eftir samráðing við landsstýrismannin í kappingarmálum svara Kappingarráðnum í seinasta lagi 4 mánaðir eftir, at frágreiðing frá Kappingarráðnum er móttikin. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 6. Er talan um vinnuvirksemi, sum heilt, lutvíst ella í ávísan mun virkar í lívd av almennum einkarrætti, stuðli ella aðrari vernd móti kapping, hevur Kappingareftirlitið heimild til at geva boð um bókhaldsligan skilnað millum tann partin av rakstrinum, sum er undir einkarrætti, stuðli ella undir aðrari vernd, og hinumegin tann partin av rakstrinum, sum er í frælsari kapping.
§ 3. Løgtingslógin er ikki galdandi fyri lønarviðurskifti og arbeiðsviðurskifti. Kappingareftirlitið kann tó krevja upplýsingar frá feløgum og fyritøkum um lønarviðurskifti og arbeiðsviðurskifti, sum hava týdning fyri virksemið hjá eftirlitinum.
§ 4. Ásetingarnar í kapitli 2 eru ikki galdandi fyri avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innanfyri somu fyritøku ella samtøku.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um stk. 1, undir hesum reglur um, hvat skilst við eini avtalu og tílíkum í somu fyritøku ella samtøku.
Varaseting
§ 5. Til tess at skilmarka viðkomandi marknaðir eftir hesi løgtingslóg, kannar Kappingareftirlitið eftirspurningsvaraseting og útboðsvaraseting og møguliga kapping. Møgulig kapping skal kannast, tá ið støðan hjá viðkomandi fyritøkum á marknaðinum er skjalfest, og støðan gevur orsøk til iva, um lógarbrot er framt.
Stk. 2. Kappingareftirlitið kann taka uttanhýsis serkunnleika við í metingina eftir stk. 1.
Kapittul 2
Forboð fyri kappingaravlagandi avtalum
§ 6. Ikki er loyvt fyritøkum og øðrum at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina.
Stk. 2. Avtalur eftir stk. 1 kunnu til dømis vera:
1) at áseta keypsprísir, søluprísir ella aðrar viðskiftatreytir,
2) at avmarka ella stýra framleiðslu, sølu, tøkniligari menning ella íløgum,
3) at býta sundur marknaðir ella veitingarkeldur,
4) at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði, mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini,
5) at seta sum treyt fyri at gera eina avtalu, at avtaluparturin eisini góðkennir ískoytisveitingar, sum hvørki natúrliga ella sambært handilssiðvenju hava samband við innihaldið í avtaluni,
6) at tvær ella fleiri fyritøkur samskipa teirra kappingarligu atferð við at skipa samváða, ella
7) at seta bindandi prísir á víðarisølu ella á annan hátt at virka fyri, at ein ella fleiri fyritøkur ikki víkja frá vegleiðandi søluprísum.
Stk. 3. Stk. 1 er eisini galdandi fyri viðtøkur í samtøku av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur.
Stk. 4. Kappingareftirlitið kann sambært § 26 geva boð um at steðga brotum á stk. 1. Til tess at ganga iva hjá Kappingareftirlitinum á møti viðvíkjandi stk. 1, kann Kappingareftirlitið eisini gera tilsagnir, sum fyritøkur hava latið, bindandi sambært § 27.
Stk. 5. Avtalur og viðtøkur, ið eru bannaðar eftir stk. 1-3, eru ikki galdandi uttan so, at tær eru undantiknar sambært § 7, eru frítiknar sambært §§ 8 ella 10 ella hava fingið eina váttan sambært § 9.
§ 7. Forboðið í § 6, stk. 1, er ikki galdandi fyri avtalur millum fyritøkur, viðtøkur millum samtøk av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur samanber tó stk. 2-5, um:
1) samlaðu marknaðarpartar hjá luttakandi fyritøkunum ikki eru hægri enn 10 prosent á nøkrum av viðkomandi marknaðum, sum avtalan og annað viðvíkur, tá ið henda er gjørd millum fyritøkur, sum eru ella møguliga kunnu verða kappingarneytar á einum av hesum marknaðum (avtalur millum kappingarneytar), ella
2) marknaðarpartarnir hjá luttakandi fyritøkum einsæris ikki eru hægri enn 15 prosent á nøkrum av viðkomandi marknaðum, sum avtalan og annað viðvíkur, tá ið henda er gjørd millum fyritøkur, sum ikki eru ella verða kappingarneytar á einum av hesum marknaðum (avtalur millum ikki kappingarneytar).
Stk. 2. Í tann mun avtalur millum fyritøkur, viðtøkur í samtøku av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur ikki kunnu flokkast undir stk. 1, nr. 1 ella 2, eru marknaðarpartarnir í stk. 1, nr. 1, galdandi.
Stk. 3. Undantøkini í stk. 1 eru ikki galdandi, um avtalan, viðtøkan ella samskipanin hevur til endamáls at avmarka kappingina.
Stk. 4. Hóast stk. 1, er forboðið í § 6, stk. 1, galdandi fyri avtalur millum fyritøkur, viðtøkur í samtøku av fyritøkum og samskipan millum fyritøkur, um avtalan og annað saman við líknandi avtalum og øðrum avmarkar kappingina.
Stk. 5. Undantøkini í stk. 1 eru galdandi, hóast samlaðu marknaðarpartarnir hjá luttakandi fyritøkum fara útum ásettu mørkini tvey fylgjandi álmanakkaár.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann eftir ummæli frá Kappingareftirlitinum áseta nærri reglur um útrokning av umsetningi og øðrum viðurskiftum, sum hava týdning í sambandi við útrokning av marknaðarpørtum eftir hesi løgtingslóg, undir hesum reglur um avtalur og annað, sum í minni mun fara útum ásettu mørk.
§ 8. Forboðið í § 6, stk. 1, er ikki galdandi, um ein avtala millum fyritøkur, ein viðtøka í samtøku av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur:
1) er við til at styrkja fulldygga framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastuveitingum ella fremur tøkniliga ella búskaparliga menning,
2) tryggjar brúkarum rímiligan part av tí fyrimuni, sum kappingaravmarkingin hevur við sær,
3) ikki áleggur fyritøkum avmarkingar, sum eru óneyðugar fyri at náa hesum endamálum, og
4) ikki gevur fyritøkum møguleika at útihýsa kapping innan ein týðandi part av ávísum vørum ella tænastuveitingum.
Stk. 2. Kappingareftirlitið kann eftir fráboðan frítaka eina avtalu millum fyritøkur, eina viðtøku í samtøku av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur frá forboðnum í § 6, stk. 1, um Kappingareftirlitið metir, at treytirnar í stk. 1 eru loknar. Fráboðan av viðkomandi avtalu og øðrum við umbøn um frítøku frá § 6, stk. 1, verður latin Kappingareftirlitinum. Kappingareftirlitið ásetir nærri reglur um fráboðan, undir hesum reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum.
Stk. 3. Avgerðir eftir stk. 2 og 4 skulu tilskila tíðarskeiðið, avgerðin um frítøku er galdandi. Treytir kunnu leggjast við eini frítøku.
Stk. 4. Eftir fráboðan kann Kappingareftirlitið leingja frítøkuna, um Kappingareftirlitið metir, at treytirnar í § 8, stk. 1, framvegis eru loknar, samanber tó § 8, stk. 3.
Stk. 5. Kappingareftirlitið kann broyta ella taka aftur avgerð sambært stk. 2 ella 4, um:
1) viðurskifti, sum vóru grundarlag undir avgerðini, eru broytt munandi,
2) luttakarar í avtaluni og øðrum ikki halda ásettu treytirnar fyri frítøkuni, ella
3) avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá pørtum í avtaluni og øðrum.
§ 9. Kappingareftirlitið kann eftir fráboðan frá eini fyritøku ella samtøku av fyritøkum vátta, at ein avtala, viðtøka ella samskipan sambært viðurskiftum, ið Kappingareftirlitið hevur kunnleika til, ikki kemur undir forboðið í § 6, stk. 1, og at tað tí ikki er orsøk til at geva boð sambært § 6, stk. 4. Kappingareftirlitið ásetir nærri reglur um fráboðan, undir hesum reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum.
§ 10. Eftir ummæli frá Kappingareftirlitinum kann landsstýrismaðurin áseta reglur um frítøku frá forboðnum í § 6, stk. 1, fyri bólkar av avtalum, viðtøkum og samskipanum, ið lúka treytirnar í § 8, stk. 1.
Stk. 2. Tá ið avtala, viðtøka í samtøku av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur, sum er fevnd av bólkafrítøkuni, latin sambært stk. 1, í einum ítøkiligum føri hevur avleiðingar, sum ikki eru sambærligar við treytirnar í § 8, stk. 1, kann Kappingareftirlitið afturkalla frítøku sambært stk. 1 fyri fyritøkur og annað, sum eru partar í avtaluni og øðrum.
Kapittul 3
Misnýtsla av ráðandi støðu
§ 11. Ikki er loyvt eini ella fleiri fyritøkum og øðrum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.
Stk. 2. Kappingareftirlitið skal eftir umsókn vátta, um ein ella fleiri fyritøkur hava eina ráðandi støðu. Boðar Kappingareftirlitið frá, at ein fyritøka ikki hevur ráðandi støðu, er fráboðanin bindandi, til Kappingareftirlitið afturkallar fráboðanina.
Stk. 3. Misnýtsla sambært stk. 1 kann til dømis vera:
1) beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keypsprísir ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn,
2) at avmarka framleiðslu, sølu ella tøknifrøðiliga menning til bága fyri brúkaran,
3) at áseta ymiskar treytir fyri veitingar, ið hava sama virði mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini, ella
4) at seta sum treyt, áðrenn avtala kann gerast, at avtaluparturin góðkennir ískoytisveitingar, sum natúrliga ella eftir handilssiðvenju ikki hava samband við tað, ið avtalan viðvíkur.
Stk. 4. Kappingareftirlitið kann sambært § 26 krevja, at brot á stk. 1 verða at steðga. Til tess at ganga iva hjá Kappingareftirlitinum á møti viðvíkjandi stk. 1, kann Kappingarráðið eisini gera tilsøgn, sum fyritøkan hevur givið, bindandi sambært § 27.
Stk. 5. Kappingareftirlitið kann eftir umsókn frá eini ella fleiri fyritøkum boða frá, at ávísur atburður sambært teimum viðurskiftum, sum eru Kappingareftirlitinum kunnug, ikki er fevnd av stk. 1, og at tað tí ikki er grundarlag fyri at geva boð sambært stk. 4.
Stk. 6. Kappingareftirlitið kann áseta nærri reglur um tilfar, ið skal vera tøkt, til tess at taka avgerð eftir stk. 2 og 5.
Kapittul 4
Kappingaravlagandi stuðul
§ 12. Kappingareftirlitið kann geva boð um, at almennur stuðul til fyrimuns fyri ávíst vinnuvirksemi skal steðga ella afturrindast.
Stk. 2. Boð sambært stk. 1 kunnu gevast, tá ið almenni stuðulin:
1) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls ella sum avleiðing at avlaga kappingina, og
2) ikki er lógligur sambært almennari regulering.
Stk. 3. Avgerð, um veittur almennur stuðul er lógligur sambært almennari regulering, verður tikin av avvarðandi landsstýrismanninum ella avvarðandi kommunala eftirlitsmyndugleika, um annað ikki ásett í lóg. Avgerð, um veittur almennur stuðul er lógligur sambært almennari regulering, skal takast í seinasta lagi 4 vikur frá tí, at áheitan frá Kappingareftirlitinum er móttikin. Kappingareftirlitið kann leingja freistina.
Stk. 4. Boð sambært stk. 1 um at afturrinda almennan stuðul kann gevast privatum vinnufyritøkum, sjálvsognarstovnum og fyritøkum, sum heilt ella lutvíst eru almennar og vera riknar sum partafelag. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at boð sambært stk. 1 um afturrindan av stuðli eisini kann gevast ávísum vinnuvirksemi, sum heilt ella lutvíst er almenn ogn, ið verður rikið í vinnufelagslíknandi líki.
Stk. 5. Heimildin hjá Kappingareftirlitinum sambært stk. 1 at geva boð um at afturrinda almennan stuðul fyrnast 5 ár eftir, at almenni stuðulin er latin. Kappingareftirlitið ásetir rentur í sambandi við afturrindan sambært stk. 1. Renting fer fram sambært lov om renter ved forsinket betaling, m.v. Kappingareftirlitið kann áseta, at renta verður skrivað frá tí degi, at kappingaravlagandi almenni stuðulin fyrstu ferð varð tøkur hjá móttakaranum og til dagin, tá ið kappingaravlagandi almenni stuðulin er rindaður aftur.
Stk. 6. Kappingareftirlitið kann eftir fráboðan vátta, at almennur stuðul sambært teimum viðurskiftum, sum eru Kappingareftirlitinum kunnug, ikki er fevndur av stk. 2, nr. 1, og at tað tí ikki er grundarlag fyri at geva boð sambært stk. 1. Kappingareftirlitið kann áseta nærri reglur um fráboðan, undir hesum reglur um nýtslu av serligum fráboðanarskjølum.
Kapittul 5
Samanleggingareftirlit
§ 13. Samanlegging í hesi løgtingslóg merkir:
1) tá ið tvær ella fleiri fyritøkur, sum hava virkað sjálvstøðugt, verða lagdar saman, ella
2) tá ið ein ella fleiri persónar, sum longu hava ræðið á minst einari fyritøku, ella tá ið ein ella fleiri fyritøkur við keypi av pørtum ella ognum gjøgnum avtalu ella á annan hátt fáa beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á allari ella pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat.
Stk. 2. Stovnan av samváða, sum varandi hevur um hendi allar funktiónir í eini sjálvstøðugari fyritøku, er at meta sum samanlegging eftir stk. 1, nr. 2.
Stk. 3. Eftir hesi løgtingslóg fæst ræðið á einari fyritøku gjøgnum rættindi, avtalur ella upp á aðrar mátar, sum hvør sær, lutvíst ella samanlagt geva møguleika fyri at fáa avgerandi ávirkan á raksturin í fyritøkuni.
Stk. 4. Talan er ikki um samanlegging eftir stk. 1, tá ið:
1) lánistovnar, fíggjarligar fyritøkur, tryggingarfeløg og annað í sambandi við sítt vanliga virksemi fyribils ogna sær part í fyritøkum við víðarisølu fyri eyga treytað av, at atkvøðurætturin til ognarpartin ikki verður nýttur, ella bert verður nýttur við tí endamáli at fyrireika, at avhending fer fram í seinasta lagi eitt ár eftir yvirtøku, ella
2) ræðið fæst á fyritøku við heimild í lov om konkurs.
Stk. 5. Kappingareftirlitið kann eftir fráboðan leingja freistina í stk. 4, nr. 1, um lánistovnurin, fíggjarliga fyritøkan, tryggingarfelagið og annað veita prógv fyri, at tað ikki hevur verið møguligt at avhenda innan ásettu freistina.
§ 14. Samanleggingar, ið eru fevndar av ásetingunum í hesum kapitli, eru tær, har:
1) tær luttakandi fyritøkurnar samanlagt hava ein árligan umsetning á í minsta lagi 75 milliónir krónur í Føroyum, og minst tvær av luttakandi fyritøkunum hvør sær hava ein samlaðan árligan umsetning upp á 15 milliónir krónur í Føroyum, ella
2) minst ein av luttakandi fyritøkunum hevur ein árligan umsetning í Føroyum á minst 75 milliónir krónur, og minst ein av hinum fyritøkunum hevur ein umsetning á minst 75 milliónir krónur á heimsstigi.
Stk. 2. Fer samanlegging fram við yvirtøku av pørtum av eini ella fleiri fyritøkum, verður fyri seljara bert tann parturin av umsetninginum, sum kann knýtast at teimum yvirtiknu ognunum, tikin við í metingina eftir stk. 1.
Stk. 3. Tvær ella fleiri yvirtøkur eftir stk. 2, ið verða framdar í einum tvey ára tíðarskeiði, eru tó at meta sum ein samanlegging, um somu fyritøkur ella persónar luttaka. Í slíkum føri verður samanleggingin mett at vera farin fram, tá ið seinasta yvirtøkan varð framd.
Stk. 4. Eftir ummæli frá Kappingareftirlitinum ásetir landsstýrismaðurin nærri reglur um útrokning av umsetningi eftir stk. 1, undir hesum reglur um, hvussu umsetningurin fyri fíggjarligar fyritøkur verður roknaður.
§ 15. Kappingareftirlitið tekur avgerð um, hvørt ein samanlegging skal góðkennast ella forbjóðast.
Stk. 2. Ein samanlegging, sum ikki munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal góðkennast. Ein samanlegging, sum munandi forðar fyri virknari kapping, serliga við at skapa ella styrkja eina ráðandi marknaðarstøðu, skal forbjóðast.
Stk. 3. Í teimum førum, har stovnan av einum samváða sambært § 13, stk. 2, eisini hevur til endamáls ella sum fylgju at samskipa kappingarliga atburðin hjá sjálvstøðugum fyritøkum, verður henda samskipan mett sambært metingarstøðunum í § 6, stk. 1, og § 8, stk. 1, fyri at staðfesta, um samanleggingin kann góðkennast.
Stk. 4. Í sambandi við sína meting eftir stk. 3 leggur Kappingareftirlitið serliga dent á:
1) um tað samstundis eru tvær ella fleiri stovnsetandi fyritøkur, sum hava eyðsýndan leiklut á sama marknaði, sum viðkomandi samváði er á, ella á marknaði í fyrra ella seinna liði í mun til hendan marknaðin, ella á einum nærskyldum marknaði, sum er tætt knýttur at hesum marknaði, og
2) um stovnsetandi fyritøkurnar hava møguleika fyri at forða kapping fyri ein munandi part av viðkomandi vørum ella tænastum.
Stk. 5. Ein samanlegging, fevnd av hesi løgtingslóg, kann ikki fremjast, fyrr enn góðkenning er fingin frá Kappingareftirlitinum uttan so, at undantaksloyvi til tess er fingið frammanundan.
Stk. 6. Kappingareftirlitið kann geva undantak til stk. 5, og til tess at tryggja virkna kapping kann Kappingareftirlitið seta treytir við undantaksloyvið og geva boð.
Stk. 7. Kappingareftirlitið kann eftir eina einfalda málsviðgerð góðkenna eina samanlegging, um Kappingareftirlitið, grundað á tær upplýsingar, sum eru Kappingareftirlitinum kunnugar, metir, at samanleggingin ikki gevur orsøk til ivasemi.
§ 16. Kappingareftirlitið skal hava fráboðan um samanlegging sambært hesi løgtingslóg í seinasta lagi eina viku eftir, at sáttmáli um samanlegging er gjørdur, ella almenn fráboðan er gjørd um samanleggingina, ella at onkur ávísur hevur fingið ræðið á fyritøkuni. Freistin er ein vika frá tí, at eitt av omanfyri nevndu er farið fram, og áðrenn samanleggingin verður framd.
Stk. 2. Kappingareftirlitið kann almannakunngera, at samanlegging er fráboðað. Almannakunngeringin fevnir um nøvnini á luttakandi fyritøkunum í samanleggingini, slag av samanlegging og tær vinnugreinir, sum samanleggingin fevnir um.
Stk. 3. Kappingareftirlitið ger reglur um fráboðan av samanleggingum, undir hesum reglur um nýtslu av serstøkum fráboðanarskjølum og reglur um vanliga og einfalda fráboðan.
§ 17. Ein samanlegging kann fráboðast eftir einføldum ella vanligum leisti.
Stk. 2. Tá ið samanlegging verður fráboðað eftir einføldum leisti, verður rindað ómaksgjald á 50.000 kr.
Stk. 3. Tá ið samanlegging verður fráboðað eftir vanligum leisti verður rindað ómaksgjald á 0,1% av samlaða árliga umsetninginum hjá luttakandi fyritøkunum í Føroyum, tó í mesta lagi 300.000 kr.
Stk. 4. Um viðgerðin av eini samanlegging fráboðað eftir einføldum leisti vísir, at samanleggingin átti at verið fráboðað eftir vanligum leisti, skal ein fráboðan eftir vanligum leisti latast Kappingareftirlitinum saman við skjalprógvi um rindað ómaksgjald sambært stk. 3 við frádrátti av tí ómaksgjaldi, ið frammanundan er rindað sambært stk. 2.
Stk. 5. Ómaksgjald sambært stk. 2-4 skal rindast Kappingareftirlitinum, tá ið samanleggingin verður fráboðað. Skjalprógv um rindað ómaksgjald skal leggjast við fráboðanini. Freistin í § 18, stk. 1, byrjar, tá ið Kappingareftirlitið hevur móttikið fullfíggjaða fráboðan og skjalprógv fyri rindaðum ómaksgjaldi.
Stk. 6. Ein samanlegging verður ikki at rokna sum fráboðað, um ómaksgjald sambært stk. 2 ella 3 ikki er rindað, hóast ákrav. Ein fráboðan av eini samanlegging verður roknað sum fallin burtur, um ómaksgjald ikki er rindað, hóast ákrav, ella ein fráboðan eftir vanligum leisti ikki er latin Kappingareftirlitinum, hóast áminning, samanber tó stk. 4.
Stk. 7. Rindað ómaksgjald sambært stk. 2 og 3 verður ikki afturrindað, uttan so at:
1) fráboðaða samanleggingin ikki er fevnd av fráboðanarskyldu,
2) fráboðanin verður tikin aftur, áðrenn hon er fullfíggjað, ella
3) fráboðanin verður tikin aftur, áðrenn avgerð er tikin sambært § 15, stk. 1 ella 7, og afturtøkan skyldast, at annar almennur myndugleiki hevur noktað samanleggingini.
§ 18. Í seinasta lagi 30 yrkadagar eftir, at váttan er latin fráboðara um, at fráboðanin er fullfíggjað, verður avgerð tikin um, hvørt samanleggingin kann góðkennast eftir einfaldari málsviðgerð sambært § 15, stk. 5, ella um samanleggingin skal kannast nærri.
Stk. 2. Avgerð um at góðkenna ella forbjóða eini samanlegging skal takast í seinasta lagi 90 yrkadagar eftir, at váttan sambært stk. 1 er latin fráboðara, samanber tó stk. 4 og 5.
Stk. 3. Freistin í stk. 2 kann verða longd við 20 yrkadøgum, um ein ella fleiri luttakandi fyritøkur koma við nýggjari ella broyttari tilsøgn. Freistin verður einans longd, um tað, tá ið tilsøgn verður givin, eru færri enn 20 yrkadagar, til avgerð eigur at verða tikin sambært stk. 2.
Stk. 4. Freistin í stk. 2 kann eisini verða longd við 20 yrkadøgum, um Kappingareftirlitið hevur tikið avgerð um hetta, og tann ella tær fyritøkur, sum hava fráboðað, biðja um hetta ella játta hesum.
Stk. 5. Er avgerð ikki tikin innan ásettu freistirnar í stk. 1-4, er hetta at meta sum avgerð um, at samanleggingin er góðkend, samanber tó stk. 6.
Stk. 6. Kærir ein ella fleiri luttakandi fyritøkur um, at fráboðast skal eftir vanligum leisti sambært § 17, stk. 4, steðga freistirnar í § 18, stk. 1-4, til avgerð er tikin í kærumálinum.
§ 19. Kappingareftirlitið kann í sambandi við góðkenning eftir § 15, stk. 2, 1. pkt., áleggja treytir og geva boð um m.a. at tryggja, at luttakandi fyritøkurnar halda eina givna tilsøgn.
Stk. 2. Eftir at samanleggingin er góðkend, kann Kappingareftirlitið geva boð til tess at tryggja, at tilsøgn, ið er givin, verður útint rætt og rættstundis.
§ 20. Kappingareftirlitið kann taka aftur eina góðkenning, um avgerðin í stóran mun er grundað á skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum ein ella fleiri av luttakandi fyritøkunum eru atvoldin til.
Stk. 2. Kappingareftirlitið kann taka aftur eina góðkenning, um ein av luttakandi fyritøkunum noktar at fylgja treytum ella boðum, givin sambært § 19, stk. 1 og 2.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann taka aftur eina góðkenning, sum er givin eftir § 15, stk. 7, um ein av luttakandi fyritøkunum hevur latið ófullfíggjaðar, skeivar ella villleiðandi upplýsingar, og kann krevja, at tær luttakandi fyritøkurnar innan 2 vikur fráboða eftir vanligum leisti.
§ 21. Kappingareftirlitið kann, um samanlegging er framd uttan góðkenning, geva boð um sundurskiljing av samanløgdum ella yvirtiknum fyritøkum ella av ognum ella felagsræði, eins og Kappingareftirlitið kann nýta aðra atgerð, sum er neyðug til tess at endurskapa eina virkna kapping.
Kapittul 6
Innlit o.a.
§ 22. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál og kanningar eftir hesi løgtingslóg uttan so, at talan er um mál eftir § 4, stk. 2, § 7, stk. stk. 5, 2. pkt., og stk. 6, § 8, stk. 2, 3. pkt., § 9, stk. 1, 2. pkt., § 10, stk. 1, § 11, stk. 6, § 12, stk. 4, 2. pkt. og stk. 6, 2. pkt., § 14, stk. 4, § 16, stk. 3, § 23, stk. 4, § 30, stk. 15, 2. pkt. og § 31, stk. 3. Tó verða § 4, stk. 2 og § 6 í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina at nýta í málum eftir hesi løgtingslóg. 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi, tá ið upplýsingar, ið eru fingnar til vegar eftir hesi løgtingslóg, eru latnar øðrum fyrisitingarmyndugleika.
Stk. 2. Kappingareftirlitið skal almannakunngera:
1) avgerðir hjá viðkomandi myndugleika eftir § 2, stk. 4 og § 12, stk. 3, eins og frágreiðingar Kappingareftirlitsins,
2) avgerðir eftir § 2, stk. 5, og svar sambært § 2, stk. 5, frá avvarðandi landsstýrismanni,
3) avgerðir Kappingarráðsins, tiknar eftir hesi løgtingslóg,
4) avgerðir ella samandrátt av hesum, sum Kappingareftirlitið hevur tikið eftir hesi løgtingslóg, uttan so at avgerðin ikki verður mett at hava týdning fyri virki løgtingslógarinnar ella fyri almenningin annars,
5) dómar, sektaruppskot ella samandráttir av hesum, har tað verður sektað ella tikið við sekt,
6) avgerðir hjá Føroya Kærustovni, og
7) dómar í rættarmálum, har Kappingareftirlitið, Kappingarráðið ella Føroya Kærustovnur eru partar.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann almannakunngera upplýsingar um virksemi kappingarmyndugleikans og frágreiðingar.
Stk. 4. Almannakunngerð eftir stk. 2 og 3 fevnir ikki um upplýsingar um teknisk viðurskifti, undir hesum gransking, framleiðsluhættir og vørur umframt rakstrarloyndir og handilsloyndir, tá ið talan er um upplýsingar av serligum búskaparligum týdningi fyri persónin ella fyri fyritøkuna, sum upplýsingarnar viðvíkja. Harumframt kunna upplýsingar um viðurskifti hjá einstøkum viðskiftafólkum í mun til fyritøkur undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ikki almannakunngerast.
Stk. 5. Tann, ið letur Kappingarráðnum upplýsingar, kann biðja formann Kappingarráðsins um, at upplýsingar, sum sambært stk. 4 ikki mugu útflýggjast ella almannakunngerast, heldur ikki verða latnar limum Kappingarráðsins. Formaður Kappingarráðsins tekur endaliga avgerð, um upplýsingar kunnu latast limum Kappingarráðsins.
Kapittul 7
Kappingarmyndugleikin. Bygnaður og heimildir
§ 23. Kappingarráðið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av Kappingareftirlitsins fyrisiting av løgtingslógini og reglum ásettar sambært løgtingslógini. Harumframt tekur Kappingarráðið avgerð í málum av prinsipiellum ella serliga stórum týdningi. Ráðið góðkennir eisini tær kanningar, ið Kappingareftirlitið ger sambært § 29.
Stk. 2. Kappingarráðið kann lata Kappingareftirlitinum heimildir sínar at taka avgerð í málum av stórum ella prinsipiellum týdningi.
Stk. 3. Kappingarráðið hevur ein formann og fýra limir. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin og limirnar í Kappingarráðnum. Kappingarráðið hevur tveir fastar varalimir. Formaðurin, limirnir og varalimirnir verða valdir fyri eitt fýra ára skeið. Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og tveir av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaramálum.
Stk. 4. Kappingarráðið ger egna fundarskipan og reglur fyri virksemi hjá Kappingareftirlitinum. Landsstýrismaðurin góðkennir fundarskipan og reglur fyri virksemi hjá Kappingareftirlitinum.
§ 24. Kappingareftirlitið tekur avgerðir eftir hesi løgtingslóg og eftir reglum ásettum við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Kappingareftirlitið kann taka upp mál av egnum ávum, eftir fráboðan, eftir klagu, ella eftir áheitan frá øðrum kappingarmyndugleika sambært § 28, stk. 4, § 30, stk. 15 og § 31, í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Kappingareftirlitið ger av, um tað er grundarlag fyri at kanna ella taka avgerð í einum máli, og um málsviðgerð fyribils ella endaliga skal steðga. Harumframt kann Kappingareftirlitið taka avgerð um at lata vera við at viðgera eitt mál, har fyritøkur áður hava givið tilsøgn sambært § 27.
§ 25. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um at nýta talgilt samskifti til og frá Kappingarráðnum, Kappingareftirlitinum og Føroya Kærustovni og í hesum sambandi reglur um talgilda undirskrift.
§ 26. Tey boð, sum Kappingareftirlitið kann geva eftir § 6, stk. 4, og § 11, stk. 4, við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum, kunnu til dømis vera:
1) at avtalur, viðtøkur, handilstreytir o.a. heilt ella lutvíst verða settar úr gildi,
2) at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinningar, ella at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá ið prísir ella vinningar verða roknaðir út,
3) at áleggja einum ella fleiri av viðkomandi fyritøkunum at selja til tilskilaðar keyparar við teimum treytum, sum fyritøkan vanliga setir fyri samsvarandi sølu. Fyritøkan kann tó altíð krevja, at goldið verður kontant, ella krevja nóg góða trygd, og
4) at geva atgongd til fasilitet í undirstøðukervi, ið er neyðugur til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting,
§ 27. Tilsøgn, veitt av fyritøku, og sum gongur ivasemi á møti, sum Kappingareftirlitið hevur viðvíkjandi § 6, stk. 1, og § 11, stk. 1, kann gerast bindandi fyri fyritøkurnar. Ein tilsøgn kann gerast tíðaravmarkað.
Stk. 2. Eftir at tilsøgn er gjørd bindandi eftir stk. 1, kann Kappingareftirlitið geva boð, sum eru neyðug til tess at tryggja, at tilsøgnin verður fylgd til fulnar og innan ásetta tíð.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann afturkalla ein avgerð eftir stk. 1, um:
1) verulig viðurskifti, sum hava týdning fyri avgerðina, eru broytt,
2) avtalupartarnir og tílíkt handla í stríð við tilsøgn, ella
3) avgerðin er tikin við støði í ófullfíggjaðum, skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá avtalupørtunum o.tíl.
§ 28. Kappingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum Kappingareftirlitið metir hevur týdning fyri virksemi hjá kappingarmyndugleikanum ella fyri at gera av, um ávís viðurskifti eru partur av øki løgtingslógarinnar. Upplýsingarnar kunnu til dømis vera um roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum, handilsskjøl o.s.fr.
Stk. 2. Tað er skyldan hjá fyritøku, samtøku av fyritøkum og øllum løgfrøðiligum og likamligum persónum at veita upplýsingar sambært stk. 1.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann í arbeiði sínum krevja at fáa upplýsingar og skjøl frá øðrum myndugleikum, m.a. skattamyndugleikunum og tollmyndugleikunum, óheft av tagnarskyldu teirra.
Stk. 4. Upplýsingar sambært stk. 1 kunnu eisini krevjast til tess at veita kappingarmyndugleikum í Norðanlondum hjálp at fremja og handhevja kappingarlógina í hesum londum.
§ 29. Kappingareftirlitið kann gera kanningar av vinnugreinum ella av ávísum sløgum av avtalum innan fyri ymiskar vinnugreinir við tí endamáli at fáa kunnleika til ella innlit í kappingarstøðuna innan fyri ávísu vinnugreinina ella ávísu vinnugreinirnar.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 28, stk. 1 og 2 og § 30 eru somuleiðis galdandi fyri kanningar eftir stk. 1.
Stk. 3. Kappingareftirlitið kann almannakunngera slíka kanning, tó við teimum avmarkingum, ið eru nevndar í § 22, stk. 4.
§ 30. Kappingareftirlitið kann í sambandi við virksemi sítt gera eftirlitskanningar, ið hava við sær, at Kappingareftirlitið fær atgongd til høli og flutningsamboð hjá fyritøkum ella samtaki av fyritøkum. Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við og taka avrit av øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri at fremja eftirlit sambært løgtingslógini. Upplýsingarnar kunnu til dømis vera roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum og handilsskjølum o.s.fr. óansæð upplýsingarmiðil.
Stk. 2. Í sambandi við eftirlitskanningar, kann Kappingareftirlitið eisini krevja munnligar frágreiðingar og krevja, at persónar, fevndir av eftirlitskanningini, vísa fram innihaldið í teirra lummum, taskum o.ø. við tí endamáli, at Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við og møguliga taka avrit av hesum.
Stk. 3. Tá ið upplýsingar hjá fyritøkum eru í varðveitslu uttanhýsis ella verða viðgjørdar uttanhýsis, hevur Kappingareftirlitið somu atgongd sum eftir stk. 1 til varðveitslustaðið. Heimildin er treytað av, at ikki er gjørligt at útvega upplýsingarnar beinleiðis frá fyritøkuni ella fyritøkusamtakinum, ið verður kannað.
Stk. 4. Eftirlitskanningin kann bert fara fram við rættarúrskurði og við at vísa samleikaprógv.
Stk. 5. Kappingareftirlitið kann taka talgild avrit, spegling, av dátum á talgildum miðlum, sum eru fevndar av eftirlitskanningini, og kann taka avritini við sær við tí endamáli at kanna tilfarið seinni.
Stk. 6. Speglað tilfar skal vera seglað, tá ið Kappingareftirlitið fer úr hølunum hjá fyritøkuni.
Stk. 7. Tann, sum kannaður verður, kann krevja, at viðkomandi ella eitt umboð, sum hann hevur valt, skal vera til staðar, tá ið seglið verður brotið, og tá ið eftirlitið gongur í gjøgnum speglaða tilfarið.
Stk. 8. Kappingareftirlitið skal í seinasta lagi 40 yrkadagar eftir eftirlitskanningina geva teirri fyritøku og tílíkum, sum verður kannað, eitt avrit av øllum upplýsingum, ið Kappingareftirlitið hevur tikið úr speglaða tilfarinum.
Stk. 9. Tá ið tilfarið er kannað, skal tað speglaða tilfarið varðveitast undir segli.
Stk. 10. Dátutilfarið skal strikast, um Kappingareftirlitið metir, at tilfarið ikki inniheldur prógv fyri brot á løgtingslógina.
Stk. 11. Ger Kappingareftirlitið av at fara víðari við málinum, skal speglaða tilfarið strikast, tá ið endalig avgerð er tikin í málinum.
Stk. 12. Um viðurskifti hjá eini fyritøku ella einum samtaki av fyritøkum hava við sær, at tað ikki ber til hjá Kappingareftirlitinum sama dag, ið eftirlitskanningin verður framd, at fáa atgongd til upplýsingar ella at taka avrit av upplýsingunum sambært stk. 1 og 2, kann Kappingareftirlitið segla høli og upplýsingar hjá viðkomandi fyritøku í 3 yrkadagar eftir, at kanningin er gjørd.
Stk. 13. Undir teimum treytum, sum eru nevndar í stk. 12, kann Kappingareftirlitið taka upplýsingar ella miðilin, har upplýsingarnar eru á, við sær við tí endamáli at avrita upplýsingarnar. Tilfarið, sum Kappingareftirlitið hevur tikið við sær við tí endamáli at avrita, skal saman við avriti av upplýsingunum, sum Kappingareftirlitið hevur tikið við sær at kanna neyvari, latast fyritøkuni ella samtakinum av fyritøkum aftur í seinasta lagi 3 yrkadagar eftir eftirlitskanningina.
Stk. 14. Freistirnar í stk. 8, 12 og 13 kunnu í serligum førum verða longdar.
Stk. 15. Kappingareftirlitið kann eftir áheitan frá kappingarmyndugleikum í Norðanlondum gera eftirlitskanningar til tess at fremja og handhevja kappingarlógina í hesum londum. Tað er ein treyt, at kappingarmyndugleikar í hesum londum eisini kunnu gera eftirlitskanningar til tess at fremja og handhevja kappingarlógina í Føroyum. Stk. 1-14 verða nýtt samsvarandi.
Stk. 16. Løgreglan veitir hjálp, tá ið heimildirnar í stk. 1-3, 5, 12 og 13 verða útintar. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við løgregluna gera reglur í hesum sambandi.
§ 31. Kappingareftirlitið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, um hesar eru neyðugar til tess at fremja og handhevja kappingarlógina í hesum londum. Tað er ein treyt, at fyrivarni verður tikið fyri, at upplýsingar skulu latast báðar vegir.
Stk. 2. Tá ið upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingareftirlitið seta sum treyt, at upplýsingarnar:
1) vera undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum,
2) einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og
3) einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingareftirlitinum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum.
Kapittul 8
Kærur
§ 32. Avgerðir, tiknar av Kappingareftirlitinum eftir § 2, stk. 1, § 3, 1. pkt., § 4, § 6, stk. 1 og 4, 1. pkt., § 7, stk. 1-4, § 8, stk. 2, stk. 4, 2. pkt. og stk. 5 og 6, § 9, stk. 1, 1. pkt., § 10, stk. 2, § 11, stk. 1 og 2, stk. 4, 1. pkt. og stk. 5, § 12, stk. 1 og stk. 6, 1. pkt., § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 4, § 18, stk. 5, § 19, stk. 1-5, § 22, stk. 4, § 26 og § 27, stk. 2 og 3 kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 2. Kæra kann bert verða latin inn av:
1) tí, sum avgerðin viðvíkur, ella
2) tí, sum annars hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir hjá Kappingareftirlitinum sambært § 15, stk. 1-3, § 16, stk. 1, § 17, stk. 4, § 18, stk. 5, § 19, stk. 1 og § 27, stk. 2-3.
Stk. 3. Avgerð sambært § 24, stk. 3, kann ikki kærast til Føroya Kærustovn.
Stk. 4. Kæra um avgerð sambært § 22, stk. 4, hevur steðgandi virknað. Kappingareftirlitið ella Føroya Kærustovnur kann avgera, at kærur um aðrar avgerðir hava steðgandi virknað.
Stk. 5. Føroya Kærustovnur skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi 8 vikur eftir, at málið er lagt fyri Føroya Kærustovn.
§ 33. Avgerðir, tiknar av Kappingareftirlitinum eftir hesi løgtingslóg, kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika enn Føroya Kærustovn og kunnu ikki leggjast fyri rættin, fyrr enn úrskurður frá Føroya Kærustovni er til skjals.
Stk. 2. Kæra um avgerð kann verða skotin inn fyri Føroya Kærustovn innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Tá ið serligar orsakir tala fyri, kann Føroya Kærustovnur víkja frá kærufreistini.
Stk. 3. Avgerð, tikin av Føroya Kærustovni, kann leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi 8 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Verður ikki kært innan ásettu tíðarfreistina, er avgerð hjá Føroya Kærustovni endalig.
Kapittul 9
Revsing
§ 34. Kappingareftirlitið kann áleggja tí, sum ikki letur Kappingareftirlitinum upplýsingar, sum kunnu krevjast eftir hesi løgtingslóg, ella sum ikki heldur treytir ella ger eftir boðum, givin eftir hesi løgtingslóg, ella fylgir tilsøgn, sum er bindandi sambært § 27, stk. 1, dagliga ella vikuliga sekt.
Stk. 2. Sekt áløgd eftir stk. 1. kann verða innheintað við panting saman við innkrevjingarkostnaði. Taks fremur pantingina sambært stk. 2 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.
§ 35. Um ikki harðari revsing er ásett eftir stk. 3 ella aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum tilætlað ella av grovum ósketni:
1) brýtur forboðið í § 6, stk. 1,
2) ikki heldur treytir, sum eru álagdar í § 8, stk. 3, 2. pkt. ella stk. 4, 2. pkt.,
3) brýtur forboðið í § 11, stk. 1,
4) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 12, stk. 1,
5) brýtur fráboðanarskylduna í § 16, stk. 1, ella ikki heldur vanligu fráboðanarfreistina í § 20, stk. 3,
6) fremur eina samanlegging, hóast forboð er sett móti hesum eftir § 15, stk. 2, 2. pkt., brýtur forboðið fyri at fremja eina samanlegging, áðrenn góðkenning er givin eftir § 15, stk. 2, 1 pkt., og uttan at loyvi er fingið eftir § 15, stk. 6, ikki lýkur treytir ella boð, ið eru givin sambært § 19, stk. 1-2, ella ikki ger eftir boðum, sum eru givin sambært § 21,
7) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 6, stk. 4, 1 pkt., ella § 11, stk. 4, 1. pkt, sambært § 26,
8) ikki ger eftir tilsøgn, givin eftir § 27, stk. 1,
9) ikki ger eftir boðum, givin eftir § 27, stk. 2,
10) ikki lýkur krøv eftir § 28, stk. 1-3, ella
11) gevur Kappingareftirlitinum, Kappingarráðnum ella Føroya Kærustovni ófullfíggjaðar, skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti, sum hava týdning fyri mál ella kanning eftir § 29, sum upplýsingar verða savnaðar til.
Stk. 2. Stk. 1, nr. 1, verður ikki at nýta frá tí, at ein avtala er fráboðað Kappingareftirlitinum sambært § 8, stk. 2 ella stk. 4, og til Kappingareftirlitið hevur kunngjørt sína avgerð eftir § 8, stk. 2 ella stk. 4.
Stk. 3. Revsingin fyri tann, sum í ósamsvari við § 6, stk. 1, ger kartellavtalu sambært pkt. 2, kann hækka til fongsul í upp til 1 ár og 6 mánaðir, um brotið er framt tilætlað og av grovum ósketni vísandi til vavið og skaðiligu árinini, sum brotið kann hava við sær. Við kartellavtalu sambært pkt. 1 er at skilja avtala, viðtøka í samtøku av fyritøkum ella samskipan millum fyritøkur, um:
1) at áseta prísir, vinning o.a. í sambandi við sølu ella víðarisølu av vørum og tænastum,
2) at avmarka ella stýra sølu ella framleiðslu,
3) at býta sundur marknaðir ella kundar sínámillum, ella
4) at samskipa boð.
Stk. 4. Revsiábyrgd kann áleggjast feløgum, løgfrøðiligum persónum o.tíl. eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 5. Er fíggjarligur vinningur fingin við broti á stk. 1 og 2, skal vinningurin inndragast eftir reglunum í kapitli 9 í revsilógini. Ber ikki til at leggja hald á vinningin, skal við áseting av revsing takast serligt fyrilit fyri støddini á náddum ella ætlaðum fíggjarligum fyrimuni.
Stk. 6. Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd er 5 ár.
Fyrisitingarligt sektaruppskot
§ 36. Um brot á hesa løgtingslóg ella reglur givnar við heimild í hesi løgtingslóg ikki hevur strangari revsing við sær enn sekt, kann Kappingareftirlitið við fyrisitingarligum sektaruppskoti boða frá, at málið kann avgerast uttan rættarmál, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og játtar at rinda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Ásetingar í rættargangslógini um krav til innihald av ákæruriti og um, at hin skuldsetti ella ákærdi ikki hevur skyldu at úttala seg, eru galdandi í sambandi við sektaruppskot.
Stk. 3. Við sektarsamtykt fellur rættarsókn burtur.
Kapittul 10
Gildiskoma
§ 37. Henda løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping.
Stk. 2. Mál, sum eru Kappingareftirlitinum í hendi, áðrenn løgtingslógin kemur í gildi, verða viðgjørd eftir løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping.
Stk. 3. Reglur, sum eru ásettar við heimild í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping, eru í gildi, til tær verða settar úr gildi, ella til aðrar verða settar í staðin.
Í Tinganesi, 22. mai 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 98/2022