Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. mai 2021Nr. 55
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) og løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum
(Skattligar avleiðingar av negativari rentu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 164 frá 21. desember 2001 um skatting av kapitalvinningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:
“7) Negativar rentur.”
2. Í § 10, stk. 1, 1. pkt. verður aftaná “rentuinntøkur” sett: “, herímillum negativar rentur á øðrum útlánskontum enn teimum, sum eru fevndar av løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum,”.
3. Í § 10, stk. 1, 2. pkt. verður aftaná “rentuinntøkan” sett: “og negativa rentan”.
§ 2
Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 13. desember 2017, verður gjørd henda broyting:
Í § 1 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stykki sett:
“Stk. 3. Rentur av lánum, sum eru nevnd í § 2, verða lækkaðar við negativari rentu á útlánskontu, fevnd av § 2.”
§ 3
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 4. mai 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 95/2020