29. mai 2026Nr. 47
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð
(Áseting um eina árliga konjunkturfrágreiðing og eina árliga temafrágreiðing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 5. mai 2021 um Búskaparráð, verður § 3 orðað soleiðis:
“§ 3. Búskaparráðið ger eina konjunkturfrágreiðing um árið, sum verður almannakunngjørd 1. mars.
Stk. 2. Búskaparráðið skrivar eina temafrágreiðing um árið og kann ráðgeva landsstýrinum í øðrum málum.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 29. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 91/2025