15. mai 2026Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)
(Tíðaravmarkað mvg-frítøka av sølu av bensini og diesel)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 218 frá 22. desember 2025, verður í § 12, stk. 1, sum litra v sett:
“v) Sølu av bensin og diesel fram til og við 31. juli 2026, ið koma undir vørunumrini 2710.12.41, 2710.12.45, 2710.12.49, 2710.12.50, 2710.19.43 og 2710.19.46 í Toll- og Vøruskránni”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2027.
Í Tinganesi, 15. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 90/2025