1. mai 2024Nr. 28
Løgtingslóg um at menna nýggja kt-skipan til barsilsskipanina
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at menna barsilsskipanini eina nýggja kt-skipan.
Stk. 2. Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 11 mió. kr.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2027.
Í Tinganesi, 1. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 63/2023