Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. juli 1970Nr. 48
Løgtingslóg um náttúrufriðing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021
I partur: Natúrvernd.
§ 1. Øll skulu við fyriliti og varsemi fara um í natúruni, einki gera, ið kann skaða ella skemma, gera nakrar ónáðir hjá øðrum.
Stk. 2. Øll dálking av natúruni við pappíri, fløskum, plastikkíløtum, brotum o.ø. er forboðin.
Stk. 3. Gomul og ónýtilig før skulu høggast upp ella søkkjast á støðum, har tey ikki eru til bága fyri sigling ella fiskiskapi.
Stk. 4. Bilvrak, ymisk onnur akfør, maskinamboð og partar av teimum, ið ikki verður nýtt meira, mugu ikki kastast burtur á støð, har tey lýta ella eru til skaða ella ampa fyri onnur.
Stk. 5. Burturkast og brúktir lutir, ið verða lagdir so, at tað gongur ímóti reglunum í stk. 2-4, kunnu beinast burtur. Tann, ið hevur ábyrgdina av, at óruslið er komið har, skal gjalda kostnaðin. Kostnaðurin kann fáast inn við panting hjá tí avvarðandi.
§ 2. Uttangarðs er ikki loyvt at byggja hús, búðir, skúr ella a.l. uttan loyvi frá friðingarnevndini. Undantiknir eru tó smærri bygningar, sum eftir gomlum siði vanliga hava verið bygdir uttangarðs í samband við landbúnaðin, tá ið teir ikki skemma natúruna.
Stk. 2. Innangarðs eigur ikki at verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini:
1) Undir bakkanum frá vallingini og omaneftir og á økir, ið eru upp til 100 m frá bakkatromini, har eingin fjøra er frá meginflóðarmálanum,
2) nærri enn 300 m frá teimum viðalundum, ið Føroya viðalundanevnd hevur um hendi,
3) nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 ha og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar í botninum.
Stk. 3. Landsstýrið kann aftan á ummæli frá yvirfriðingarnevndini og avvarðandi sóknarstýri í kunngerð fyriseta, at forboðini í stk. 2 ikki skulu galda fyri ávís nágreinilig økir, ið natúrliga hoyra inn undir verandi byggilendir ella havnaøkir.
Stk. 4. Bygningar, ið høvdu verið ólógligir eftir reglunum í stk. 1-2 um teir vóru bygdir aftaná, at lógin var komin í gildi, ella sum eru bygdir við loyvi frá friðingarmyndugleikunum, mugu ikki byggjast um ella av nýggjum uttan við loyvi frá friðingarnevndini.
Stk. 5. Tá ið avgerð skal takast um byggiloyvi, hóast forboðið í stk. 1-2, skal ætlast um, um útsjóndin av ætlaða bygninginum, ella har ætlanin er at seta hann, fer at misprýða í landslagnum ella fer við, ella minkar um útsýnið hjá fólki, eigur byggiloyvi tó at verða givið, tá munandi bygging er farin fram á staðnum innan fyri ásettu mark, um hon er byrjað, áðrenn lógin kom í gildi.
Stk. 6. Áðrenn loyvi verður givið sambært stk. 5, skal friðingarnevndin fáa til vega ummæli frá avvarðandi sóknarstýri, og um so er, at søkt verður um loyvi, at víkja frá tí í stk. 2, nr. 2 fyrisetta forboð, tá eisini frá viðalundarnevndini.
Stk. 7. Tær treytir, ið eru settar í samband við eitt eftir stk. 5 givið loyvi, kunnu eftir boðum frá friðingarnevndini tinglýsast á avvarðandi ogn.
Stk. 8. Bygningar, ið eru bygdir ímóti áðurnevndu reglum við innihildna forboð, ella sum ikki lúka tær treytir, ið eru settar í einum av friðingarmyndugleikunum givnum byggiloyvi, kunnu krevjast niðurtiknir ella umbygdir.
§ 3. Burturtøka ella nýtsla av mold, gróti, sandi, eyri, leiri ella torvskurður skal fara fram, so tað skemmir natúruna sum minst og ger minsta skaðan.
Stk. 2. Natúrfriðingarnevndin kann seta forboð fyri slíka burturtøku ella nýtslu, um vandi er fyri, at sermerkt landslag ella um leivdir av sermerktari natúr fara fyri skeytið.
Stk. 3. Loyvi krevst frá friðingarnevndini at seta á nýtt steinbrot.
§ 4. Kann tað ætlast, at arbeiðir koma at misprýða ella skemma natúruna, skulu tiltøk setast í verk fyri at forða ella minka um skaðan.
Stk. 2. Vegagerð, setan av el- og telefonsteyrum og onnur arbeiðir, ið kunnu væntast at broyta sermerkt landslag munandi, ella at týna leivdir av sermerktari natúr, mugu ikki verða gjørd ella byrjast uttan loyvi frá natúrfriðingarnevndini. Hendir hetta kortini, kann nevndin nokta fyri, at arbeiðið heldur fram og krevja, at avvarðandi ger alt aftur, sum tað var.
§ 5. Allar útilýsingar burtur frá gøtum, vegum og plássum á tættbygdum støðum eru ikki loyvdar. Undantiknar eru kortini lýsingar viðvíkjandi eini vinnu ella einum virki, sum er beinleiðis bundið at teimum og ikki eru ov áleypandi í landslagnum.
Stk. 2. Slíkar lýsingar, ið samsvara ikki ásettu treytunum í stk. 1 skulu takast burtur, áðrenn árið er farið, frá tí lógin fær gildi.
Stk. 3. Politivaldið kann taka lýsingar burtur, sum lúka ikki treytirnar í stk. 1-2, og hann, sum hevur ábyrgdina, ber kostnaðin.
II. partur: Natúrfriðing.
§ 6. Eftir reglunum í hesi lóg kunnu friðingartiltøk setast í verk viðvíkjandi
1) økir á landi, á vøtnum og áum, tá ið friðingin má haldast ynskjandi av vísindaligum ella søguligum orsøkum,
2) onnur økir, ið bera av í vakurleika, liggja væl fyri ella hava sereyðkennir í landslagnum, plantigróðri ella djóralívi, hava munandi týdning fyri fólk, har íroknað støð, har frítt útsýni er, niðursettar plantur, grótgarðar o.a.t., sum hevur tílíkan týdning,
3) einsæris landsløg, sum drangar, gjáir og gil, fossar, klettar, stórir steinar, áir, vøtn, trø og træhópar, tá ið friðingin tykist ynskjandi í mun til vísindaligt ella søguligt virði, vakurleika ella sereyðkennir.
§ 7. Viðvíkjandi friðing av føstum fornminnum og bygningum, somuleiðis fuglabjørgum, verður framvegis at fylgja reglunum í teirri serstøku lóggávu, ið er um hetta, í løtuni løgtingslógirnar nr. 19 frá 16. september 1948 og nr. 27 frá 9. september 1954, tó soleiðis at virkisøki, sum eftir tí seinast nevndu lógini hevur ligið í hondunum á yvirpolitirættinum, verður latið friðingarnevndunum, og kunnu teirra avgerðir skjótast inn fyri yvirfriðingarnevndina eftir reglunum í hesi lóg.
§ 8. Eftir tilmæli frá yvirfriðingarnevndini kann landsstýrið í kunngerð áseta, at sløg ella plantu- og djórasamfeløg eisini jarðfrøðilig fyribrigdi, hvørs varðveiting av natúrvísindaligum ella søguligum orsøkum bera í sær munandi áhuga, skulu vera friðið í øllum ella pørtum av landinum.
Stk. 2. Tær reglur, sum eru ásettar um friðing í veiðulóggávum, verða framvegis í gildi.
§ 9. Friðing eftir § 6 ber í sær, tá ið ikki annað við úrskurð er ásett, at tað ávísa økið ella natúrlutir skal varðveitast í sínum natúrliga líki og við varðveitslu av plantum, djórum og jarðfrøðisligum fyribrigdum varðveitast óbroytt, soleiðis serstakliga øll bygging, setan av steyrum, búðum ella øðrum hesum lík, ið kunnu misprýða, eins væl og tøka av gróti, mold, sandi, eyri, leiri, plantum og djórum er forboðin.
Stk. 2. Við friðingarúrskurðinum verða annars settar nærri reglur fyri friðingina, her íroknað víddina av plantu- og dyrkilendi, heimabeiti, útrakstur og annað, at nýtsla kann verða loyvd.
Stk. 3. Við friðing eftir § 8 ásetir landsstýrið við kunngerð nærri reglur um víddina av friðingini og skipar fyri neyðugum atgerðum friðingini viðvíkjandi.
Stk. 4. Landsstýrið kann til frama fyri stovnar og einstakar persónar víkja frá galdandi friðingaravgerðum í tann mun vísindaligar kanningar gera tað neyðugt.
III. partur: Friðingarmyndugleikarnir.
§ 10. 1) 2) Í hvørjari sýslu verður friðingarnevnd sett við sýslumanninum sum formanni og 2 øðrum limum, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Fyri sama tíðarskeið velur landsstýrið 4 tiltakslimir fyri teir av landsstýrinum valdu limunum.
§ 11. 1) Fyri alt landið verður sett yvirfriðingarnevnd. Í henni sita: sorinskrivarin, landsfornfrøðingurin, leiðarin av natúrsavninum og tveir aðrir limir, sum landsstýrið velur fyri 6 ár í senn. Landsstýrið velur tiltakslimir fyri landsfornfrøðingin og leiðaran av natúrsavninum. Landsstýrið velur fyri 6 ár í senn 4 tiltaksmenn fyri teir av landsstýrinum valdu limir. Sorinskrivarin er formaður í nevndini. Nevndin velur sjálv næstformann.
IV. partur: Viðgerðir av málunum í friðingarnevndunum.
§ 12. Friðingarnevndin heldur fund, tá ið áheitan kemur frá landsstýrinum, yvirfriðingarnevndinini, Føroya Jarðarráð, einum sóknarstýri ella frá einum eigara ella brúkara, ið ynskir natúrfriðingarmál tikið upp, ella ynskir at fáa eitt av teimum í hesi lóg umrøddu loyvir. Annars kemur nevndin saman, tá ið hon sjálv heldur tað vera neyðugt.
Stk. 2. Formaðurin kallar nevndina saman og leiðir fundirnar. Hvør einstakur limur kann krevja nevndina saman til at umrøða spurningin um nevndin sjálv skal gera av, at fundur verður hildin.
Stk. 3. Nevndin kann til eina og hvørja tíð undir sakarmálsviðgerðini fara á staðið, ið viðgerðin snýr seg um uttan at hava partarnar við.
Stk. 4. Nevndarviðgerðir og avgerðir verða at skriva í eina av formanninum góðkendari gerðabók. Fundur er viðtøkuførur, tá ið tveir av limunum, teirra millum formaðurin, eru á fundi. Allir limir mugu tó atkvøða, tá ið úrskurður verður gjørdur. Avgerðin verður avgjørd við atkvøðumeiriluta.
Stk. 5. Nevndin kann taka sær serkøna hjálp.
§ 13. Samstundis sum boðað verður til fundar, skal formaðurin boðsenda eigarum, brúkarum og øðrum, ið eiga rættindir til at møta á ástaðnum ella øðrum staði, ið formaðurin ásetir.
Boðsending verður gjørd avvarðandi kunnug við 8 daga freist við almennari boðsending í tí fyri almennari kunngerð góðtikna blað.
Um onkur avvarðandi er búsitandi uttan fyri Føroyar, verður hann boðsendur við skrásettum brævi ella í Statstíðindi við einari av formanninum ásettari tíðarfreist.
Stk. 2. Sambært stk. 1 er boðsendingin galdandi fyri allar eigarar, brúkarar og aðrar, ið hava rættindir í einum hagaparti, tá ið ein limur í hagastýrinum er boðsendur.
Um almenn jørð á føroyskum hondum er partaeigari í haganum, skal Føroya Jarðarráð eisini verða boðsent.
Stk. 3. Samstundis við teirri í stk. 1 umrøddu boðsending, fær hann, ið reist hevur málið, skrivlig boð um, hvar fundurin verður.
Stk. 4. Seinni fundir um málið verða bert boðaðir við at nevna teir í gerðabókini hjá nevndini, og verða teir, sum møttir eru, gjørdir varugir við hetta.
Stk. 5. Teir, sum eru møttir á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram skrivliga ella munnliga á nevndarfundinum. Teir, ið hava fingið fundarboð og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt skrivliga at senda til nevndina umrøðu av málinum.
§ 14. Um málið snýr seg um friðing av lendi, skal, formaðurin stíla fyri at fáa til vega, um neyðugt, týðuliga uppriting.
Stk. 2. Nevndin kann áleggja eigara ella øðrum einki at gera, ið kann hindra avgerðum nevndarinnar. Slíkar avgerðir kann formaðurin taka í samband við boðsending til fyrsta fund, men skal tá góðtakast av nevndini á sama fundi.
Stk. 3. Limirnir í nevndini hava óskerdan rætt at koma á tey lendir, ið talan er um at friða.
§ 15. So framt tað er gjørligt, skal nevndin royna seming við eigararnar og aðrar, ið rættindi eiga friðingini viðvíkjandi, ella virka fyri at fáa í lag einahvørja loysn, ið ikki ber útreiðslur við sær fyri tað almenna. Fæst semja, verður hon skrivað í gerðabókina, um ikki, verður málið avgjørt við úrskurði.
Stk. 2. Bjóðar eigari saman við øðrum, ið rættindi hava, at áleggja ognini servitut friðingini viðvíkjandi uttan endurgjald, kann formaðurin viðgera málið einsamallur.
Stk. 3. Fæst semja eftir stk. 1-2 ger formaðurin tær skipanir, ið neyðugar eru at festa friðingina.
§ 16. Nevndin ger av við úrskurði, um eitt í sýsluni verandi øki ella ein á staðnum verandi natúrlutur skal verða friðaður, og hvørji tiltøk skulu takast fyri at vísa friðingina, t.d. stik, garð ella aðra avmarkan.
Stk. 2. Í úrskurði viðvíkjandi byggingi – sambært § 2 – kann ásetast, at bygging av einum húsi ella umbygging ella aftratbygging av verandi bygningi ikki má fara fram, fyrr enn tekningar og ætlanir eru góðkendar av nevndini.
Stk. 3. Nevndin kann í serligum umstøðum krevja, at lóglig framd bygging, planting ella eitthvørt annað hesum líkt, og sum lýtir, at tað skal takast burtur, tá ið tað ikki kostar alt ov mikið ella ov nógv fer fyri skeytið, sbr. her § 17.
Stk. 4. Um friðingin ikki kann fara fram, uttan at eigari missir lendi, kann ognartøka fara fram.
§ 17. Úrskurður, ið ber í sær, at ognartøka, friðing ella onnur samsvarandi skipan skal fremjast, eigur nevndin eisini at avgera, hvørjar fyriskipanir ella atgerðir eigarin ella brúkarin av avvarðandi ogn skal gera, fyri at friðingin kann verða framd og eisini, um eigarin hevur rætt til endurgjald. Hevur hann tað, ásetur nevndin støddina á endurgjaldinum, og hvussu tað skal býtast millum eigarar og aðrar, ið rættindi eiga, og sum hava gjørt krav um endurgjald.
§ 18. Úrskurður, ið ber í sær, at ognartøka, friðing ella líknandi fyriskipan skal fara fram, verður kunngjørd samsvarandi reglunum í § 13, stk. 1-2. Teir, sum hava verið á fundi undir sakarmálsviðgerini ella hava sent skrivligt ummæli í málinum, og sum ikki eru hjástaddir á fundi, tá ið aðrar avgerðir og úrskurðir verða tiknir, fáa skrivliga frásøgn.
Stk. 2. Úrrit av úrskurðum og avgerðum og av teimum sáttargerðum, ið gjørdar eru, skulu áðrenn 14 dagar sendast til landsstýrið, avvarðandi kommunu, hansara, ið reist hevur málið og eftir avgerð formansins til aðrar, sum møguliga hava áhuga fyri avgerðini.
Stk. 3. Áðrenn somu tíðarfreist sendir formaðurin inn skjølini í málinum saman við úrriti av gerðabókini til yvirfriðingarnevndina.
§ 19. Nevndarformaðurin ger av, tá ið yvirfriðingarnevndin boðar honum frá, teim neyðugu atgerðum fyri at festa sáttmálan ella tær við úrskurði gjørdu skipanir, her íroknað tinglýsing av úrskrift, gjalding av endurgjaldi og møguliga kunngering um marksetan av økinum.
Um eigarar ella aðrir ikki taka stig til tað í úrskurði ella sáttmála áhvílandi atgerðir, letur formaðurin hetta fremja fyri rokning teirra avvarðandi. Hesar útreiðslur kunnu fáast inn aftur við panting.
Stk. 2. Tá ið ein tinglýstur friðingarservituttur fellur burtur ella fer úr gildi, skal formaðurin skipa fyri avlesing og – um neyðugt – lýsa við kunngerð v.m.
§ 20. Nevndin kann, tá ið hon er samd ella við úrskurði taka av friðingarreglur, ið ikki longur kunnu haldast at hava nakran týdning. Reglurnar í undanfarnu greinum kunnu eisini við hógv nýtast í slíkum føri.
V. partur: Viðgerðin av málum í yvirfriðingarnevndini.
§ 21. Avgerðir, sum friðingarnevndirnar taka, kunnu skjótast inn fyri yvirfriðingarnevndina av einum og hvørjum, ið hevur verið á fundi undir viðgerðini av málinum, ella hevur sent inn skrivliga greinagerð, somuleiðis landsstýrið, Føroya Jarðarráð og eitthvørt sóknarstýri, sum hevur áhuga fyri málinum.
Stk. 2. Kærufreistin er 4 vikur roknað frá avgerðardegnum ella frá kunngerðini í førum, sum kunngerð er fyriskrivað.
Stk. 3. Er eingin kæra, tekur yvirfriðingarnevndin, aftan á kærufreistin er úti, støðu til, um avgerðin kann góðtakast. Sama er galdandi fyri tær semjur, ið friðingarnevndirnar gera.
Stk. 4. Um avgerðir, sum nevndin tekur, ella semjur, hon fær í lag, bera í sær endurgjald fyri tað almenna, ið fara upp um 500 kr., kann gótøka ikki verða, fyrr enn landsstýrið hevur tikið undir við avgerðini ella semjingini.
Stk. 5. Noktar landsstýrið at taka við, er avgerðin ella semjan, sum nevndin hevur gjørt, dottin burtur. Yvirfriðingarnevndin tekur tá avgerð, um málið skal takast upp aftur til nýggja viðgerð í friðingarnevndini.
Stk. 6. Avger yvirfriðingarnevndin sambært stk. 3, at ein av friðingarnevndini gjørd semja ikki kann góðtakast, verður málið at senda aftur til nýggja viðgerð í friðingarnevndini uttan so, at yvirfriðingarnevndin heldur at málið er dottið burtur. Sama er galdandi, um yvirfriðingarnevndin ger av, at ein av friðingarnevndini gjørd viðtøka ikki kann góðtakast. Yvirfriðingarnevndin kann kortini í slíkum føri eisini gera av, at málið skal viðgerast sum kærumál eftir teim fylgjandi reglunum.
§ 22. Sorinskrivarin kallar nevndina saman til fundar og leiðir teir. Yvirfriðingarnevndin er viðtøkufør, um 3 av limunum eru á fundi, teirra millum formaðurin ella næstformaðurin. Tá ið úrskurður verður eiga allir limir at atkvøða. Fundarsamtyktirnar verða avgjørdar við meirilutaatkvøðum. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er formansins – ella um hann er burturstaddur – næstformansins atkvøða avgerandi.
Stk. 2. Samráðingar og úrskurðir hjá yvirfriðingarnevndini verða skrivaðar í gerðabók, sum er góðkend av formanninum.
Stk. 3. Hevur formaðurin forfall, tekur næstformaðurin við í øllum lutum.
§ 23. Annars verða reglurnar í parti 4 nýttar við tørvandi varsemi undir viðgerðini av málum í yvirfriðingarnevndini.
§ 24. Teir úrskurðir, sum yvirfriðingarnevndin ger, eru endaligir og kunnu ikki skjótast inn fyri dómstólarnar, sbr. tó § 73 í grundlógini, men nevndin kann sjálv taka upp aftur eitt mál og møguliga broyta avgerð, hon hevur tikið áður, tá ið serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi.
VI. partur: Niðurstøða.
§ 25. 3) Tann, ið ger ímóti einari í hesi lóg ásettu reglu ella annars ger seg sekan í broti á hesa lóg ella teimum í somu lóg givnu ásetingum, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 4 mánaðir, og kann undir standandi sekt krevjast at taka burtur ólógliga settar tilbúningar ella at gera ólógligar broytingar aftur í rættlag.
§ 26. Endurgjaldingar eftir hesi lóg og útreiðslurnar til virki hjá friðingarnevndunum og yvirfriðingarnevndini verða goldnar úr landskassanum.
§ 27. Henda lóg kemur í gildi beinavegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995. § 2 í hesi løgtingslóg er soljóðandi: “Henda løgtingslóg fær gildi ólavsøkudag 1995. Stk. 2. Nýval av øllum nevndum, sum nevndar verða í hesi løgtingslóg, fer fram eftir at lógin hevur fingið gildi og í seinasta lagi 1. oktober 1995. Hesar nevndir verða hereftir valdar sbr. ásetingum lógarinnar ella sbr. siðvenju.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 13. juni 1995, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi ólavsøkudag 1995”.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.