Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2014Nr. 48
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 29. mai 2017
§ 1
Í løgtingslóg nr. 27 frá 9. september 1954 um fuglaveiðu v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2002, verður í § 17, sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 2 í hesi grein kunnu eigari og leigari av veltum lendi søkja um skrivligt loyvi til at skjóta grágæs, sum hava sett seg á velt lendi, um grundaðir trupulleikar kunnu ávísast. Landsstýrismaðurin gevur skrivligt loyvi og ásetir nærri treytir hesum viðvíkjandi, herundir, at loyvishavarin skal fráboða, hvussu nógvar grágæs verða skotnar, og at myndugleikin kann heinta fuglin til kanningar. Eigari og leigari kunnu heimila øðrum persóni sama rætt. Loyvið til heimildarfólk skal vera skrivligt og kunna vísast fram eftir umbøn frá løgregluni. Ein eigari og leigari kann bert heimila einum persóni loyvi at skjóta á velta lendinum í senn. Landsstýrismaðurin skal stíla fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágæs verða framdar.”
§ 2
1) Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2014 og fer úr gildi aftur tann 1. juni 2020.
Tórshavn, 15. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 83/2013