Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. mai 2021Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m.
(Heimild at skjóta grágás, treytir fyri at fáa loyvi til tess, ásetingar um kanningar og vísindaligar teljingar og lógartøkniligar og málsligar rættingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis:
“Løgtingslóg um fuglaveiðu”
2. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Fuglaveiðulógin)”
3. Í § 1 verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”.
4. Í § 4, stk. 1 verður “(§ 3)” broytt til: “, sbrt. § 3”.
5. Í § 5 verður “grannastevnilógini” broytt til: “Lov for Færøerne om Grandestævne m.m.”.
6. Í § 6 verður “smb. Ll. nr. 48 frá 9. juli 1970” broytt til: “sbrt. løgtingslóg um náttúrufriðing”.
7. Í § 7, stk. 2 verður “smbr. lóg nr. 59 frá 1. apríl 1912” broytt til: “, sbr. Lov for Færøerne om Ophævelse og kundgørelse ved Kirkestævne m.m.”
8. Í § 7, stk. 5 verður “kap.” broytt til: “kapittul”.
9. Í § 8 verður “lógini” broytt til: “løgtingslógini” og “v.m.” verður broytt til: “o.a.”.
10. Í § 15 verður “sunnu- og halgidøgum” broytt til: “sunnudøgum og halgidøgum”.
11. Í § 17, stk. 1 verður “(smbr. §§ 14 og 16)” broytt til: “, sbr. §§ 14 og 16”.
12. Aftan á § 17 verður sett:
“17 a. Uttan mun til ásetingarnar í § 17, stk. 1 og 2, kann tann, sum eigur, festir ella leigar lendi, søkja um loyvi at skjóta grágás á hesum lendi, um vísast kann á, at grundaðir trupulleikar standast av henni. Landsstýrismaðurin kann áseta eitt ovara mark fyri talið á grágás, sum skjótast kann.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 er treytað av, at umsøkjarin hevur vápnaloyvi og váttar at kenna fuglin, sum loyvið fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í loyvinum nærri treytir fyri at skjóta grágás, undir hesum nær loyvt er at skjóta grágás, loyvd skotvápn og lóður, at tann, ið hevur loyvi, skal boða frá, hvussu nógv grágás er skotin, og at fuglurin skal latast myndugleikunum til kanningar uttan viðurlag, um biðið verður um tað. Loyvishavin skal hava loyvi uppi á sær, tá ið skotið verður.
Stk. 4. Tann, sum hevur fingið loyvi at skjóta grágás eftir stk. 1, kann loyva einum øðrum persóni at skjóta grágás á tí øki, sum loyvið fevnir um, treytað av, at viðkomandi hevur søkt um og fingið loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 5. Loyvi eftir stk. 4 skal vera skrivligt, og loyvishavin skal hava hetta loyvið og loyvið eftir stk. 1 hjá sær, tá ið skotið verður. Loyvið skal vísast politinum, um biðið verður um tað.
§ 17 b. Landsstýrismaðurin stílar fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágás verða framdar. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja uppgávurnar nevndar í 1. pkt. til ein annan myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni at umsita.”
13. Í § 18, stk. 1 verður “frammanfyri standandi grein” broytt til: “§ 17”.
14. Í § 18, stk. 2 verður “Føroya landsstýri” broytt til: “landsstýrismanninum”.
15. Í § 21 verður “Landsstýrinum” broytt til: “Landsstýrismanninum” og “smbr. § 19” broytt til: “, sbr. § 19”.
16. Í § 22, stk. 1 og 2 verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”.
17. Í § 23, stk. 1 verður “sunnu- ella halgidegi” broytt til: “sunnudegi ella halgidegi”.
18. § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Sektir, sum standast av misbroti eftir hesi løgtingslóg, fara í landskassan.
Stk. 2. Umframt sektina eftir stk. 1 skal tann seki endurrinda virðið á tí, hann hevur veitt, um hann ikki kann lata eigaranum veiðuna í feskum standi.”
19. Í § 25, stk. 4 verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”.
20. Í § 25, stk. 5 verður “Vaktar- og Bjargingartænastan” broytt til: “Vørn”.
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 17 a, sum ásett í § 1, nr. 12, fara úr gildi aftur 1. januar 2026.
Í Tinganesi, 5. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 104/2020