1. juni 2026Nr. 51
Løgtingslóg um at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at samstarva við danskar myndugleikar um verkætlan at útvega nýggjan bygning til Sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Stk. 2. Heimildin fevnir um tíðarskeiðið fram til og við verkætlanaruppskot.
Stk. 3. Verður verkætlanin av ongum, rindar landið fyri útreiðslurnar, sum eru hildnar, tó í mesta lagi 10 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2029.
Í Tinganesi, 1. juni 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 96/2025