Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. mai 2026Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Longd gildistíð, nágreina ella fáa heimildir til at skipa fiskiskapin, at boða frá útluting, at sýta útlendskum skipum at taka ímóti vørum, veitingum og at umskipa o.tíl., at avhenda rættindi at fiska av felagskvotu, at geva undantak frá at landa í Føroyum við fráboðan o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 209 frá 15. desember 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 verður “1. januar 2034” broytt til: “1. januar 2037”.
2. § 7, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Áðrenn 20. februar á øðrum hvørjum ári leggur landsstýrisfólkið fyri Løgtingið frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í Tingskipan Løgtingsins um fyrisiting av sjófeingi og teimum veiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir landsstýrisfólkið hevur í hyggju at fremja.”
3. § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Landsstýrisfólkið kann skipa fiskiskapin í føroyskum sjógvi, undir hesum m.a. áseta skipan, býti og treytir um fiskiskapin. Kvotunøgdir, undir hesum ásettar føroyskar kvotur, heildarkvotur, felags árskvotur, umframt fiskidagatal o.tíl. kunnu kunngerast við eini fráboðan.”
4. § 26 verður strikað, og í staðin verður sett:
“§ 26. Bannað er førum undir fremmandum flaggi at umskipa o.tíl. í føroyskum sjógvi og í føroyskum havnum uttan loyvi frá landsstýrisfólkinum. Harumframt er teimum bannað at taka ímóti vørum og tænastuveitingum, sum stuðla undir, at fiskiskapur kann fara fram.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann loyva førum undir fremmandum flaggi at umskipa o.tíl. í føroyskum sjógvi og í føroyskum havnum, og at tey taka ímóti vørum og tænastuveitingum sambært stk. 1. Harumframt kann landsstýrisfólkið áseta nærri treytir hesum viðvíkjandi.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann sýta loyvi eftir stk. 2, um ikki er fiskað í samsvari við semjur í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum um at gagnnýta og verja sjófeingi, sum Føroyar hava tikið undir við.”
5. Aftan á § 31, men áðrenn yvirskriftina yvir § 32, verður sett:
“Avhending av rættindum til felags árskvotur og felags fiskidagar
§ 31 a. Rættindi til fiskiskap við føroyskum fiskiførum uttan fyri føroyskan sjógv, sum eru skipað við felags árskvotu ella felags fiskidøgum, kunnu avhendast øðrum fiskifari við veiðiloyvi fyri eitt fiskiár í senn. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um at avhenda rættindi.”
6. Í § 34, stk. 2, 1. pkt. verður “at” strikað.
7. § 34, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis:
“3) Treytir um innviging og skyldu at skráseta og goyma upplýsingar í samband við innviging. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, nær Fiskiveiðieftirlitið kann áseta treytir og skyldur í samband við innviging, og at innvigingarskipanir o.a. skulu góðkennast av Fiskiveiðieftirlitinum.”
8. § 34, stk. 2, nr. 6 verður orðað soleiðis:
“6) Treytir um innrætting og útbúnað umborð og krav um, at skip skal hava góðkendar tekningar av skipinum og útbúnaði umborð.”
9. § 37, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Tað er bannað at blaka ella sleppa veiðu útaftur.”
10. Í § 41 a verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann við eini fráboðan kunngera bráðfeingis undantak frá markinum í stk. 1 at landa og avreiða uttanlands fyri ávíst fiskaslag. Undantakið kann í mesta lagi vera 14 dagar hvørja ferð.”
Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 4 og 5.
11. Heitið á kapitli 13 verður orðað soleiðis:
“Avgreiðsla og avgreiðslugjøld”
12. Aftan á § 52 verður í kapittul 13 sett:
“§ 52 a. Fiskiveiðieftirlitið kann krevja, at avgreiðsla og gjald fyri avgreiðslu av loyvum og váttanum sambært løgtingslógini skal vera talgild, og at oyðublað verður nýtt.
Stk. 2. Tá serligar umstøður tala fyri tí, skal undantak gevast frá kravinum um brúk av talgildari viðgerð.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvussu avgreiðsla og gjald fyri avgreiðslu fer fram.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 101/2025