26. februar 2026Nr. 22
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit
(Atgongd hjá ríkismyndugleikum til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 8. mai 2007 um fólkayvirlit, sum broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 6. mai 2011 og § 63 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður aftan á § 31 í kapittul 8 sett:
“§ 31 a. Ríkismyndugleikar í Føroyum eru í hesum kapitli javnsettir við aðrar almennar myndugleikar.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 26. februar 2026
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 52/2025