29. mai 2026Nr. 46
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almennu talgildu postskipanina Mínboks
(Føroya Rættur fær heimild at senda og kunnuggera talgilt umvegis Mínboks)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2023 um almennu talgildu postskipanina Mínboks verður aftan á § 3 sett:
“§ 3 a. Føroya Rættur kann senda kunnuggering umvegis Mínboks við tí rættarvirknaði sum fylgir av rættargangslógini §§ 202 og 203.
Stk. 2. Føroya Rættur kann vegna Eystara Landsrætt og Hægstarætt senda kunnuggering umvegis Mínboks við tí rættarvirknaði sum fylgir av §§ 202 og 203 í rættargangslógini, í málum sum Eystari Landsrættur og Hægstirættur viðgera.”
§ 2
Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær løgtingslógin kemur í gildi.
Í Tinganesi, 29. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 92/2025