1. juni 2026Nr. 50
Løgtingslóg um fyrra byggistig í verkætlan um at byggja tvey sambýlir í Miðvági til fólk við ávikavist menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu, og til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at fara undir fyrra byggistig í verkætlan um at byggja tvey sambýlir í Miðvági til fólk við ávikavist menningartarni og samansettum avbjóðingum, harímillum autismu, og til fólk við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Fyrra byggistig fevnir um at dagføra og umvæla ognirnar á Leitisvegi 70.
Stk. 2. Útreiðslurnar til fyrra byggistig kunnu í mesta lagi vera 20,9 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2032.
Í Tinganesi, 1. juni 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 107/2025