Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 52
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ítróttavedding
(Eydnuspæl o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 51 frá 17. mai 2011 um ítróttavedding verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 1 verður sum 2. pkt. sett:
“Sp/f Ítrottavedding kann eisini fáa loyvi at skipa fyri eydnuspølum, so sum happadrátti, tá hesi ikki kunnu loyvast eftir aðrari løgtingslóg.”
2. Yvirskriftin til kapittul 3 verður orðað soleiðis:
“Avtalur við veddingar- og eydnuspælsfeløg”
3. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. og § 4, stk. 2, 1. pkt. verður “veddingarfelag” broytt til: “veddingar- og eydnuspælsfelag “
4. Í § 4, stk. 1, nr. 2 verður “Veddingarfelagið” broytt til: “Felagið”
5. Í § 4, stk. 2, 2. pkt. og § 4, stk. 3, 2. pkt. verður “veddingarfelagið” broytt til: “felagið”
6. Í § 4, stk. 3, 1. pkt. verður “veddingarfelag” broytt til: “felag”
7. Í § 4 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Sp/f Ítróttavedding kann taka gjald fyri at gera avtalu og eitt árligt loyvisgjald.”
8. Í § 6, stk. 1 verður “spølum” broytt til: “eydnuspæli og happadrátti o.líkn.”
9. Í § 6 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Fyri veddingarspøl, kasinospøl o.líkn. á netinum verður goldið 15% av bruttospæliinntøkuni hjá felagnum fyri spæl í Føroyum. Bruttospæliinntøkan er tað, sum loypur av, tá útgoldnu vinningarnir eru farnir av tí, sum samlað er komið inn av spælipeningi.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Eydnuspælsfeløg, ið virka í Føroyum, tá henda løgtingslóg kemur í gildi, og sum ikki hava loyvi eftir aðrari løgtinglóg, skulu seinast tann 31. desember 2014 hava gjørt avtalu við Sp/f Ítróttavedding, um tey framhaldandi ætla at virka í Føroyum.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 114/2013