Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. mai 2026Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt
(Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 40 frá 16. mai 2024 um pantskipan fyri íløt, sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 11. apríl 2025, verður aftan á § 4, men áðrenn yvirskriftina yvir § 5, sett:
“§ 4 a. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at verður skjalprógv ikki veitt innan freist, sum landsstýrisfólkið kann áseta sambært § 4, stk. 2, 2. pkt., kann pantumsitarin krevja eina upphædd, grundað á tað hægra vekttalið ella litratalið upplýst av TAKS, av vøru fevndari av § 2, stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um upphædd, roknihátt, gjaldfreist, rætting av kravinum, afturbering av goldnum kravi, og burturfall av kravinum, fevnt av stk. 1.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um, at krav, sum ikki kann rættast, orsakað av vantandi skjalprógvi, innan ásetta gjaldfreist sambært stk. 2, stendur við, hóast rættað skjalprógv verður veitt, eftir at gjaldfreistin er farin.
Stk. 4. Rinda innflytarar ella framleiðarar ikki kravið innan ásettu gjaldfreist sambært stk. 2, verður rentutilskriving framd. Rentutilskrivingin er 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 5. Krav, sum er fallið til gjaldingar sambært stk. 2, kann verða innheintað av TAKS við panting ella við afturhaldi av A-inntøku eftir somu mannagongdum sum § 4, stk. 6 og 7.”
§ 2
Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi.
Í Tinganesi, 21. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2025