Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 70
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Heimild hjá landsstýrismanninum at krevja rættindahavarar eftir upplýsingum og at taka veiðirættindi aftur, strika treytina um veiðiloyvi og fiskiloyvi í bólki 5 í sambandi við ávíst slag av vinnuligum royndum og verkætlanum ávikavist fyri royndarfiskiskap og vinnuligar fiskiroyndir)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 13. mai 2020, § 78 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 186 frá 18. desember 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 11, stk. 8 verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá eigaranum av fiskifarinum og rættindahavaranum og krevja, at eigarin av fiskifarinum og rættindahavarin útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.”
2. Í § 11, stk. 9 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Hevur rættindahavarin ikki veiðiloyvi, og lýkur hann ikki treytirnar í hesi grein, falla øll veiðirættindini hjá rættindahavaranum aftur til landið.”
3. Í § 12 verður aftan á stk. 3 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 4. Í sambandi við eftirkanning av treytunum í hesi grein kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá eigaranum av fiskifarinum og rættindahavaranum og krevja, at eigarin av fiskifarinum og rættindahavarin útvegar upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, ráðgevum, fíggingarstovnum o.ø. Landsstýrismaðurin kann krevja føroyska týðing av skjølum.”
Stk. 4 verður eftir hetta stk. 5.
4. Í § 12, stk. 4, sum verður stk. 5, verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Hevur rættindahavarin ikki veiðiloyvi, og lýkur hann ikki treytirnar í stk. 3, falla øll veiðirættindini hjá rættindahavaranum aftur til landið.”
5. § 14, stk. 2 og 3 verða strikað.
6. Í § 15 c, stk. 1 verður: “tó undantikið flutt kvota sambært § 14, stk. 2,” strikað.
7. § 49, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Av kvotunum av svartkjafti, norðhavssild og makreli, sambært § 14, stk. 1 og § 15 og rættindum sambært § 17, verða í minsta lagi 50% latin til vinnuligar royndir og verkætlanir, ið hava við sær menning, nýskapan og virðisøking í gagnnýtsluni av nevndu fiskasløgum. Av nøgdini sambært 1. pkt. kann kvota eisini verða latin umsøkjarum í sambandi við verkætlan, ið fevnir um ítøkiligt keyp umsøkjarans av fiskifari uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5, sum tó, áðrenn endalig tilsøgn kann verða givin, lýkur treytirnar sambært § 5, stk. 1, nr. 2-5. Tilsøgn um kvotu sambært 2. pkt. kann verða latin, um landsstýrismaðurin við støði í umsóknartilfarinum og umstøðunum annars metir, at íløgan í fiskifarið kann bera seg við teimum minstu nøgdunum, ið søkt verður um. Um umsóknin verður gingin á møti, letur landsstýrismaðurin fiskifari, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, eitt fyribils veiðiloyvi ávikavist fyribils fiskiloyvi í bólki 5, sum er galdandi í tíðarskeiðinum endaliga tilsøgnin er í gildi. Fiskifarið kann við fyribils veiðiloyvinum ávikavist fyribils fiskiloyvinum í bólki 5 fiska av tillutaðu nøgdunum sambært endaligu tilsøgnini, og fiskifarið kemur annars í tíðarskeiðinum endaliga tilsøgnin er í gildi undir somu rættindi og skyldur sum eigarar av fiskifari við veiðiloyvi ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, tó uttan at vera fevnt av § 7, stk. 1 og 2. Fiskifar við fyribils veiðiloyvi, ávikavist fyribils fiskiloyvi í bólki 5, kann fáa endaligt veiðiloyvi, ávikavist endaligt fiskiloyvi, um treytirnar fyri hesum eru loknar sambært stk. 4, 3. pkt. Umsøkjarar skulu lúka treytirnar ásettar í stk. 3, og umsøkjarar eftir kvotum sambært 1. pkt. skulu harumframt lúka treytirnar ásettar í stk. 5.”
8. § 49, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Endalig tilsøgn um kvotu sambært stk. 1, 1. pkt. er treytað av, at umsøkjari innan ávísa tíðarfreist knýtir vinnuligu royndina ella verkætlanina sambært stk. 1, 1. pkt. at ávísum fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5.”
9. § 49, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Landsstýrismaðurin letur fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til at fiska av kvotu fevnd av stk. 1, 1. pkt. Somuleiðis letur landsstýrismaðurin fiskifari við fyribils veiðiloyvi ella við fyribils fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til at fiska av kvotu sambært stk. 1, 2. pkt. og stk. 2.”
10. § 49, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Í sambandi við kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært stk. 1, 1. pkt., kann landsstýrismaðurin í serligum førum geva undantak frá kravinum um veiðiloyvi sambært stk. 5.”
11. § 49, stk. 8 verður orðað soleiðis:
“Stk. 8. Broytingar í viðurskiftunum sambært hesi grein skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar kunnu fara fram. Broytast viðurskiftini soleiðis, at tey ikki eru samsvarandi hesi grein ella galdandi treytum í tilsøgn, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan nærri ásetta tíðarfreist, um útlit eru fyri tí. Koma viðurskiftini ikki í rættlag innan tíðarfreistina, ella eingi útlit eru fyri tí, kann landsstýrismaðurin taka tilsøgnina aftur, og rættindini falla aftur til landið.”
12. § 50, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:
“Landsstýrismaðurin kann, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin, uttan mun til galdandi avmarkingar eftir hesi løgtingslóg, eftir ummæli frá Havstovuni, lata fiskifari undir føroyskum flaggi uttan veiðiloyvi ella uttan fiskiloyvi í bólki 5 serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap ella til fiskiskap, sum er liður í eini undirvísingarætlan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar.”
13. § 50, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Fiskifar, ið ikki frammanundan hevur veiðiloyvi, er avmarkað til bert at fiska av tillutaðu nøgdunum sambært endaligu tilsøgnini, uttan so at annað er ásett í løgtingslógini. Er loyvi givið ávísum fiskifari til royndarveiðu, sambært stk. 1, eftir ávísum fiskaslagi í samanhangandi tíðarskeið áljóðandi í minsta lagi 5 ár, kann landsstýrismaðurin eftir umsókn lata fiskifari fiskiloyvi til ávísa fiskaslagið, um mett verður, at grundarlag er fyri varandi og burðardyggum fiskiskapi, og treytirnar í royndarloyvinum annars hava verið loknar, og loyvishavarin lýkur vanligu treytirnar ásettar í §§ 11-13. Fiskifarið fær tá veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi í bólki 5, um fiskifarið frammanundan ikki hevur veiðiloyvi, ávikavist fiskiloyvi, og rættindini til ávísa fiskaslagið verða tá knýtt at tí ávísa fiskifarinum í fiskiloyvi.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 100/2020