Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. mai 2007Nr. 46
Løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022
Kapittul 1
Øki
§ 1. Lógin fevnir um:
1) persónar, sum røkja vinnuligt kavaraarbeiði á landleiðini, á føroyskum sjóøki og frá føroyskum skipum, og
2) kavaraútgerð, sum verður nýtt í sambandi við kavaraarbeiði, nevnt í nr. 1.
Kapittul 2
Kavaraarbeiði
§ 2. Kavaraarbeiði kann bert verða útint av persónum, sum hava vinnukavarabræv sbrt. § 3.
Stk. 2. Vinnukavarabræv er at skilja sum loyvi hjá kavara at útinna eina vinnuliga kavarauppgávu, sum fer fram undir vatnlinjuni, har tað er neyðugt fyri at kunna útinna uppgávuna, at andingarevni verður nýtt. Eisini verður gjald vanliga tikið fyri kavaraarbeiði.
Stk. 3. Serligar uppgávur hjá kavarum t.d. í sambandi við bjargingar og líknandi eru vinnuligar kavarauppgávur uttan mun til, um arbeiðið verður gjørt móti gjaldi ella ikki.
Stk. 4. Tann, sum biður persón um at útinna kavaraarbeiði, skal tryggja sær, at viðkomandi hevur vinnukavarabræv, sum samsvarar við arbeiðið, sum skal gerast.
Kapittul 3
Vinnukavarabræv
§ 3. Fyri at fáa bræv sum vinnukavari skal umsøkjarin prógva:
1) at hann hevur útbúgving sbrt. § 4, stk. 1 ella 2,
2) at hann er fyltur 18 ár, og
3) at heilsustøðan er nøktandi.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um tey heilsuligu krøv, sum vinnukavari skal lúka, harundir um læknakanningar og váttanir í sambandi við kanningarnar og um aldurskrøv fyri læknaváttanum.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið skrivar vinnukavara brævið.
Kapittul 4
Vinnukavaraútbúgving
§ 4. Útbúgving sum vinnukavari til eitt hvørt endamál, harundir vinnukavarahjálparfólk, kann verða fingið á kavaraskúla ella á kavaraskeiði, sum er góðkent av tí í § 5, stk. 1 sbr. stk. 4 nevndu próvtøkunevnd.
Stk. 2. Útbúgvingar frá útlendskum kavaraskúlum ella kavaraskeiðum, skulu góðkennast eftir ásetingini í stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um útbúgving, harímillum um atgongutreytir, innihald í frálæruni, frálæruskipan viðvíkjandi kaving v.m.
§ 5. Landsstýrismaðurin setir eina próvtøkunevnd við 3 limum, eftir tilmæli frá Fiskimálaráðnum, Almanna- og heilsumálaráðnum og Vinnumálaráðnum.
Stk. 2. Próvtøkunevndin skipar fyri próvtøkunum, harundir kavararoyndum, og skrivar próvtøkuskjalið.
Stk. 3. Próvtøkunevndin kann til próvtøkur og kavararoyndir, nýta próvdómara, sum ikki er limur í próvtøkunevndini.
Stk. 4. Próvtøkunevndin er eisini góðkenningarnevnd, sum skal góðkenna kavaraskúlar og kavaraskeið sbrt. § 4, stk. 1 og 2.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir skipan fyri virksemið hjá próvtøkunevndini, harímillum um próvtøkur og kærur um próvtøku o.l.
Kapittul 5
Afturtøka
§ 6. Kavarin skal støðugt hava nøktandi heilsustøðu. Um so er, at Arbeiðseftirlitið fær kunnleika um viðurskifti, sum gera, at ivi er um, at heilsustøðan er nøktandi hjá viðkomandi kavara, kann Arbeiðseftirlitið - eftir tilmæli frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almenna heilsu – krevja, at viðkomandi kavari letur seg kanna umaftur. Hetta er galdandi uttan mun til, um viðkomandi kavari kann prógva, at hava verið læknakannaður eftir reglunum sbrt. § 3, stk. 2.
§ 7. Lýkur kavari ikki tey ásettu heilsukrøvini, gerst vinnukavarabrævið ógildað og kann tí verða tikið aftur av Arbeiðseftirlitinum. Sama er galdandi, um kavari noktar at lata seg kanna umaftur sambært § 6.
Stk. 2. Vinnukavarabrævið kann verða tikið aftur fyri eitt ávíst tíðarskeið upp til 5 ár ella endaligt. Við avgerðini um at taka vinnukavarabrævið aftur skal fylgja kunning um rættin hjá viðkomandi persóni, at fáa afturtøku av vinnukavarabrævi roynda í rættinum og um freist fyri hesum sbrt. § 8, stk. 1.
§ 8. Tann, sum fær vinnukavarabræv tikið aftur kann krevja, at afturtøkan verður løgd fyri Føroya Rætt til avgerðar. Áheitan um hetta skal fráboðast Arbeiðseftirlitinum innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina at taka vinnukavarabrævið.
Stk. 2. Tá tann, sum fær vinnukavarabrævið tikið aftur, krevur, at afturtøkan verður løgd fyri rættin til avgerðar, skal Arbeiðseftirlitið leggja sakarmál móti viðkomandi, eftir tí borgarligu rættargangsskipanini.
Stk. 3. Áheitan um at leggja avgerð sbrt. § 8, stk. 1 fyri rættin hevur steðgandi virknað. Arbeiðseftirlitið kann tó gera av, at ein áheitan hevur ikki steðgandi virknað. Eina tílíka avgerð kann rætturin við rættarúrskurði ógilda, áðrenn avgerð um spurningin at taka vinnubrævið aftur er avgreidd.
§ 9. Eitt vinnukavarabræv, sum er tikið aftur, skal latast Arbeiðseftirlitinum.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann, eftir umsókn, nær tað skal vera lata vinnukavara eitt vinnukavarabræv aftur, sum er tikið sbrt. § 7, stk. 1, tá umstøðurnar fyri at taka vinnukavarabrævið ikki longur kunnu metast at vera til staðar.
Stk. 3. Verður umsókn um at fáa vinnukavarabrævið aftur ikki gingin á møti, kann umsøkjarin krevja avgerðina lagda fyri rættin. Er mál um at fáa vinnukavarabrævið aftur fyrr lagt fyri rættin, kann málið einans leggjast aftur fyri rættin, um so er, at tað í minsta lagi er gingið 1 ár síðani, at afturtøkan seinast varð staðfest við dómi. § 7, stk. 2, 2. pkt. og § 8, stk. 2, galda samsvarandi.
Kapittul 6
Útinnan av arbeiði v.m
§ 10. Leiðarin av einum kavaraarbeiði, skal við vegleiðing og eftirliti við kavara og hjálparfólki tryggja, at arbeiðið verður gjørt trygdar- og heilsuliga álítandi.
Stk. 2. Kavarar og hjálparfólk skulu fylgja teimum leiðbeiningum, sum verða givnar í sambandi við kavaraarbeiði, og somuleiðis gera sítt til, at tær fyriskipanir, sum eru framdar fyri at tryggja, at kavari og hjálparfólk ikki vera fyri vanlukku ella skaðiligum árini, virka eftir ætlan.
§ 11. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um útinnan av kavaraarbeiði á tryggan hátt fyri kavara og um bjarging av kavarum, harundir um skyldur hjá arbeiðsgevara um skipan av kavaraarbeiði og um kavaradagbøkur.
Stk. 2. Arbeiðstíðin hjá kavarum skal skipast soleiðis, at í hvørjum samdøgri, roknað frá tí at arbeiði byrjar, skulu kavarar hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar, bæði tá kavað verður frá landi og frá skipi.
§ 12. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur viðvíkjandi persónum, sum hava útlendskt vinnukavarabræv, at útinna kavaraarbeiði sbrt. § 1, stk. 1, nr. 1 og 2, tá persónurin ikki hevur eitt føroyskt vinnukavarabræv.
Kapittul 7
Kavaraútgerð o.a.
§ 13. Kavaraútgerð og kavarahjálpitól o.l. skulu vera konstruerað, framleidd og útgjørd á tílíkan hátt, at tey trygdarliga eru álítandi hjá kavarum, hjálparfólkum og øðrum, at nýta.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um kavaraútgerðina og hjálpitól v.m., harímillum um at góðkenna útgerðina og um krøv fyri góðkenningini. Eisini kann landsstýrismaðurin áseta reglur um marknaðarføring, útlán og útleigu av slíkari útgerð.
§ 14. Landsstýrismaðurin kann í teimum reglum, ásettar verða eftir § 13, stk. 2, áseta, at kavaraútgerðin skal vera CE merkt og skal lúka krøvini, sum eru galdandi í viðkomandi ES-fyriskipanum viðvíkjandi kavaraútgerð.
§ 15. Kavaraútgerð, harundir kavarahjálpitól, sum verða brúkt til kavaraarbeiði ella til útleigu o.l. skulu kannast regluliga av eigaranum.
Kapittul 8
Eftirlit, gjald og kæra v.m.
§ 16. Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kapittul 1, 2, 3 og 6 verða hildnar, og kann krevja, at viðurskifti, sum eru í ósamsvari við ásetingarnar í hesi lóg, ella ásetingar í kunngerð við heimild í hesi lóg, skulu fáast í rættlag beinanvegin, ella innan eina av Arbeiðseftirlitinum givna freist.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann góðkenna onnur serkøn virki til at gera royndir og eftirlit við tí í § 13, stk. 1 nevndu kavaraútgerð og hjálpitólum.
§ 17. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um, at Arbeiðseftirlitið tekur gjøld fyri at skriva vinnukavarabræv sbrt. § 3, stk. 3 og § 24, stk. 7, fyri eftirlit sbrt. § 16, stk. 1 og fyri góðkenning av virkjum sbrt. § 16, stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir gjøld fyri samsýning og kostnað fyri útreiðslur í sambandi við vinnukavaraútbúgving sbrt. kapittul 4.
§ 18. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við serligar kavarauppgávur áseta nærri reglur, ið víkja frá ásetingunum í kapittul 2. Í tí sambandi skal takast atlit til slag av kavarauppgávu og trygdar- og heilsuviðurskiftini við at fremja uppgávuna.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið kann í serligum føri, tá talan er um kavarauppgávur, sum eru bráðneyðugar, loyva at vikið verður frá ásetingunum í § 2, stk. 1 og § 15 tó soleiðis, at atlit verður tikið til trygdar- og heilsuligu viðurskiftini við at fremja uppgávuna.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari reglur um, nær ein hending er so álvarsom, at bráðneyðug hjálp er neyðug, somuleiðis reglur fyri hvørji trygdar- og heilsulig atlit skulu takast.
§ 19.1) Avgerðir, sum Arbeiðseftirlitið hevur tikið sambært hesi løgtingslóg, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæra er steðgandi, til Føroya Kærustovnur hevur tikið avgerð í málinum.”
Stk. 2. 1) (Strikað).
Stk. 3. 1) (Strikað).
Kapittul 9
Revsing, skiftisreglur og gildiskoma
§ 20. Verður kavari av rættinum kendur sekur at hava ábyrgd fyri skaða á persónar í sambandi við útinnan av kavaraarbeiði, kann kavarabrævið hjá viðkomandi, um talan er um herðandi umstøður, frádømast fyri eitt ávíst tíðarskeið, sum ikki má fara upp um 5 ár, ella frádømast endaligt.
Stk. 2. Kavarabrævið kann eisini frádømast um so er, at kavari endurtekur órøkt ella brot á ásetingarnar í hesi lóg ella ásetingar í kunngerðum við heimild í hesi lóg. Ákærumyndugleikin sendir, tá so er, kavarabrævið hjá viðkomandi og avskrift av dóminum til Arbeiðseftirlitið.
Stk. 3. Er kavarabrævið frádømt í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa kavarabrævið aftur, áðrenn frádømingartíðin er liðin, leggjast fyri rættin til avgerðar. Málið verður lagt fyri Føroya Rætt eftir reglunum í revsilógini § 78, stk. 3, men kann tó fara fram í fyrsta lagi, tá 3 ár eru liðin av tíðini, sum kavarabrævið er mist.
Stk. 4. Rætturin at fáa kavarabrævið aftur kann bert verða givin, tá serligar umstøður fyriliggja.
§ 21.2) Um ikki strangari revsing er heimilað sambært aðrari lóggávu, verður tann revsaður við bót ella fongsul í upp til 1 ár, sum:
1) brýtur § 2, stk. 1 og 4, § 3, stk. 1, § 6, § 10, § 11, stk. 2, § 13, stk. 1 og § 15, ella
2) ikki fylgir boðum sambært § 16, stk. 1.
Stk. 2. 2) Revsingin kann økjast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er framt við vilja ella við grovum ósketni.
Stk. 3. Við ásetan av revsing eftir stk. 1 og 2, verður tað mett sum herðandi umstøður:
1) um tað við brotinum er elvdur skaði á lív ella heilsu hjá persóni, ella vandi fyri hesum hevur verið til staðar, og
2) um tað fyrr eru givin boð eftir § 16, stk. 1 fyri sama, ella líknandi viðurskifti.
Stk. 4. Tað skal metast sum serliga herðandi umstøður, um skaði er hendur á lív ella heilsu hjá ungum undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí.
Stk. 5. Er tað við lógarbrotinum fingin tilætlaður fíggjarligur fyrimunur, ella hevur tað verið ætlanin, verður hald lagt á vinning eftir reglunum í revsilógini kapittul 9. Kann hald ikki verða framt, skal serstakt fyrilit takast til hetta við ásetan av eini bót, somuleiðis eini møguligari eykabót.
Stk. 6. Feløg o.o. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapittul 5 í revsilógini.
§ 22. 2) Í reglum, sum verða ásettar við heimild í lógini, kann revsing við bót og fongsli í upp til 4 mánaðir ásetast.
§ 23. 3) (Strikað).
§ 24. Tey vinnubrøv, sum latin eru sbrt. § 2, stk. 1, nr. 3, í løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu við seinni broytingum, skulu lúka ásetingarnar í § 3, stk. 1, nr. 1 í seinasta lagi 5 ár eftir, at henda lóg kemur í gildi.
Stk. 2. Vinnubrøv, sum latin eru sbrt. § 2, stk. 1, nr. 1 og 2 í tí í stk. 1 nevndu lóg, verða undantikin ásetingunum í § 3, stk. 1, nr. 1 í hesi lóg.
Stk. 3. Próvtøkunevndin kann gera av, um undantak, eftir umsókn, kann verða givið einstøkum persónum at vera frítiknir frá at lúka útbúgving sbr. § 3, stk. 1, nr. 1 av serligum orsøkum, og eftir at tíðin, nevnd í stk. 1, er úti. Serligar orsøkir eru aldur á persóni og starvstíð, sum kavari hevur verið regluliga virkin at útinna kavaraarbeiði, harumframt at umsøkjarin hevur ástøðiligan og verkligan førleika at útinna kavaraarbeiði.
Stk. 4. Undantak kann ikki gevast:
1) tá persónurin er undir 35 ár, ella
2) um viðkomandi ikki hevur samanhangandi verið virkin við kavaraarbeiði 15 tey seinastu árini við í minsta lagi 20 vinnukav hvørt árið.
Stk. 5. Umframt ásetingarnar í stk. 3 og 4, skal umsøkjarin læta seg kanna av lækna við nøktandi úrsliti, um so er, at verandi læknakanning er eldri enn 1 ár.
Stk. 6. Somuleiðis skal umsøkjarin luttaka í roynd í trýstkamari- og viðgerðarkamari við nøktandi úrsliti.
Stk. 7. Fyri kavarar, sum eftir stk. 1 framhaldandi kunnu útinna kavaraarbeiði, verður vinnubræv við serligum frámerki skrivað av Arbeiðseftirlitinum við tilskilan av gildistíð av vinnukavarabrævinum og tað dýpi, sum kavari kann fara niður á sbrt. ásetingini í tí í stk. 1 nevndu lóg.
Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, at framhaldandi nýtsla av kavaraútgerð v.m., sum er fevnd av tí í stk. 1 nevndu lóg, og sum lýkur krøvini eftir teirri lóg, kann fara fram og tá, hvussu leingi og undir hvørjum treytum.
§ 25. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 51 frá 28. apríl 1992 um kavaravinnu.
Stk. 3. Reglur, ásettar við heimild í tí í stk. 2 nevndu lóg, eru galdandi við teimum í hesi lóg fylgjandi broytingum, til tær verða broyttar, settar úr gildi, ella til tær verða avloystar av reglum, settar við heimild í hesi lóg.
Tórshavn, 15. mai 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bjarni Djurholm (sign.)
Lm. nr. 103/2006
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”