Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. juni 2007Nr. 59
Løgtingslóg um el og fjarhita, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 30. mai 2024 1)
(Elveitingarlógin)
Kapittul 1
Endamál og gildisøki
§ 1. 1) Løgtingslógin er galdandi fyri framleiðslu, flutning og veiting av el og fjarhita.
Stk. 2. Lógin er galdandi á føroyskum land-, sjó-, hav- og landgrunsøki.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri skip og fyri havstøðir, sum reka virksemi sambært løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi.
Stk. 4. 1) Tá ið SEV er nevnt í hesi løgtingslóg, verður sipað til uppgávuna hjá SEV sum eigari og kervisábyrgdari av elnetinum.
Stk. 5. 1) Tá interkommunala elfelagið luttekur í kappingarútsettum virksemi, skal hetta gerast í sjálvstøðugum felag uttan persónsamanfall við lutafelagið SEV. Tó kann SEV hava ein nevndarlim í sjálvstøðuga felagnum, tó ikki nevndarforfólkið.
§ 2. 1) Øll hava rætt til, móti gjaldi, at fáa veiting av el.
§ 3. 1) Kommunur kunnu luttaka í elveitingarvirksemi og fjarhitavirksemi sbrt. § 1, stk. 1, uttan mun til ásetingarnar í § 50, stk. 1 í kommunustýrislógini.
Kapittul 2
Framleiðsla av el 1)
§ 4. 1) Framleiðsla av el frá framleiðsluverkum omanfyri 11 kW, er einans loyvd við loyvi frá landsstýrisfólkinum. SEV ásetur standardtreytir fyri íbinding í elnetið av framleiðsluverkum upp til og við 11 kW. Íbindingartreytirnar skulu góðkennast av landsstýrisfólkinum.
Stk. 2. 1) Loyvi verður latið fyri tíðarskeið ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum. Tó kunnu loyvi til skipanarberandi eindir hjá SEV verða longd við í mesta lagi 20 árum í senn.
Stk. 3. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til tað virksemi, sum loyvi verður veitt fyri.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann lata royndarloyvi til elframleiðslu, har ætlanin er at gera royndir við nýggjari tøkni, tengd at granskingar- og menningarverkætlanum. Royndarloyvi til elframleiðslu kann ikki veitast fyri meira enn 5 ár í senn. Í samráð við SEV kann avtala gerast um keyp av hesi framleiðslu.
Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin kann í sambandi við veitan av loyvi ella seinni seta krav um, at loyvishavarar samstarva um útbúnað og framleiðsluøki. Um loyvishavararnir ikki finna semju um samstarv, kann landsstýrismaðurin taka avgerð hesum viðvíkjandi
§ 5. 2) 1) Tá landsstýrisfólkið viðgerð umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til elframleiðslu, skal atlit takast at landsins orkutørvi og orkupolitikki sambært § 11, stk. 3, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna.
Stk. 2. 3) 2) 1) Landsstýrisfólkið lýsir alment eftir umsóknum um framleiðsluloyvi omanfyri 200 kW.
Stk. 3. 2) 1) Hesar umsóknir um loyvi kunnu viðgerast og latast uttan alment útboð:
1) loyvi til framleiðslu úr sólorku á egnum bygningi,
2) royndarloyvi sambært § 4, stk. 4 í løgtingslógini,
3) leingjan av loyvi sambært § 4, stk. 2,
4) loyvi til framleiðsluverk upp til 200 kW, og
5) loyvi og leingjan av loyvum til skipanarberandi eindir hjá SEV.
Stk. 4. 3) 2) 1) Avlop frá framleiðsluverkum upp til 200 kW ætlað til egna nýtslu, kann leiðast inn á elnetið.
Stk. 5. 3) 2) Landsstýrismaðurin kann lata verða við at geva teimum loyvi, ið søkt hava.
§ 6. 1) Loyvi eftir § 4 verða latin við treytum, ið landsstýrismaðurin ásetir. Treytir kunnu setast við slag av orkukeldu, framleiðslurætt og -skyldu, tøkan framleiðslumátt, íbinding í elnetið, hvussu prísur skal roknast, gagnnýtslu av avlopsorku, upplýsingarskyldu mótvegis landsstýrismanninum og SEV, um uppseting og burturbeining av útbúnaði, tíðarfreistir o.a.
§ 7. 1) Feløg, sum hava loyvi at framleiða el, og sum eru íbundin elnetið, hava skyldu at fylgja boðum frá SEV, sbrt. § 11, stk 5 um broytingar í framleiðsluni, fyri at tryggja ein munadyggan rakstur og eina hóskandi veitingartrygd og el-góðsku.
Stk. 2. 1) Feløg, sum hava loyvi til framleiðslu av el, og sum eru íbundin elnetið, hava skyldu at boða SEV frá ætlaðum broytingum í framleiðsluni innan eina hóskandi freist, ið SEV ásetir.
§ 8. Loyvishavari, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvisskeiðið er farið, skal í minsta lagi 2 ár undan, at loyvið til framleiðslu rennur út, søkja um leinging av loyvinum.
Stk. 2. Um loyvishavari ætlar at gevast við framleiðslu, kann landsstýrismaðurin í samráð við SEV, um serlig viðurskifti gera seg galdandi, taka avgerð um framhaldandi rakstur av verkinum móti fullum endurgjaldi.
Kapittul 3
Elnetvirksemi 1)
§ 9. 1) Einans SEV hevur loyvi til elnetvirksemi. Loyvið verður latið við treytum, sum landsstýrisfólkið ásetur.
Stk. 2. 1) SEV fær loyvi til elnetvirksemi eftir stk 1.
Stk. 3. 1) SEV skal íbinda loyvishavarar til framleiðslu av el í elnetið.
Stk. 4. 1) SEV hevur skyldu at binda allar brúkarar av el í elnetið, um ikki serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Stk. 5. 1) Tá SEV ásetir prísir fyri el til brúkara, skal munur ikki gerast á, hvar brúkari býr.
§ 10. 1) SEV skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann, eftir samráðingar við SEV, krevja, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at betra um raksturin hjá SEV.
§ 11. SEV hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og elgóðskan eru nøktandi.
Stk. 2. SEV skal arbeiða fyri, at størst møguligur partur av elframleiðsluni, ið til eina og hvørja tíð er tøk, er úr varandi orkukeldum.
Stk. 3. 1) SEV skal í samráð við landsstýrismannin leggja til rættis og meta um framtíðar tørv á at byggja út elframleiðsluverk og elnet.
Stk. 4. SEV skal harumframt:
1) máta elnøgdina, ið verður framleidd, og elnøgdina, ið verður seld,
2) vera landsstýrismanninum til hjálpar í sambandi við eftirlitsarbeiði hansara.
Stk. 5. 1) Til at tryggja, at SEV kann liva upp til sína skyldu um at halda eina nøktandi veitingartrygd og elgóðsku sbrt. stk. 1, kann SEV til eina og hvørja tíð geva boð til annan framleiðara um broyting í framleiðslu, ella, um neyðugt, kobla framleiðara av elnetinum.
§ 12. 1) SEV hevur skyldu at keypa tað el, sum verður framleitt av loyvishavarum sambært loyvunum.
Stk. 2. SEV skal ikki gera mismun millum egna framleiðslu og framleiðslu frá øðrum framleiðarum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur við tí endamáli at tryggja, at treytirnar í og endamálið við hesum kapitli verða lokin, herundir reglur um, hvussu prísur til brúkara skal roknast, hvussu nøktandi veitingartrygd og el-góðska kann verða hildin, gerð av serstøkum roknskapi, upplýsingarskyldur mótvegis brúkarum, loyvishavarum og landsstýrismanni, gagnnýtslu av varandi orkukeldum, reglur um at seta í verk virknisfremjandi tiltøk o.a.
Stk. 4. 1) Um SEV brýtur sínar skyldur um serstakan roknskap sbrt. § 10, stk 2, misnýtir marknaðarstøðu sína, ella um serlig samfelagsatlit gera seg galdandi, kann landsstýrismaðurin krevja, at partur av virkseminum verður lagdur undir sjálvstøðuga leiðslu, ella at elnetvirksemið í síni heild verður lagt í sjálvstøðugt felag við sjálvstøðugari leiðslu.
§ 13. Tað áliggur SEV at gera veitingarætlan fyri umstøður, tá neyðugt verður at skamta elveitingina. Ætlanin skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. SEV er heimilað at skamta elveitingina sambært veitingarætlanini eftir stk. 1.
§ 14. SEV skal gera almennar treytir fyri viðurskifti síni við allar brúkarabólkar. Almennu treytirnar skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
§ 15. 1) Góðkenning krevst frá landsstýrismanninum til at leggja háspenningslinjur til transmissjón av el. Í sambandi við góðkenning, kunnu treytir setast um verju av umhvørvi, lendisnýtslu og onnur viðurskifti, ið verða mett neyðug.
Kapittul 3 a 1)
Fjarhitavirksemi
§ 15 a. 1) Veiting og søla av fjarhita ætlað til flutnings á fjarhitanetinum krevur loyvi frá landsstýrisfólkinum. Loyvi krevst eisini til at broyta og víðka fjarhitaskipanir. Loyvi krevst tó ikki til fjarhitavirksemi við einum framleiðslumátti undir 200 kW, og har ongin brúksskylda er.
Stk. 2. Loyvi verður latið fyri tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum í senn.
Stk. 3. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til tað virksemi, sum loyvi verður veitt til.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann í loyvistreytum ella í kunngerð áseta reglur um, hvussu stórur prosentpartur av orkunøgdunum í fjarhitaveitingini í minsta lagi skal koma sum avlopshiti frá virkjum og varandi orkukeldum.
Stk. 5. Loyvishavin skal lata landsstýrisfólkinum upplýsing um, hvussu veitingarskyldan ætlandi verður hildin í loyvistíðarskeiðinum, og hvørji tilbúgvingarlig átøk kunnu setast í verk.
§ 15 b. 1) Umsókn um loyvi til fjarhitavirksemi, ella loyvi at broyta og víðka eina fjarhitaskipan, skal innihalda upplýsingar um:
1) Umsøkjaran og virksemi umsøkjarans innan fjarhitaøkið,
2) økið, og búeindir og bygningar í økinum, sum eru grundarlag fyri umsóknini,
3) kommunala hitaveitingarætlan fyri økið, sum er grundarlag fyri umsóknini,
4) eina virkisgreining og eina samfelagsbúskaparliga greining og meting av verkætlanini, umframt eina samanbering við aðrar útbyggingarmøguleikar í mun til kostnað, nyttu og útlát av vakstrarhúsgassi,
5) ávirkan á umhvørvið,
6) fyrimunir og vansar við fjarhitaskipanini, og
7) um íbindingarskylda er partur av verkætlanini, ella um brúkarar einans skulu hava møguleika at binda í fjarhitaskipanina.
§ 15 c. 1) Loyvi til fjarhitavirksemi verður latið við treytum, ið landsstýrisfólkið ásetur. Treytir kunnu setast við slag av hitakeldu og gagnnýtslu av avlopsorku, framleiðslurætt og framleiðsluskyldu, tøkan framleiðslumátt, íbinding í fjarhitanet, um uppseting og burturbeining av útbúnaði, tiltøkumátt fyri at halda veitingarskylduna, tíðarfreistir o.a.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu prísir skulu roknast, prísáseting fyri íbinding og hitaveitingar, viðskiftatreytir, ómaksgjøld, upplýsing um útlát av vakstrarhúsgassi, og aðrar upplýsingarskyldur mótvegis kundum. Eisini kunnu reglur um kravdar góðkenningar frá elveitingareftirlitinum ásetast.
§ 15 d. 1) Fjarhitavirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur.
Stk. 2. Loyvishavar skulu gera serstakan roknskap fyri fjarhitavirksemið.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann, eftir samráðing við loyvishavan krevja, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at betra um raksturin av fjarhitavirkseminum.
Stk. 4. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri fjarhitafeløg, sum hava loyvi eftir hesi løgtingslóg.
§ 15 e. 1) Loyvishavin hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og fjarhitagóðskan eru nøktandi.
Stk. 2. Loyvishavin skal arbeiða fyri, at størst møguligur partur av hitaveitingini er úr varandi orkukeldum, so útlátið av vakstrarhúsgassi alsamt er so lágt, sum gjørligt.
Stk. 3. Loyvishavin skal:
1) Máta orkunøgdina, ið verður framleidd, og orkunøgdina, ið verður seld, og
2) vera landsstýrisfólkinum til hjálpar í sambandi við eftirlitsarbeiði hansara.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvussu nøktandi veitingartrygd og fjarhitagóðska kann verða hildin, um økta gagnnýtslu av varandi orkukeldum og avlopshita, virknisfremjandi tiltøk o.a.
§ 15 f. 1) Loyvishavi, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvistíðarskeiðið er farið, skal í minsta lagi 2 ár áðrenn, at loyvið gongur út, søkja um leingjan av loyvinum.
Stk. 2. Um loyvishavi ætlar at gevast við fjarhitaveitingini, kann landsstýrisfólkið taka avgerð um framhaldandi rakstur av verkinum.
Kapittul 3 b 1)
Keyp og søla av el
§ 15 g. 1) SEV keypir og selur alt el, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Tó kunnu onnur selja el víðari í smásølu.
§ 15 h. 1) SEV skal dagliga áseta bindandi tímaprís fyri næsta døgnið grundað á samansetingina av orkukeldum og kostnaðin av hesum, heruppií kostnaðin av netinum og skipanarberandi tænastum.
Stk. 2. SEV skal á heimasíðu síni, ella á annan hátt, kunngera prís og tíðarskeið fyri sølu. Eisini skal ein mett miðal prísforsøgn gerast fyri næstu dagarnar.
Stk. 3. SEV kann gera avsláttarskipanir fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur sambært BK17, til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl.
Stk. 4. SEV kann gera avtalur um prís til størri kundar, sum eitt nú eru íbundnir háspenning, ið kunnu veita SEV skipanarberandi tænastur ella taka ímóti el, sum annars ikki hevði verið gagnnýtt.
Stk. 5. SEV kann áseta ymisk netgjøld í mun til skiftandi last á elnetinum.
§ 15 i. 1) Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu prísir skulu roknast, meginreglur fyri gerð av prísskipanum, avsláttarskipanum og prísavtalum, prísáseting fyri íbinding og elveiting, tiltøkugjøld, útgreining av prísum í rokningum, viðskiftatreytir, ómaksgjøld, upplýsing um útlát av vakstrarhúsgassi og aðrar upplýsingarskyldur mótvegis kundum.
Kapittul 4
Meting um árin á umhvørvið
§ 16. 1) Áðrenn loyvi til framleiðslu av el verða boðin út ella loyvi til fjarhitavirksemi latin, skal metast um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi, og skulu úrslit av hesi meting verða góðkend av landsstýrisfólkinum. Viðkomandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir skulu hoyrast, áðrenn loyvi verða veitt.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvussu metingar eftir stk. 1 skulu gerast, um skjalprógvan og um hoyring.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, veita undantak frá krøvunum í stk. 1, 1. pkt.
§ 16 a. 1) SEV og allir framleiðarar við loyvi eftir hesi løgtingslóg, skulu árliga rokna og upplýsa útlátsfaktorin, t.e. kg CO2 fyri hvønn kWt, sum verður framleiddur ella seldur.
Stk. 2. Útgreinað útrokning skal í seinasta lagi 31. januar í hvørjum ári latast umhvørvismyndugleikanum í sambandi við útrokningar av útláti av vakstrarhúsgassi.
Kapittul 5
Myndugleikar, eftirlit, kærur o.a.
§ 17. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at lógin, ásetingar, settar sambært lógini, og loyvistreytir verða hildnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um gjald fyri veitan av loyvi umframt reglur um gjald fyri eftirlit við virksemi loyvishavarans eftir hesi lóg og fyri viðgerð av kærum.
§ 18. 5) 6) Leggur landsstýrismaðurin heimildir sínar eftir hesi lóg til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn.
§ 19. Landsstýrismaðurin hevur rætt at fáa allar upplýsingar, sum verða mettar neyðugar til útinnan av eftirliti við virksemi sambært hesi lóg.
Stk. 2. 1) Loyvishavari við loyvi til framleiðslu av el eftir § 4 eins og loyvishavari við loyvi til elnetvirksemi eftir § 9 hava skyldu til at geva starvsfólki eftirlitsmyndugleikans alla hjálp í kanningarvirksemi teirra.
Kapittul 6
Aðrar ásetingar
§ 20. 1) Loyvi til framleiðslu eftir § 4 og til elnetvirksemi eftir § 9, umframt til fjarhita eftir § 15 a, í hesi lóg eru undantikin rættarsókn og kunnu hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis avhendast ella veðsetast, uttan so at landsstýrismaðurin gevur loyvi frammanundan og góðkennir treytirnar í sáttmálanum partanna millum.
§ 21. 1) Um fortreytirnar fyri loyvi eftir § 4 ella § 15 a eru munandi broyttar, kunnu við 1 árs fyriboðan og eftir samráðingar við avvarðandi loyvishavara ásetast nýggjar treytir í einum loyvi. Tílíkar samráðingar kunnu í fyrsta lagi verða 5 ár eftir, at loyvi er veitt, um ikki heilt avgerandi atlit tala fyri, at treytirnar verða broyttar innan hesa freist.
§ 22. 7) 1) Loyvi eftir § 4 og § 15 a kunnu verða tikin aftur, um:
1) løgtingslógin, reglur ásettar sambært løgtingslógini, treytir og boð verða brotin við vilja ella av grovum ósketni,
2) tað í umsókn um loyvi eru givnar skeivar ella villleiðandi upplýsingar,
3) loyvishavarin fer undir endurskipanarviðgerð, letur inn umsókn um konkurs ella verður koyrdur konkurs.
Stk. 2. 7) Um bøtt kann verða um eitt brot, sum nevnt í stk. 1, kann landsstýrismaðurin boða eigaranum frá, at hesin innan fyri eina nærri ásetta freist skal halda sínar skyldur eftir loyvinum.
Stk. 3. 7) Verður loyvið tikið aftur eftir stk. 1 frá eini fyritøku við framleiðsluskyldu, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni. Fer ein fyritøka við framleiðsluskyldu undir endurskipanarviðgerð, ella verður fyritøkan koyrd konkurs, uttan at loyvi verður tikið aftur, kann landsstýrismaðurin fyribils halda fram við loyviskravda virkseminum hjá fyritøkuni, um so er, at endurskipari ella kurator annaðhvørt ikki ynskja at halda fram við loyviskravda virkseminum, ella framleiðsluskylduga fyritøkan ikki heldur fram við framleiðsluskylduga virkseminum á nøktandi hátt. Endurskipari ella kurator skal skjótast gjørligt og í seinasta lagi eina viku eftir avgerð hjá skiftirættinum um endurskipanarviðgerð ella eftir konkursdekretið boða landsstýrismanninum frá, um framleiðsluskylduga virksemið heldur fram ella ikki.
Kapittul 6 a 1)
Útbúnaður og ognartøka
§ 22 a. 1) Elleiðingar og fjarhitaleiðingar kunnu verða leiddar yvir og undir gøtur, vegir og annað lendi. Eigarar og leigarar av slíkum lendi skulu í minsta lagi 12 vikur, áðrenn verklagsarbeiðið byrjar, hava beinleiðis fráboðan um ætlaða arbeiðið, hvussu leingi tað varir og hvørjir ampar kunnu væntast.
Stk. 2. Eigarar og leigarar kunnu mótmæla, at leiðingar verða leiddar gjøgnum ognina. Mótmæli skulu latast orkumyndugleikanum í seinasta lagi 8 vikur aftaná móttøku av fráboðan. Metir orkumyndugleikin, at leiðingarnar elva til stóran fíggjarligan miss ella miklan ampa fyri avvarðandi ogn, kann orkumyndugleikin gera av, at leiðingarnar skulu førast aðra leið.
Stk. 3. Avgerðir um útbyggingar á eløkinum og fjarhitaøkinum, sum hava við sær uppsetan av útbúnaði á lendi, vøtnum ella havbotni, vegagerð og tunnilsgerð, øktar vatngoymslur o.tíl., skulu fráboðast eigarum og leigarum av lendi og avvarðandi kommunum í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn, at arbeiðið ætlandi skal byrja.
Stk. 4. Lendið skal afturbøtast í góðan stand. Elvir arbeiðið at leggja leiðingar ella at uppseta útbúnað til skaða ella fíggjarligan miss, skal verklagseigarin rinda endurgjald sambært vanligum endurgjaldsreglum.
§ 22 b. 1) Landsstýrisfólkið kann ognartaka lendi ella brúksrættindi á lendi í førum, har tað ikki er gjørligt at leiga ella keypa lendið og har mett verður, at tað er samfelagsliga neyðugt at fáa atgongd til lendið fyri at tryggja neyðugar útbyggingar á elorkuøkinum og fjarhitaøkinum.
Stk. 2. Ognartøka sambært stk. 1 skal fara fram eftir reglunum í lóg om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann geva loyvishava, ið hevur loyvi sambært hesi lóg, tíðaravmarkaðan brúksrætt til ognartikið lendið.
Kapittul 7
Revsing
§ 23. 8) 1) Er ikki harðari revsing ásett í aðrari lóggávu, kann tann verða revsaður við bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir, sum:
1) rekur framleiðsluvirksemi uttan loyvi sbrt. § 4, stk 1 og stk 3,
2) rekur fjarhitavirksemi uttan loyvi eftir § 15a, stk. 1 ella brýtur treytir ásettar í loyvinum sambært § 15 a, stk. 4, § 15 c, § 15 d, stk. 2 og § 15 e, stk. 1-3,
3) rekur elnetvirksemi uttan loyvi sbrt. § 9,
4) brýtur treytir, ásettar í loyvinum eftir § 6, § 9, stk. 1 og 2, § 15 og § 21,
5) ikki letur inn kravdar upplýsingar ella forðar fyri kanningum við heimild í lógini sbrt. § 6 og § 19,
6) ikki aktar boð, givin við heimild í hesi lóg, ella fyriskipanir, ásettar við heimild í lógini.
Stk. 2. 8) Í kunngerðum, ásettum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót ella fongsli í upp til 4 mánaðir fyri brot á ásetingarnar í kunngerðini ella á treytir, settar í loyvinum, ella á boð, givin sambært reglunum.
Stk. 3. Feløg o.a. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kap. 5 í revsilógini.
Kapittul 8
Gildiskoma og skiftisásetingar
§ 24. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 25. 1) Tá lógin fær gildi, er rakstur av verandi framleiðsluverkum og elnetum hjá SEV til 1. januar 2009 undantikin frá loyviskravinum í § 4, stk. 1 og § 9, stk. 1. Í sama tíðarskeiði er SEV undantikið frá ásetingunum í § 10, stk. 2 um serstakan roknskap fyri elnetvirksemi.
Stk. 2. Tá tann í stk. 1 ásetta skiftistíð er runnin, hevur SEV rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 og § 9, stk. 2 eftir teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6, og § 9. Vatnorkuútbygging við tilknýti til verandi framleiðsluverk, sum er sett í verk, tá lógin fær gildi, verður fevnd av tí loyvi, framleiðsluverkið fær eftir hesi lóg.
Stk. 3. 1) Skiftistíðin í stk. 1 er eisini galdandi fyri onnur feløg, ið framleiða el inn á elnetið, tá henda lóg kemur í gildi. Eftir at skiftistíðin er runnin, hava hesi feløg rætt til at fáa loyvi eftir § 4, stk. 1 við teimum treytum, ið ásettar verða sbrt. § 6.
Tórshavn, 7. juni 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 113/2006
1) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 30. mai 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær § 1, nr. 3, og § 15 h, stk. 1 og 2, sum ásett í § 1, nr. 15, koma í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 184 frá 21. desember 2018.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, har § 24 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september 2023.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.