Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 48 29. mai 2026
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(CRS og CARF – globalir standardar fyri umbýti av fíggjarligum upplýsingum millum skattamyndugleikar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 20. desember 2023, løgtingslóg nr. 39 frá 16. mai 2024, løgtingslóg nr. 145 frá 20. desember 2024 og løgtingslóg nr. 75 frá 30. apríl 2025, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 120 q, stk. 1, nr. 1, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Viðvíkjandi kontueigarum, ið eru eindir, og sum ein ella fleiri persónar hava ræði á, kunnu upplýsingarnar eisini fevna um hesar persónar, eins og tann ella teir leiklutir, sum gera viðkomandi til ein ráðandi persón í eindini.”
2. Í § 120 q, stk. 1, nr. 1 verður aftan á 2. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Harumframt kann fráboðanin fevna um upplýsingar um, hvørt ein galdandi eginváttan er til taks, og um kontan er ein felags konta, og í so fall talið av felags kontohavarum.”
3. § 120 q, stk. 1, nr. 2 verður orðað soleiðis:
“2) Kontuslag og kontunummar, ella um einki kontunummar er, tað sum til praktisk endamál samsvarar við eitt kontunummar.”
4. Í § 120 q, stk. 1, nr. 7 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Viðvíkjandi pørtum av eginogn, ið ein íløgueind, sum er ein løgfrøðilig skipan, eigur, kann fráboðanin eisini fevna um upplýsingar um tann ella teir leiklutir, sum gera, at tann persónur, ið fráboðast skal um, er eigari av pørtum av eginognini.”
5. Aftan á § 120 q verður sett:
“§ 120 r. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at veitari av kryptoognartænastum skal fráboða upplýsingar til TAKS um handlar, sum fevna um kryptoognir.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um mannagongdir til at eyðmerkja kryptoognarbrúkarar, sum veitari av kryptoognartænastum skulu fráboða um. Harumframt kann landsstýrisfólkið áseta reglur um, at veitarar av kryptoognartænastum skulu forða kryptoognarbrúkarum í at fremja fráboðanarskyldugar handlar, um kryptoognarbrúkarin ikki letur veitaranum av kryptovørutænastuni tær upplýsingar, sum skulu veitast sambært reglum, ásettum við heimild í 1. pkt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi frá og við inntøkuárinum 2026.
Í Tinganesi, 29. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 97/2025