Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2022Nr. 68
Løgtingslóg um mát og vekt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Virkisøki
§ 1. Løgtingslógin er galdandi fyri øll mátitól og vektir, ið verða nýtt til vinnuligt endamál í Føroyum, sum tøkniliga skulu vera í samsvari við altjóða viðurkendar vektafrøðiligar normar og krøv.
Reglur um mát og vekt
§ 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um mát og vekt, m.a.:
1) reglur um, hvørjar mátieindir verða nýttar,
2) reglur um stovnseting og røkt av frumnormalum og tilvísingarnormalum,
3) reglur um mátitøkni, mátitól og vektir og nýtslu av slíkum tólum, umframt mátitøkniligt eftirlit,
4) reglur um fráboðanarskyldu viðvíkjandi ávísum mátitólum og vektum, og
5) reglur um, hvør vøra skal seljast í ávísum eindum í mun til mát og vekt, heruppí flokking, sundurbýting o.a.
§ 3. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um løggilding og akkreditering av virkjum, kanningarstovum og øðrum stovnum og persónum til at gera tekniskar royndir, kanningar og góðkenningar av góðskuskipanum innan mátitekniska økið.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, hvørjar kanningar og tekniskar royndir, ið løggild og akkrediterað virki, kanningarstovur og aðrir stovnar og persónar kunnu gera av tekniskum mátitólum og háttaløgum.
Afturtøka av løggilding
§ 4. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka aftur løggilding, sum er givin sambært reglum við heimild í § 3, stk. 1 og 2, um treytirnar fyri at fáa løggilding ikki longur eru til staðar, ella um tann løggildi ikki heldur løggildingartreytirnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um afturtøku av løggilding.
Eftirlit
§ 5. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur yvirskipaða eftirlitið við, at ásetingarnar í hesi løgtingslóg og ásetingarnar við heimild í hesi løgtingslóg verða fylgdar.
Stk. 2. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kannar og váttar mátitól sambært reglum, ásettar við heimild í § 2, nr. 3-5 í hesi løgtingslóg.
Stk. 3. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur til eina og hvørja tíð, uttan rættarúrskurð, og við at vísa nøktandi myndugleikaprógv, atgongd til almenna og privata ogn, fyri at gera eftirlit sambært stk. 1 og 2.
Stk. 4. Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann krevja útflýggjaðar allar viðkomandi tekniskar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at útinna eftirlitsvirksemi sambært stk. 1 og 2.
Gjald
§ 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um gjald, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið kann taka fyri útreiðslur, ið standast av eftirlitinum sambært § 5, stk. 2.
Kærur
§ 7. Avgerðir, tiknar eftir hesi løgtingslóg ella eftir reglum, ásettar við heimild í løgtingslógini, kunnu kærast til landsstýrismannin innan 4 vikur frá tí degi, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kæru, heruppií at leggja kærumyndugleikan til Føroya Kærustovn, og at ávísar avgerðir ikki kunnu kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Revsing
§ 8. Í reglum, sum eru ásettar við heimild í § 2 og § 3, kunnu ásetast reglur um revsing við sekt fyri brot á ásetingarnar.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 9. Í málum um brot sambært § 8, har Arbeiðs- og brunaeftirlitið metir, at nøktandi greidleiki er á veruligu umstøðunum í málinum, at brotið ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið við einum fyrisitingarligum sektaruppskoti boða frá, at málið kann verða avgjørt uttan rættarmál, um tann, ið hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist.
Stk. 2. Reglurnar í rættargangslógini um innihald í ákæruritum og um, at skuldsetti ikki hevur skyldu til at úttala seg, verða at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Góðtekur tann, ið hevur framt brotið, sektina, fellur onnur rættarsókn burtur.
Gildiskoma
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fara úr gildi §§ 10-13 í anordning nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om Erhvervsfremme.
Stk. 2. Reglur, sum eru ásettar við heimild í §§ 10-13 í anordning nr. 720 af 5. september 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om Erhvervsfremme, verða verandi í gildi, til reglur, ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, koma ístaðin, ella tær verða settar úr gildi.
Í Tinganesi, 5. mai 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2021