Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. apríl 2025Nr. 68
Kunngerð um broyting í ymsum kunngerðum við heimild í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Hámarkið fyri barsilspening verður javnað árliga)
§ 1
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018, § 2 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023 og kunngerð nr. 80 frá 15. juli 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 1 verður “§ 13, stk. 1” broytt til: “§ 13, stk. 1 og 3”.
2. Í § 4, stk. 2 verður “30.000.” broytt til: “barsilspeninginum, sum løntakarin hevur rætt til sbrt. § 1, stk. 1.”
§ 2
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð 20 frá 16. mars 2018, § 4 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023 og kunngerð nr. 81 frá 15. juli 2024, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 5, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.”
2. Í § 5, stk. 3, 2. pkt. verður “, tó í mesta lagi 30.000 kr. um mánaðin” strikað.
§ 3
Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018 og § 3 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verður í § 5, stk. 2 aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.”
§ 4
Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 16 mars 2018 og § 1 í kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, verður í § 5, stk. 2 aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Útrokningargrundarlagið kann tó í mesta lagi vera 12 ferðir hámarksupphæddina fyri mánaðarliga barsilspeninginum sbrt. § 13, stk. 1 og 3 í løgtingslógini.”
§ 5
Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2025.
Umhvørvismálaráðið, 30. apríl 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)