Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. februar 2026Nr. 23
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)
(Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggávu á almannaøkinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 4 verður “skal” broytt til: “kann”.
2. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis:
“Stk. 5. Eftirlønarsamansparing hjá persóni, sum hevur uppihildið sær í Føroyum í í mesta lagi 60 mánaðir samanlagt, og sum er fluttur av landinum aftur, kann rindast út aftur, hóast eftirlønarsamansparari ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur.”
3. Í § 1 verður sum stk. 6 sett:
“Stk. 6. Persónur, sum eina ferð hevur fingið eftirlønina útgoldna sbrt. stk. 5 og kemur aftur til Føroya at arbeiða, kann tó ikki fáa eftirlønina útgoldna fyrr enn 10 ár aftaná, at persónurin er fluttur av landinum aftur.”
4. Í § 1, stk. 8 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Hevur persónur ikki stovnað eftirlønarkonto innan tríggjar mánaðir frá tí, at persónurin hevur móttikið inntøku, ið eftirlønargjald skal rindast av, kann TAKS vegna persónin stovna eftirlønarkonto hjá góðkendum eftirlønarveitara sbrt. § 5, stk. 1. og flyta eftirlønarsamansparing, ið stendur á depotkonto hjá TAKS sbrt. § 16 a, til eftirlønarkonto hjá persóninum.”
5. Í § 2, stk. 8, 1. pkt. verður aftan á “eftirlønargjaldi” sett: “eftir skatt”.
6. § 2, stk. 10 verður orðað soleiðis:
“Stk. 10. Er eftirlønargjaldið av A-inntøku minni enn 30 krónur, verður tað ikki álagt at rinda sbrt. hesi løgtingslóg. Er eftirlønargjaldið av B-inntøku minni enn 500 krónur, verður tað ikki álagt at rinda sbrt. hesi løgtingslóg.”
7. Í § 2 verður sum stk. 11 sett:
“Stk. 11. Skuldkomið eftirlønargjald fellur burtur, tá ið eftirlønarsamansparari nær fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., ella tá ið eftirlønarsamansparari doyr.”
8. Í § 3, nr. 10 verður aftan á “12,” sett: “13 a,”.
9. § 3, nr. 11 verður orðað soleiðis:
“11) Útgjaldi sambært løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar.”
10. § 3, nr. 14 verður orðað soleiðis:
“14) Útgjaldi sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, tó undantikið útgjald sambært § 12, § 13 og § 25.”
11. § 3, nr. 15 verður strikað.
Nr. 16-18 verða eftir hetta nr. 15-17.
12. § 3, nr. 18, sum verður nr. 17, verður orðað soleiðis:
“17) Inntøka frá arbeiði fyri arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, um løntakarin annaðhvørt rindar til NAV ella hevur eftirlønarskipan uttanlands, sum TAKS metir er nøktandi, og har inngjaldið annaðhvørt einsæris ella saman við inngjaldi í Føroyum er á sama støði sum kravt í § 2, stk. 1. Landsstýrisfólkið ásetir nærri reglur um, hvat er at meta sum nøktandi eftirlønarskipan uttanlands.”
13. § 9, stk. 2, 3. pkt. verður orðað soleiðis:
“Í fráboðanini til TAKS verður upplýst, hvussu og nær samansparda eftirlønin skal gjaldast út, undir hesum peningastovn og kontonummar, har samansparda eftirlønin skal flytast til.”
14. Í § 9 verða sum stk. 10-12 sett:
“Stk. 10. Eftirlønarsamansparari skal í sambandi við útgjald sbrt. stk. 1 og í sambandi við fráboðan sbrt. stk. 2 í seinasta lagi tveir mánaðir áðrenn útgjald byrjar, lata eftirlønarveitara upplýsingar um peningastovn og kontonummar, har samansparda eftirlønin skal flytast til.
Stk. 11. Eru neyðugu upplýsingarnar um peningastovn og kontonummar sbrt. stk. 10 ikki latnar eftirlønarveitaranum, tá ið útgjald byrjar, kann eftirlønarveitari flyta útgjaldið á depotkonto, sum eftirlønarveitari kann stovna til eftirlønarsamanspararan, og sum ikki fær tilskrivað avkast. Eru upplýsingar um peningastovn og kontonummar sbrt. stk. 10 ikki latnar eftirlønarveitara, tá ið útgjald byrjar, kann eftirlønarveitari flyta útgjald á sentrala og løgliga góðkenda, almenna konto hjá eftirlønarsamansparara, sum er knýtt at skipanini Vangin.
Stk. 12. Ásetingarnar í stk. 2, um býtið av samansparda virðinum útgjaldsdagin, og í stk. 6, um útgjøld, eru galdandi fyri útgjøld sbrt. stk. 11. Fær eftirlønarveitari ikki onnur boð frá eftirlønarsamansparara í sambandi við útgjald sbrt. stk. 11, verður ásett, at 15 prosent av samansparda virðinum verður goldið út sum kaptitalútgjald, 45% sum lívrenta og restin sum lutaeftirløn.”
15. Í § 12, stk. 3, 2. pkt. verður “§ 1, stk. 6 og” strikað.
16. Í § 15 verður sum stk. 1 sett:
“Stk. 1. Flyting áðrenn útgjaldsdagin frá eini eftirlønarsamansparing til eina aðra verandi ella nýggja eftirlønarsamansparing her í landinum hjá sama persóni verður ikki viðgjørd sum útgjalding ella inngjalding. Landsstýrisfólkið ásetir í kunngerð nærri reglur.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. februar 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 34/2025