21. mai 2026Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi
(Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 55 frá 9. juni 2008 um tryggingarvirksemi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 26. mars 2024, verður í § 1, stk. 9, nr. 3 “til før við einum bruttotonsatali upp á 300 ella meiri” strikað.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 21. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 93/2025