Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. mai 2024Nr. 65
Løgtingslóg um tøkugjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Lógarøki
§ 1. Partafeløg og smápartafeløg, sum reka vinnuliga alivinnu, skulu rinda tøkugjald eftir ásetingunum í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Sum alivinna eftir stk. 1 verður roknað virksemi á smoltstøðum, aling av fiski á sjónum og kryvjing á landi.
Tøkugjald
§ 2. Feløg, fevnd av § 1, skulu í sambandi við tøku av alilaksi rinda tøkugjald til landskassan.
Stk. 2. Avgjaldsgrundarlagið er grundað á mánaðarligu tøkuna av alilaksi í kruvdari vekt, faldað við miðal altjóða marknaðarprísinum í sama mánaði.
Stk. 3. Við átekning í fíggjarlógini til inntøkujáttanina í fíggjarárinum verður ásett, hvør altjóða marknaðarprísur verður nýttur.
Stk. 4. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður roknaður og ásettur triðja hvørt ár við grannskoðaðu ársroknskapartølunum hjá alifeløgunum sbrt. skjali 1.
Stk. 5. Í árunum harímillum verður metti miðal framleiðslukostnaðurin, PK, ásettur við at prístalsviðgera miðal framleiðslukostnaðin, K, við støði í brúkaraprístalinum hjá Hagstovu Føroya, B, ið telur 50%, og vøkstri í fóðurprístalinum, F, ið telur 50%, sbrt. skjali 2.
Stk. 6. Landsstýrisfólkið ásetur nærri reglur um tey roknskapartøl, sum alifeløgini skulu lata inn, so miðal framleiðslukostnaðurin kann gerast upp.
Stk. 7. Miðal framleiðslukostnaðurin, K, verður almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá avvarðandi stjórnarráði fyrstu ferð tann 1. januar 2025. Eftir hetta verða metti miðal framleiðslukostnaðurin, PK, og nýggjar uppgerðir av miðal framleiðslukostnaðinum, K, almannakunngjørdar 1. januar á hvørjum ári.
§ 3. Tøkugjaldið eftir § 2 verður ásett sum ásett í skjali 3.
Stk. 2. Gjald verður ikki rindað av tøku, ið landsdjóralæknin hevur álagt alara at fremja, og sum ikki kann seljast til marknaðarvirði.
Stk. 3. Upplýsingar um mánaðarligu tøkuna av alilaksi skulu innan 15. í mánaðinum aftan á tøkuna latast TAKS. Um upplýsingarnar ikki verða latnar TAKS innan ásettu freistina, verður sekt upp á kr. 1.000 løgd afturat tøkugjaldinum fyri avvarðandi mánað.
Stk. 4. Tøkugjaldið fellur til gjaldingar í fýra gjøldum ávikavist 1. februar, 1. mai, 1. august og 1. november við gjaldfreist tann 20. í mánaðinum. Verður gjaldið ikki goldið rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
§ 4. 2% av tøkugjaldinum fella til kommunurnar.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið í fíggjarmálum ásetur nærri reglur um, hvussu inntøkan verður býtt millum kommunurnar og um útgjald.
Skylda at lata upplýsingar um fóðurprís
§ 5. Feløg, fevnd av § 1, skulu á hvørjum ári lata inn upplýsingar um miðal fóðurprísin fyri hvørt kilo fyri tíðarskeiðið, ið gongur frá 1. november til 31. oktober.
Stk. 2. Upplýsingar sbrt. stk. 1 skulu latast landsstýrisfólkinum í seinasta lagi 10. desember.
Stk. 3. Upplýsingar um miðal fóðurprísir fyri kilo, ið skulu nýtast at prístalsviðgera ásetta miðal framleiðslukostnaðin fyrstu ferð, tann 1. januar 2026, skulu latast landsstýrisfólkinum í seinasta lagi 10. desember 2025.
Stk. 4. Upplýsingarnar í stk. 3 eru miðal fóðurprísur fyri kilo fyri tíðarskeiðini 1. november 2022 til 31. oktober 2023, 1. november 2023 til 31. oktober 2024 og 1. november 2024 til 31. oktober 2025.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið kann, tá tað verður mett neyðugt fyri at sanna prísásetingina millum feløg, sum eru í áhugafelagsskapi sbrt. § 37 a í skattalógini, áleggja hesum at senda inn uppgerðirnar, heruppií skrivligt skjalprógv sbrt. § 118 a, stk. 4 í skattalógini, sum vísir, hvussu ásetingin av prísum og treytum á fóðri er farin fram.
Stk. 6. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð nærri reglur um, hvussu upplýsingar um fóðurprís skulu latast.
Eftirlit
§ 6. Øll, ið eru fevnd av hesi løgtingslóg, hava skyldu at leggja fyri TAKS, tá hetta verður kravt, tey skjøl, ið kunnu verða kravd til sannan av uppgerðini av gjaldinum, heruppií eisini uppgerðini av framleiðslukostnaðinum.
Stk. 2. TAKS fremur eftirlit og útvegar upplýsingar, sum verða mettar neyðugar fyri at fremja eftirlit eftir hesi løgtingslóg.
Kærumøguleikar
§ 7. Avgerðir, tiknar eftir hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Pantiheimild
§ 8. Avgjald, skattur og sekt, sum stava frá hesi løgtingslóg, og eru fallin til gjaldingar, kunnu saman við rentum og innkrevjingarkostnaði verða innheintað við panting.
Stk. 2. TAKS fremur pantingina eftir reglunum fyri innheinting av skattum, tó er § 7, stk. 1 í lov for Færøerne om inddrivelse af skatter og afgifter til det offentlige m.m., ikki galdandi.
Revsing
§ 9. Landsstýrisfólkið kann áleggja tí, sum ikki letur, ella ikki rættstundis letur, landsstýrisfólkinum upplýsingar, sum kunnu krevjast sbrt. §§ 2, 5 og 6, dagliga ella vikuliga sekt, til undanlátið ella brotið heldur uppat.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
§ 10. Er ikki hægri revsing ásett í aðrari lóggávu, verður við sekt revsaður tann, sum tilætlað ella av grovum ósketni gevur ófullfíggjaðar, skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur um viðurskifti, sum hava týdning fyri mál eftir §§ 2, 5 ella 6, sum upplýsingarnar verða savnaðar til.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 11. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2025, og samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu.
Í Tinganesi, 30. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 117/2023
Skjal 1
Uppgerð av miðal framleiðslukostnaði (K)
Allýsingar
Miðal framleiðslukostnaðurin (K) verður gjørdur upp við støði í grannskoðaða ársroknskapinum. Útrokningarhátturin er hesin:
Framleiðslukostnaður=
+ Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar
+ Goymslubroytingar
+ Aðrir uttanhýsis kostnaðir
+ Starvsfólkakostnaðir
+ Av- og niðurskrivingarkostnaðir
÷ Sølu- og flutningskostnaðir
Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar: Kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar eru sum oftast uppgivnir í rakstrarroknskapinum sum ein serstakur postur. Tó upplýsa summar fyritøkur einans aðrar uttanhýsis kostnaðir í einum bruttoposti, har kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar eru innroknaðir. Í slíkum føri eru tað einans aðrir uttanhýsis kostnaðir, sum verða nýttir í útrokningini.
Goymslubroytingar: Her er talan um goymslubroytingar av lidnum vørum og vørum í gerð. Virðið á goymslubroytingunum er tað í rakstrarroknskapinum uppgivna virðið.
Aðrir uttanhýsis kostnaðir: Aðrir uttanhýsis kostnaðir eru uppgivnir í rakstrarroknskapinum. Summar fyritøkur uppgeva aðrar uttanhýsis kostnaðir í einum bruttoposti, sum eisini umfata kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar. Aðrar fyritøkur skilja ímillum aðrar uttanhýsis kostnaðir og kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar. Fyri útrokningina er tað umráðandi, at bæði aðrir uttanhýsis kostnaðir og kostnaðir til rávørur og hjálpartilfar verða tiknir við.
Starvsfólkakostnaðir: Starvsfólkakostnaðir eru teir, ið eru uppgivnir í rakstrarroknskapinum.
Av- og niðurskrivingar: Tað eru av- og niðurskrivingarnar í rakstrarroknskapinum, sum skulu nýtast.
Sølu- og flutningskostnaðir: Sølukostnaðir og flutningskostnaðir, ið knýta seg til at fáa vørur til marknað, verða ikki mettir at knýta seg beinleiðis at framleiðsluni, og skulu tí ikki telja við í uppgerðini av framleiðslukostnaðinum.
Viðmerking: Tøkugjaldið er ikki at meta sum ein framleiðslukostnaður. Er tøkugjaldið tikið við sum framleiðslukostnaður undir t.d. aðrir uttanhýsis kostnaðir, skal tað dragast frá í uppgerðini av framleiðslukostnaðinum.
Miðal framleiðslukostnaðurin K verður gjørdur upp á hendan hátt:
1. Framleiðslukostnaðurin hjá einstøku alifyritøkuni verður útroknaður og deildur við tøkuni í kruvdari vekt fyri soleiðis at fáa framleiðslukostnaðin pr. kg.
2. Miðal framleiðslukostnaðurin K verður funnin sum eitt einkult miðaltal. Hetta verður gjørt við at leggja saman framleiðslukostnaðin pr. kg fyri einstøku alifeløgini og síðani deila við tali av alifeløgum.
Skjal 2
Prístalsviðgerð av metta miðal framleiðslukostnaðinum (PK)
Brúkaraprístalið = B
· Brúkaraprístalið (B) er brúkaraprístalið, sum Hagstova Føroya framleiðir.
· Hagstovan almannakunnger brúkaraprístalið fýra ferðir um árið (februar, mai, august og november).
· Til uppgerðina av metta miðal framleiðslukostnaðinum (PK), verður almannakunngjørda brúkaraprístalið fyri august mánað nýtt.
Fóðurprístalið = F
· Fóðurprístalið (F) verður útroknað við støði í fóðurprísunum, ið føroysku ali- og smoltfyritøkurnar rinda fyri fóður.
· Til uppgerðina av metta miðal framleiðslukostnaðinum (PK), verður miðal fóðurprísurin pr. kg. fyri árið (1. november til 31. oktober) nýttur.
· Fóðurprístalið (F) verður funnið sum eitt einkult miðaltal, har fóðurprísurin frá einstøku alifyritøkunum telur eins nógv í útrokningini.
Metti miðal framleiðslukostnaðurin = PK
Metti miðal framleiðslukostnaðurin (PK) verður funnin við at falda K við broytingini í brúkaraprístalinum ΔB og broytingini í Fóðurprístalinum ΔF. Úrslitið verður síðani deilt við 2, soleiðis at ΔB og ΔF viga 50% í part.
· PK= K * (ΔB + ΔF )/2”
Skjal 3
Tøkugjaldsstigin, ið vísir, hvussu gjaldið er treytað av marknaðarprísinum
Gjaldið verður ásett soleiðis:
P = miðal altjóða marknaðarprísur í DKK pr. kg.
K = mettur miðal framleiðslukostnaður í DKK pr. kg.
· Er P minni enn K, er gjaldið 0,5%.
· Er P hægri enn ella hin sami sum K, men minni enn K pluss 5 kr., er gjaldið 2,5%.
· Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 5 kr., men minni enn K pluss 15 kr., er gjaldið 5,0%.
· Er P hægri enn ella hin sami sum K pluss 15 kr., er gjaldið 7,5%.