Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. mai 2012Nr. 49
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Innkrevjing av mvg-skuld)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í §§ 5, stk. 5, og 20, stk. 3 verður “§ 23 a, stk. 8” broytt til: “§ 23 b, stk. 2”.
2) Í § 21, stk. 3 verður: “út frá einari meting” strikað.
3) Í § 21 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Um so er, at eitt virki í 4 fylgjandi avgjaldstíðarskeið hevur fingið avgjald ásett sbrt. stk. 3, kann TAKS taka skrásetingina frá virkinum, um so er, at virkið ikki letur inn fullfíggjaðar uppgerðir. Áðrenn skráseting verður tikin frá virkinum, skulu virkið og leiðsla við innskrivaðum brævi hava fráboðan um, at um virkið ikki letur inn manglandi uppgerðir innan 14 dagar, verður skrásetingin tikin frá virkinum. Í fráboðanini skal verða sagt frá, at um virkið rekur meirvirðisgjaldskyldugt virksemi aftaná, at meirvirðisgjaldskrásetingin er tikin frá virkinum, er hetta revsivert sbrt. § 33, stk. 3, og at leiðslan heftir fyri hetta avgjald sbrt. § 23 b, stk. 11.”
4) Í § 23 a, stk. 4 verður “smb. § 29” broytt til: “sbrt. § 13, stk. 3 og 4”.
5) § 23 a, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Virkir kunnu í staðin fyri at nýta stytt avgjaldstíðarskeið o.a. sbrt. stk. 1 og 4 velja at seta trygd sbrt. § 23 b, stk. 1 og 2.”
6) § 23 a, stk. 7 verður orðað soleiðis:
“Stk. 7. Virkir, ið seta kravdu trygdina, skulu ikki, hóast stk. 1 og 4, nýta stytt avgjaldstíðarskeið o.a.”
Stk. 8 og 9 verða strikað.
7) Aftan á § 23 a verður sett:
“§ 23 b. TAKS kann áleggja einum virki at seta trygd, tá
1) virkið ikki heldur krøvini um stytt avgjaldstíðarskeið, ella
2) virkið 3 ferðir innan fyri teir seinastu 12 mánaðirnar ikki rættstundis hevur rindað avgjald, og
3) virkið er í eftirstøðu við avgjaldinum eftir hesi løgtingslóg við eini upphædd, ið er meira enn 25.000 kr. tilsamans, og
4) virkið ikki rindar eftirstøðuna eftir nr. 2 ella 3 áðrenn 10 yrkadagar frá tí, at áminningarskriv frá TAKS er móttikið, har virkið verður kunnað um, at um tað framvegis ikki rindar eftirstøðuna, verður álagt virkinum at seta trygd.
Stk. 2. TAKS kann harumframt áleggja virkjum, ið verða fráboðað til skrásetingar, og verandi virkjum at seta trygd, tá ið eigari av virkinum innan fyri tey seinastu 5 árini hevur verið eigari av ella limur í nevnd ella stjórn í øðrum skrásettum virki, ið er farið konkurs ella er vorðið insolvent, og har TAKS hevur krøv, ið ikki eru nóg væl tryggjað, ella landskassin hevur havt 50.000 kr. ella meira tilsamans í tapi av avgjaldi eftir hesi løgtingslóg. 1. pkt. er eisini galdandi, tá tann persónur, ið veruliga rekur virkið, hevur tilknýti til eigara, lim í nevndini ávíkavist stjórnini á sama hátt, sum ásett í § 210, stk. 1, 3. pkt. í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.
Stk. 3. Trygd, sbrt. stk. 2, skal tó bert setast, tá tað eftir eini ítøkiligari metan verður mett at vera stórur váði fyri, at kravið um stytt avgjaldstíðarskeið o.a. eftir § 23 a, stk. 1 ella 4 ikki er nóg mikið til at tryggja, at avgjald eftir hesi løgtingslóg verður goldið rættstundis.
Stk. 4. Trygd eftir stk. 1 og 2 skal setast fyri eini upphædd, ið samsvarar við eftirstøðuna í avgjaldinum eftir hesi løgtingslóg, umframt væntað meðal avgjald fyri eitt 3 mánaða skeið. Snýr tað seg um virki, ið verður fráboðað til skrásetingar, skal trygd setast fyri eini upphædd, ið eftir meting frá TAKS, samsvarar við tað væntaða miðalavgjaldið í einum 3 mánaða tíðarskeiði.
Stk. 5. Trygd eftir stk. 1 og 2 skal setast seinast 8 dagar aftaná, at virkið hevur móttikið fráboðan um hetta, tó so at freistin kann leingjast eftir áheitan. Fráboðan um trygd verður send virkinum við innskrivaðum brævi.
Stk. 6. Í fráboðanini við kravi um trygd til verandi virkir og teirra leiðslu skal verða sagt frá, at um nevnda trygd ikki verður sett, verður skrásetingin strikað, og at framhald av meirvirðisgjaldskylduga virkseminum aftaná, at skrásetingin er strikað, er revsiverd eftir § 33, stk. 3, og at leiðslan heftir persónliga fyri avgjaldinum sbrt. stk. 10.
Stk. 7. Krav um trygd til virkir og leiðslu, ið verða fráboðað til skrásetingar, skal setast virki og leiðslu seinast 14 dagar aftaná, at TAKS hevur móttikið skrásetingarskjalið. Kravið um trygd skal innihalda upplýsing um:
1) at verður trygd ikki sett, kann virkið ikki skrásetast,
2) at framhald av virkinum er revsivert eftir § 33, stk. 3, og
3) at leiðslan heftir persónliga fyri avgjaldinum sbrt. stk. 10.
Stk. 8. Verður trygd ikki sett rættstundis av verandi virki, verður skrásetingin tikin frá virkinum. Verður trygd ikki sett av virki, ið er fráboðað til skrásetingar, verður virkið ikki skrásett.
Stk. 9. Fráboðan um, at skráseting er tikin aftur ella noktað sbrt. stk. 8, verður send virki og leiðslu við innskrivaðum brævi, og samstundis verður sagt frá, at framhald av virkinum aftaná, at skráseting er tikin aftur ella noktað, er revsivert sambært ásetingini í § 33, stk. 3, og at leiðslan heftir persónliga fyri avgjaldinum sambært stk. 10.
Stk. 10. Leiðslan í einum virki, sum við vilja ella av grovum ósketni heldur áfram ella byrjar rakstur av einum virki, hóast skrásetingin er tikin aftur ella noktað, sbr. stk. 8, heftir persónliga fyri avgjaldinum, sum stendst av tí ikki skrásetta virkinum. Leiðslan heftir persónliga, óavmarkað og solidariskt.
Stk. 11. Trygd, ið er sett sbrt. stk. 1 og 2, heldur uppat, tá ið virkið í seinasta 12 mánaða tíðarskeiði hevur goldið avgjald, og virkið ikki longur er í eftirstøðu av avgjaldi eftir hesi løgtingslóg.”
8) Í § 26 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Heimilað verður TAKS at innkrevja skuld og innkrevjingarkostnað sambært hesi løgtingslóg við at afturhalda í A-inntøku hjá teimum gjaldskyldugu sambært reglunum um hetta í Skattalógini.”
9) § 33, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tann, sum fremur eitt av nevndu brotum við vilja ella av grovum ósketni fyri at fáa avgjald útgoldið úr landskassanum sambært § 24 ella fyri sleppa sær undan at rinda avgjald, verður revsaður við bót, hefti ella fongsli upp til 2 ár. Við bót, hefti ella fongsli upp til 2 ár revsast eisini tann, ið við vilja ella av grovum ósketni rekur skrásetingarskyldugt virksemi, hóast virkinum er noktað skráseting, ella skráseting er tikin aftur eftir ásetingunum í §§ 21, stk. 4, og 23 b, stk. 9.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2012
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 184/2011