Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. september 1954Nr. 27
Løgtingslóg um fuglaveiðu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 5. mai 2021 1)
(Fuglaveiðulógin) 1)
1. bólkur.
Um veiðurættindi.
§ 1.2) 1) Á sjónum út at fiskimarkinum undir Føroyum er veiðirætturin við teim avvikum, sum tilskilað eru í hesi løgtingslóg opin fyri einum og hvørjum, sum hevur danskan heimarætt.
§ 2. Uppi á landi eigur grundeigarin veiðurættin. Viðvíkjandi veiðurætti er hann, sum situr við embætisjørð ella kongsjørð, javnbjóðis grundeigara.
Veiðurættin í vøtnum og áum hevur hann ella hava teir, sum eftir galdandi lóggávu hava ræði á vøtnunum.
Har felag er, og samtykt ella fyrndarrættur ger ikki avvik, hava eigararnir javnbjóðis veiðurætt. Samtykt um nýtslu av veiðurætti í felag kann gerast á grannastevnu. Í tílíkari samtykt kann fyrisetast, at veiða bert kann fara fram í minni mun ella yvirhøvur ikki.
Allir eigarar hava atkvøðurætt á grannastevni um samtykt um veiðu í felag.
Einsæris burturlating av veiðurætti kann ber fara fram fyri upp í 10 ár í senn.
Friðing yvirhøvur ella partvís innangarðs í eini bygd, har fleiri eigarar eru, kann bert fremjast á grannastevni. Atkvøðurætt um samtyktina hevur einhvør eigari innangarðs og kongsbøndur.
Til gylduga samtykt krevst yvir helmingur av atkvøðugevandi persónum, sum umboða minst helmingin av skattamarkatalinum, sum atkvøðurætt hevur.
§ 3. Har ikki serlig rættarviðurskifti gera avvik, hava eigararnir í tí gamla, matrikuleraða bønum í tí bygd, har bjørgini liggja, fuglaveiðirættin í bjørgum, urðum og tílíkum fuglalandi, herundir rættin til omanfleyg.
Rættin til at taka hellufugl hevur hvør maður í tí bygd, sum bjørgini eigur, men eingin uttanbíggjamaður.
Sama rætt sum eigari til fuglaveiðu hevur hann, sum situr við embætisjørð, ella kongsbóndi.
§ 4. 1) Har ikki serlig rættarviðurskifti gera avvik, verður landpartur av fuglaveiðu í bjørgum, urðum og líknandi fuglalandi býttur eftir markatali, sbrt. § 3.
Á sama hátt verða útreiðslur av veiðuni býttar, herundir keyp og umsiting av tørvandi amboðum.
§ 5. 1) Samtykt um fuglaveiðu í bjørgum, urðum og tílíkum fuglalandi í felag kann gerast á grannastevni samsvarandi reglunum í Lov for Færøerne om Grandestævne m.m.
2. bólkur.
Um friðing av veiðulendum v.m.
§ 6. 3) 1) Fuglabjørg, urðar, hólmar ella tílík lendi og æðuvarp kunnu friðast eftir krevjing frá veiðurætthavara ella eigara við somu løgfylgju sum eftir § 14, um friðingarnevndin sbrt. løgtingslóg um náttúrufriðing, eftir at sýn er hildið, finnur lendi nýtuligt sum fuglaland ella æðuvarp.
§ 7. 3) Hann, sum ynskir okkurt av teim í § 6 nevndu lendum friðað, skal senda friðingarnevndini skrivliga krevjing um friðing, innihaldandi gjølla tilskiling av viðkomandi lendi.
1) Rætturin skal so av eintingum fyri rokning krevjarans í tað blað, sum løggilt er til upptøku av almnnum kunngerðum í Føroyum, seta kunngerð í 3 ferðir, um at menn á einum nærri tilskilaðum, vanligum tingi, tó ikki fyrr enn 1 mánað aftaná seinastu kunngerð í blaðnum, verða uppnevndir eftir § 6 at meta um frama friðinginnar. Kunngerðin eigur eisini at setast í ta almennu kunngerðartalvuna, sbr. Lov for Færøerne om Ophævelse og kundgørelse ved Kirkestævne m.m., í teim bygdum, sum liggja innanfyri 15 km fjarleika eftir sjónum frá ytsta marki viðkomandi lendis og eisini í øðrum bygdum, har menn hava serliga interessu í veiðu nærindis viðkomandi lendi. Bert kunngerðin í blaðnum er treyt fyri gildi uppnevninginnar.
Harafturat setur rætturin fund til eiðfestingar av sýninum og tekur málið til úrskurðar.
Á tí fyrisetta tinginum skal rætturin siga fra, áðrenn uppnevningin fer fram, hvønn hann ætlar at uppnevna, og at fodra tey møtandi, sum kunna sýna nóg mikla interessu í spurninginum, at seta fram atfinningar sínar móti uppnevningini og viðmerkingar um friðingina ella um mál hennara.
4) 1) Annars koma reglurnar í kapittul 27 í retsplejeloven for Færøerne um sýn og meting í nýtslu.
§ 8. 1) Teir uppnevndu sýnismennirnir skulu skila til í sýninum, um tað í krevjingini tilskilaða lendi, alt sum tað er, ella nakað av tí, eigur at friðast, og um markini, um so er, at tey eru ikki tilskilaði í løgtingslógini, harinnanfyri skjóting o.a. eigur at vera forboðin. Sýnið skal fara fram eftir 3 daga fyrivarni til krevjarin ella um fleiri eru, til ein teirra.
§ 9. 5) Stk. 1. (Strikað).
Friðingarnevndin sendir sorinskrivaranum útskrift av tí uppsagda úrskurðinum til tinglesingar og sendir eisini krevjaranum og viðkomandi sýslumanni eina útskrift hvør.
Friðingin kemur í gildi, so skjótt sýslumaðurin eftir lóg nr. 52 um broyting í reglunum um tinghald í Føroyum frá 1. apríl 1896 § 3 á grannastevni hevur friðað viðkomandi lendi.
§ 10. Uppnevning, friðing í rættinum, tinglesing og bókaførsla fer fram uttan rættargjald.
§ 11. Í hvørjari sýslu skal sýslumaðurin á hvørjum ári við upplesing á grannastevni kunngera tey lendi í sýsluni, sum friðaði eru eftir reglunum í hesum bólki og skila til mark teirra.
§ 12. 3) Tá 10 ár eru liðin frá friðingini, kann einhvør, sum kann sýna serliga interessu í friðing ella veiðu nærindis viðkomandi lendi, krevja spurningin um friðingina inn fyri friðingarnevndina av nýggjum.
Viðgerð av tílíkum máli fer fram eftir reglunum í §§ 7-10. Um neyðugt skulu teir, sum møttu undir tí upprunaligu friðingini, hava serstaka frásøgn í málinum.
Um so er, at friðingarúrskurður verður avtikin ella broyttur, skal yvirfriðingarnevndin stíla fyri tørvandi tinglesing ella avlesing.
§ 13. Tær eftir lóg nr. 52 frá 1. apríl 1896 § 3 um broyting í reglunum um tinghald í Føroyum fyrisettu árligu friðingar ella avtøkur av tílíkum á tingi detta burtur.
§ 14. 6) Undir friðaðum bjørgum má eingin skjóta á sjónum nærri enn 3 fjórðingar úr næsta punkti á landi í tíðini frá 15. marts til 31. august og hálvfjórðing hvørjumegin við.
Undir friðaðari urð má eingin skjóta í sama tíðarskeiði nærri enn hálvfjórðing, mett sum omanfyri.
Í sama tíðarskeiði má eingin heldur skjóta innanfyri tey mark, sum tilskilaði eru í sýni eftir § 8.
So leingi Mikineshólmur er friðaður, sum hann er, má eingin skjóta undir honum nærri enn 2 fjórðingar úr hólminum í tíðini frá 25. januar til 25. oktober.
Eingin má skjóta nærri æðuvarpi enn hálvfjórðing í tíðini frá 1. mai til 31. august.
Henda regla skal tó ikki forða honum, sum veiðurætt hevur, uppi á landi at skjóta kráku, ravn, likku ella annan fugl, sum kann verða æðuni til skaða.
Innanfyri tey í hesi grein nevndu mark og tíðarskeið er forboðið at órógva fuglin av ótørvandi óljóði frá skipspípum ella øðrum gangi.
§ 15. 1) Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er forboðin á sunnudøgum og halgidøgum.
3. bólkur.
Um forbodnar veiðuhættir.
§ 16. Tað er forboðið at fanga fugl uppi á landi við snaru, lokki ella kunstugum ljósi. Hetta kann tó nýtast til tøku av líra. Eisini er tað forboðið at søkja fugl í fuglalandi soleiðis, at búfuglurin kemur undir avoyðing.
Lundi má bert takast við stong, tó kann landsstýrið undir serligum umstøðum loyva drátt. Tílíkt loyvi kann bert gevast 3. hvørt ár í sama fuglalandi.
6) Tað er ikki loyvt at veiða við byrsu, sum hevur meira enn 2 skot.
4. bólkur.
Um friðing av villini fugli v.m.
§ 17. 2) 1) Uppi á landi yvirhøvur, eisini á vøtnum og firðum, víkum og sundum og á sjónum yvirhøvur út at fiskimarkinum er allur fuglur friðaður móti skjóting og veiðu, sum ikki er tilskilaður í hesi grein, sbr. §§ 14 og 16.
2. stk. 7) 8) 6) 9) 10) Sum skilað til niðanfyri skal verða loyvt at veiða ella skjóta hesar fuglar ella fuglasløg:
a) alt árið: Kráku, ravn, kjógva, skúgv, havhest, súlu og øll másasløg, tó ritu bert á sjónum.
b) 1. oktober – 20. januar: Lunda, lomviga og álku.
c) 1. oktober – 30. november: Skarv.
Stk. 3. 11) (Strikað).
17 a. 1) Uttan mun til ásetingarnar í § 17, stk. 1 og 2, kann tann, sum eigur, festir ella leigar lendi, søkja um loyvi at skjóta grágás á hesum lendi, um vísast kann á, at grundaðir trupulleikar standast av henni. Landsstýrismaðurin kann áseta eitt ovara mark fyri talið á grágás, sum skjótast kann.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 er treytað av, at umsøkjarin hevur vápnaloyvi og váttar at kenna fuglin, sum loyvið fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í loyvinum nærri treytir fyri at skjóta grágás, undir hesum nær loyvt er at skjóta grágás, loyvd skotvápn og lóður, at tann, ið hevur loyvi, skal boða frá, hvussu nógv grágás er skotin, og at fuglurin skal latast myndugleikunum til kanningar uttan viðurlag, um biðið verður um tað. Loyvishavin skal hava loyvi uppi á sær, tá ið skotið verður.
Stk. 4. Tann, sum hevur fingið loyvi at skjóta grágás eftir stk. 1, kann loyva einum øðrum persóni at skjóta grágás á tí øki, sum loyvið fevnir um, treytað av, at viðkomandi hevur søkt um og fingið loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 5. Loyvi eftir stk. 4 skal vera skrivligt, og loyvishavin skal hava hetta loyvið og loyvið eftir stk. 1 hjá sær, tá ið skotið verður. Loyvið skal vísast politinum, um biðið verður um tað.
§ 17 b. 1) Landsstýrismaðurin stílar fyri, at kanningar og vísindaligar teljingar av grágás verða framdar. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við viðkomandi landsstýrismann leggja uppgávurnar nevndar í 1. pkt. til ein annan myndugleika undir avvarðandi landsstýrismanni at umsita.
§ 18. 1) Tann í § 17 fyrisetta friðing umfatar eisini pisur, egg og reiður. Tó skal tað verða loyvt veiðurætthavara at taka líra.
2. stk. 2) 1) Loyvt er at taka lomvigaregg á hvørjum ári til og við 8. juni á ávísum støðum í ávísum fuglabjørgum eftir nærri kunngerð frá landsstýrismanninum.
§ 20. 9) (Strikað).
§ 21. 1) Landsstýrismanninum skal vera heimilað í vitskapligum ella almennyttigum endamáli at geva tilskilaðum monnum tíðarfresta undantaksloyvi frá reglunum í §§ 17 og 18, sbr. § 19.
5. bólkur.
Um sektir og ákæru.
§ 22. 7) 6) 8) 1) Einhvør, sum uttan heimild veiðir fugl í bjørgum, urðum, hólmum ella æðuvarpi, antin við byrsu ella á annan hátt verður sæddur í ella skjýtur inn í friðað lendi, veiðir har hann eftir hesi løgtingslóg ella annars eftir grannastevniviðtøku ikki hevur veiðurættindi ella á tílíkum støðum uttan heimild gongur við byrsu í bø ella haga ella á annans veiðilendi tekur upp tað, sum sært er á egnum veiðulendi, kemur undir sekt og harafturat kemur byrsa og fongur undir konfiskatión. Fyri skjóting undir friðaðum lomvigabjørgum verður sektin minst 4.000 kr. fyri bátsmanningina, og haraftrat koma byrsa og fongur undir konfiskatión.
1) Undir sekt kemur eisini hann, sum annars brýtur nakra forboðsreglu eftir hesi løgtingslóg ella nakra samtykt ella reglu sum gjørd er eftir henni.
§ 23. 1) Tað verður at skilja sum skerpandi, at ólóglig veiða er útint av fleiri í felag, at hon er útint á sunnudegi ella halgidegi, at rænt verður í fuglalandi og at viðkomandi fyrr hevur gjørt seg sekan í veiðumisbroti.
Um so er, at nakað er veitt ella drigið í ólógligari veiðu, kemur viðkomandi undir eykasekt.
§ 24. 12) 1) Sektir, sum standast av misbroti eftir hesi løgtingslóg, fara í landskassan.
Stk. 2. 1) Umframt sektina eftir stk. 1 skal tann seki endurrinda virðið á tí, hann hevur veitt, um hann ikki kann lata eigaranum veiðuna í feskum standi.
§ 25. Er veiðumisbrot útint av børnum undir 14 ár við foreldra vitandi ella teim sum eru í foreldra stað, koma tey undir at hava útinnt misbrot sjálvi.
Tað sama er eisini galdandi, tá tey frá børnunum taka ímóti fongi av ólógligari veiðu.
Menn sum loðsar ella kønir menn, sum sigla fremmand skip inn, hava skyldu at siga skiparanum frá galdandi forboðum móti skjóting ella ótørvandi óljóði nærhendis friðaðum bjørgum, urðum, hólmum ella æðuvarpi. Ger hann ikki tað kemur hann sjálvur undir tey misbrot sum útinnt verða, meðan hann er umborð.
4) 1) Mál um misbrot eftir hesi løgtingslóg fremjast, sjálvt um eingin hevur kravt tað.
9) 1) Vørn hevur á sjónum eftirlit við, at lógin verður hildin og hevur rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á bátar og gera neyðugar kanningar.
§ 26. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin, og samstundis fer lóg nr. 101 frá 4. apríl 1928, broytt við lóg nr. 108 frá 15. marts 1939, kunngerð nr. 35 frá 20. marts 1942 og kunngerð nr. 25 frá 24. september 1945 úr gildi.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 5. mai 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Ásetingarnar í § 17 a, sum ásett í § 1, nr. 12, fara úr gildi aftur 1. januar 2026.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 16. apríl 1986.
3) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970.
4) Broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, har § 79 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2021.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli1970. Serliga er at viðmerkja, at sbrt. hesi løgtingslóg kunnu avgerðir friðingarnevndarinnar skjótast inn fyri yvirfriðingarnevndina eftir teim reglum, henda løgtingslóg ásetir.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 24. mai 1974.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 22. mai 1969.
8) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 7. juni 1972.
9) Broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 24. februar 1989.
10) Broytt við løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2002, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2002. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.”
11) Broytt við løgtingslóg. nr. 48 frá 15 mai. 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. juni 2014 og fer úr gildi aftur tann 1. juni 2020.”
12) Broytt við lov. nr. 186 frá 7. juni. 1958.