Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 71
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Loyvi at landa og avreiða í mesta lagi 15% uttanlands)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 41, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Veiða á fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast og avreiðast um bryggjukant í Føroyum, tó kunnu í mesta lagi 15% av veiðuni fyri hvørt fiskaslag sær, gjørd upp 31. desember fyri árið frammanundan, landast og avreiðast uttanlands.
Stk. 2. Umframt undantakið frá at landa um bryggjukant í Føroyum, sambært stk. 1, 2.-4. lið, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur um, hvørji fiskasløg, fiskaúrdráttir ella fiskiskapur, heilt ella lutvíst, ella í avmarkað tíðarskeið, eru undantikin avmarkingunum sambært stk. 1.”
2. Í § 64, stk. 1, nr. 1 verður aftan á “§ 39, stk. 1,” sett: “§ 41, stk. 1,”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 137/2020