29. mai 2024Nr. 57
Løgtingslóg um prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at halda útreiðslur til prosjektering av felagsbygningi til kampus hjá Fróðskaparsetri Føroya fram til útboð.
Stk. 2. Útreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 31 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2028.
Í Tinganesi, 29. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 71/2023