Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. februar 2026Nr. 24
Løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. P/F Suðuroyartunnilin er ábyrgdarhavandi byggiharri fyri Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
§ 2. Partabrøv felagsins eru ogn landsins.
Stk. 2. Tað er ikki loyvt felagnum at luttaka í fusjón, klovningi ella aðrari yvirtøku av virki, sum hevur við sær, at onnur enn landið gerast eigarar av partabrøvum í felagnum.
Stk. 3. Landsstýrisfólkið skal góðkenna starvsskipan fyri nevnd og stjórn felagsins, eins og landsstýrisfólkið skal góðkenna samsýningina til nevnd og stjórn felagsins.
§ 3. P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar, prosjekterar og letur í útboð hesar verkætlanir:
1) Farleið frá verandi vegi í Traðardali, eysturum Sandsvatn við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri, til undirsjóvartunnilin í Djúpadali, við íbinding í verandi vegir til Skálavíkar og Skarvanes,
2) undirsjóvartunnil við koyribreyt suður og norður í sama bergholi frá Djúpadali til Sandvíkar, við atknýttum atkomutunli frá Suðuroyartunlinum til Skúvoyar,
3) veg millum undirsjóvartunnilin í Sandvík og nýggja Sandvíkartunnilin við íbinding í verandi veg í Sandvík,
4) tunnil úr Sandvík til Hvalbiar, og
5) veg millum nýggja Sandvíkartunnilin og landsvegin frá Hvalbiartunlinum.
Stk. 2. Til at leggja upp fyri týðandi náttúruvirðum skulu linjuføringar sbrt. stk. 1, nr. 1, 3 og 5, og staðseting av arbeiðsøkjum og avlopsgróti fyrireikast og prosjekterast í samráð við náttúrufyrisitingina á Umhvørvisstovuni.
Stk. 3. P/F Suðuroyartunnilin kann ikki taka av tilboðum sbrt. stk. 1 fyrr enn heimild er fingin til tess við serstakari løgtingslóg.
§ 4. Landsverk skal undir ábyrgd mótvegis landsstýrisfólkinum góðkenna verkætlanirnar, sum eru nevndar í § 3, áðrenn arbeiðini verða boðin út, og tá arbeiðini eru liðug. Landsverk skipar í hesum sambandi fyri eftirliti við, at verkætlanirnar verða framdar samsvarandi góðkendu ætlanunum.
§ 5. Tá ið teir tunlar og vegir, sum nevndir eru í § 3, stk. 1, nr. 1 og 3-5 eru lidnir, verða teir avhendaðir landinum fyri útveganarkostnað og lagdir afturat vanliga landsvegakervinum.
Stk. 2. Frá og við árinum, tá Suðuroyartunnilin letur upp fyri ferðslu, hevur felagið við grundarlagi í útveganarkostnaðinum av undirsjóvartunlinum rætt til skattligar avskrivingar samsvarandi reglunum um vinnuligar bygningar.
§ 6. Suðuroyartunnilin, sbr. § 3, stk. 1, nr. 2, verður framhaldandi ogn hjá P/F Suðuroyartunlinum og partafelagið stendur fyri rakstri og viðlíkahaldi av tunlinum. Partafelagnum er heimilað at áseta og krevja inn gjald fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.
Stk. 2. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um skrásettar eigarar og brúkarar av akførum til tess at ansa eftir gjaldstaðnum.
Stk. 3. Skelting og avmerking í Suðuroyartunlinum skal gerast samsvarandi galdandi kunngerð og ferðsluavmerkingum. Øll skelting og vegavmerking skal góðkennast av ferðslumyndugleikanum og landsvegamyndugleikanum.
Stk. 4. Suðuroyartunnilin er ikki partur av landsveganetinum sbrt. løgtingslóg um landsvegir.
Stk. 5. Í mun til loyvi sum krevjast frá ymsum myndugleikum o.a. gongur arbeiðið við Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum eftir somu reglum sum landsvegagerð.
Stk. 6. Felagið hevur rætt til uttan viðurlag at hava Suðuroyartunnilin bundnan í landsveganetið.
Stk. 7. Við íbinding í landsvegin, skal felagið gera og rinda útreiðslurnar fyri møguliga umlegging av landsveganetinum. Felagið skal rinda fyri íbindingar uttan mun til, um tað er rundkoyring ella onnur íbinding. Um so er, at íbindingin kemur inn í landsveg, verður íbindingin partur av landsvegnum, og ognarrætturin fellur til landsstýrið.
§ 7. Landsstýrisfólkið kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanirnar, sbr. § 3, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindi yvir lendinum ella tilfarinum.
Stk. 2. Ognartøka verður gjørd móti fullum endurgjaldi.
Stk. 3. Ognartøka verður framd sbrt. lov om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder samt til offentlige skoler på Færøerne.
Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann avhenda tað ognartikna til P/F Suðuroyartunnilin fyri útveganarkostnað.
§ 8. P/F Suðuroyartunnilin hevur skyldu til at fáa til vegar eina frágreiðing um avleiðingar fyri náttúru og umhvørvi, t.e. umhvørvisárinsmeting, av samlaðu verkætlanini. Áðrenn farið verður undir verkætlanina skulu úrslit av umhvørvisárinsmetingini vera góðkend av Umhvørvisstovuni.
Stk. 2. Viðkomandi almenningur, myndugleikar og felagsskapir skulu hoyrast við 6 viku freist áðrenn umhvørvisárinsmetingin verður góðkend.
Stk. 3. Góðkenning sbrt. § 8, stk. 1 kann kærast av teimum, sum eru partur av málinum við 4 viku freist til landsstýrisfólkið við umhvørvismálum.
Stk. 4. P/F Suðuroyartunnilin skal endurrinda útreiðslur, sum Umhvørvisstovan hevur í sambandi við viðgerð av málum um umhvørvismeting og umhvørvisgóðkenning sbrt. § 8 stk. 1 og stk. 3. Gjaldið verður roknað við støði í tímanýtslu og tímakostnaði hjá Umhvørvisstovuni.
Stk. 5. Undirsjóvartunnil sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2 krevur loyvi sbrt. § 28 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
§ 9. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri P/F Suðuroyartunnilin.
§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk 2. § 9 er bert galdandi fyri skjøl, sum P/F Suðuroyartunnilin hevur gjørt, ella sum eru komin felagnum í hendi, eftir at løgtingslógin fekk gildi.
Í Tinganesi, 26. februar 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 66/2025