Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. juni 2008Nr. 61
Løgtingslóg um tiltøk at minka um royking
(Roykilógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapittul 1
Endamál og allýsingar
§ 1. Endamálið við hesi lóg er:
1) at tryggja øllum roykfrí umhvørvi,
2) at tryggja, at innandura støð og flutningsfør, har almenningurin hevur atgongd, eru roykfrí og
3) at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki.
§ 2. Í hesi lóg er at skilja:
1) Tubbaksvøra: Vøra, ið inniheldur evni úr tubbaksplantuni, eisini genetiskt umskapað tubbak, og sum er ætlað at roykja, tyggja, snúsa ella súgva, tó ikki apoteksvøra við nikotininnihaldi, um vøran er ætlað at hjálpa fólki at leggja av at roykja.
2) Innandura: Innan í bygningum og hølum á sjógvi og á landi, loftførum hjá flogfeløgum, sum eru heimahoyrandi í Føroyum, bussum, hýruvognum, føroyskt skrásettum skipum og bátum. Við bygningar og høli er innandura at skilja við bygningsverk, ið eru innilokað. Á skipum og bátum er innandura at skilja við rúm á førum, ið eru innilokað.
3) Almenn arbeiðspláss: Løgtingið og tess stovnar; stjórnarráð, herundir stovnar og landsfyritøkur undir teimum; kommunur, kommunalir stovnar og interkommunalir stovnar og felagsskapir; sjálvsognarstovnar og grunnar, ið landið ella kommunur heilt ella partvíst antin eiga, reka og ella fíggja.
Kapittul 2
Roykiavmarkingar
§ 3. Royking er ikki loyvd innandura:
1) Á almennum arbeiðsplássum.
2) Á privatum arbeiðsplássum, har fleiri enn eitt fólk starvast.
3) Á stovnum, sum veita dag- ella samdøgurstilboð til børn, ung og vaksin.
4) Í skúlum, á sjúkrahúsum og í varðhaldinum.
5) Á støðum, har almenningurin hevur atgongd.
6) Í flutningsførum, har almenningurin hevur atgongd.
Stk. 2. Í kommunalu dagrøktini er ikki loyvt at roykja í rúmum, sum verða nýtt til dagrøkt, meðan børn verða ansað. Hølir, sum fyrst og fremst eru innrættað sum spæli- og uppihaldsrúm hjá børnum í dagrøkt, skulu vera roykfrí alt samdøgrið.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um minstukrøv til roykfrítt umhvørvi í dagrøkt.
§ 4. Hóast ásetingarnar í § 3, kann tað í serligum førum verða loyvt at hava roykirúm innandura, um ein ella fleiri av fylgjandi treytum eru loknar:
1) Á kamari/í íbúð á ellis- og røktarheimi, ið er privatur bústaður hjá viðkomandi búfólki, kann leiðslan taka avgerð um, at loyvt er at roykja á kamarinum/íbúðini og ella í serstøkum rúmum, ætlað at roykja í. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa í øðrum pørtum av bygninginum. Ikki er loyvt at roykja á kamarinum/íbúðini, meðan starvsfólk eru til staðar.
2) Á bústovnum, samdøgursstovnum, sambýlum o.l., ið er privatur bústaður hjá viðkomandi búfólki, kann leiðslan taka avgerð um, at loyvt er at roykja á kamarinum/íbúðini og ella í serstøkum rúmum, ætlað at roykja í. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa í øðrum pørtum av bygninginum. Ikki er loyvt at roykja á kamarinum/íbúðini, meðan starvsfólk eru til staðar.
3) Í hølum á psykiatriskum deildum, á viðgerðarstøðum ella í varðhaldinum, sum leiðslan hevur góðkent sum rúm at roykja í. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa í øðrum pørtum av bygninginum.
4) Á privatum arbeiðsplássum, har fleiri enn eitt fólk starvast, kann leiðslan, og umborð á skipum og bátum kann skiparin, taka avgerð um, at loyvt er at roykja í serstøkum roykirúmum. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa í øðrum pørtum av bygninginum, skipinum ella bátinum.
5) Á kømrum á skipum og bátum, har bert eitt starvsfólk heldur til, kann skiparin loyva royking. Loyvið er tó treytað av, at roykur ikki er til ampa í øðrum pørtum av skipinum ella bátinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um undantøkini í stk. 1 og um krøv til serlig roykirúm.
§ 5. Í heimum, har sum almenn ella alment fíggjað tænastuveiting verður veitt til persónliga og/ella praktiska hjálp, er ein fyritreyt fyri veitingini, at búfólk og onnur ikki roykja í tíðarskeiðnum, tá starvsfólk eru hjástødd á bústaðnum.
Stk. 2. Ikki er loyvt starvsfólki at roykja í heimum, tá tey veita almenna ella alment fíggjaða tænastuveiting til persónliga ella praktiska hjálp til búfólk.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um royking í stk. 1.
§ 6. Tann, sum eigur, rekur ella ræður yvir stovnum, støðum og flutningsførum, fevnd av § 3, skal tryggja, at reglurnar um royking í hesi lóg, verða fylgdar.
Kapittul 3
Innflutningur, søla og lýsing av tubbaksvørum
§ 7. Loyvt er ikki at lýsa við tubbaksvørum í bløðum, tíðarritum, bókum, kringvarpi, biografum, á alnetinum, skeltum, spjøldrum, faldarum o.ø.
Stk. 2. Undantiknir eru bíleggingarseðlar í loftførum og skipum, sum verða útflýggjaðir undir flogferð ella sigling. Í bíleggingarseðlunum er loyvt at lýsa við generellum søluupplýsingum um vøruna, tó er ikki loyvt at hava mynd av tubbaksvørum í slíkum bíleggingarseðlum.
Stk. 3. Tubbaksvørur mugu ikki vera lutur í lýsingum fyri øðrum vørum ella tænastum.
Stk. 4. Undantiknar forboðnum eftir stk. 1 eru lýsingar í prentaðum dagbløðum og øðrum ritum, innflutt til Føroya, sum ikki eru skrivað ella prentað í Føroyum, uttan so at endamálið við tíðarritinum er at lýsa við tubbaksvørum í Føroyum.
Stk. 5. Undantiknar forboðnum eru eisini lýsingar í prentaðum ritum, sum bert verða send til sølufólk, har lýsingin er ein partur av vanligu upplýsingini til sølufólk.
Stk. 6 . Undantikin er tubbaksvøra, tá hon verður brúkt í ítøkiligum upplýsingar- og ávaringartiltøkum móti royking.
Stk. 7. Loyvt er ikki at lýsa við ella á annan hátt at gera vart við ella kunna um, at ávísar tubbaksvørur eru minni skaðiligar enn aðrar.
§ 8. Á sølustøðum, har tubbaksvøra verður seld, skal tubbaksvøran vera fjald soleiðis, at hon als ikki er sjónlig fyri viðskiftafólki.
Stk. 2. Ferðamannaskip í millumlanda sigling eru undantikin stk. 1
§ 9. Loyvt er ikki at selja tubbaksvørur í sjálvtøkum.
§ 10. Tað er bert loyvt at selja tubbaksvørur í óupplatnum pakkum.
§ 11. Tað er bert loyvt at flyta inn tubbaksvørur til Føroyar til vinnuligt endamál og selja slíkar vørur, um tær eru merktar við ávaringarteksti samsvarandi reglum, ið landsstýrismaðurin hevur ásett, um heilsuvandar, ið standast av tubbaksnýtslu og innihaldslýsing av tjøruevni, nikotini, kolsúrevni v.m.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hámarkið fyri tey í stk. 1 nevndu evni og um ávaringartekst um heilsuvandar við tubbaksnýtslu.
Kapittul 4
Aldursmark
§ 12. Tað er ikki loyvt at selja ella lata tubbaksvørur til persónar yngri, enn 18 ár.
Stk. 2. Er ivi um aldurin á keyparanum, kann søla bert fara fram, um keyparin skjalprógvar aldur sín.
Kapittul 5
Eftirlit, revsing og gildiskoma
§ 13. Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið hava alment eftirlit við, at ásetingarnar í hesi lóg verða hildnar.
§ 14. Uttan so, at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella grovum ósketni brýtur ásetingarnar í § 3, stk. 1-2, §§ 6-10, § 11, stk. 1 og § 12 í hesi lóg og reglur, ásettar í kunngerð við heimild í hesi lóg.
Stk. 2. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Mál, fevnd av hesi lóg, hava 5 ára fyrningarfreist og verða at fremja sum politimál.
§ 15. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2008.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2005 um tiltøk at minka um tubbaksnýtsluna (tubbakslógin).
Tórshavn, 10. juni 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 148/2007